Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 12 - 19. januar 2010 Í komandi viku fer uttanríkisráðharrin á fund í nýggjum fiskiveiðifelagsskapi, fyri at tryggja Føroy­ um fiskirættindi í Norðurkyrrahavinum FISKIVEIÐA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var í fjør heyst, at Jørgen Niclasen samráddist um fiskiveiðirættingi í Suður­ kyrrahavinum, og hesar samráðingar førdu til eina kvotaavtalu upp á 62.500 tons av rossamakreli. Nú verður ein nýggjur felagsskapur stovnaður, sum skal hava fiskiveiði­ eftirlitið við fiskiskapinum í Norðurkyrrahavinum. Londini, sum hava tikið seg sama um hendan felags­ skapin, eru Japan, Suður­ korea, USA, Kanada, Rusland og Taiwan. Felagsskapurin, ið ætlanin er at stovna, ber heitið North Pacific Regional Fisheries Management Organisation, stytt NPRFMO. Føroyar verða við á fundinum sum eygleiðarar í fyrsta umfari, men sambært Jørgen Niclasen er ætlanin at gerast fullgyldur limur í felagsskapinum. ­ Føroysk skip hava ikki roynt í økinum, men tað hava føroyskir fiskimenn kortini. Tað er í fyrsta umfari serliga botnfiskin, ið londini eru áhugað í at hava eftirlit við, men fyri okkum kann tað meiri gerast pelagisku fiska­ sløgini, sum hava áhuga, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at tað er ein ávísur áhugi at kenna í vinnuni, men um vit ikki gera brúk av møguleikanum her og nú er tað sera umráðandi, at vit sleppa við í felagsskapin, sum fer at hava eftirlit við fiskiskapinum í Norðurkyrrahavinum. ­ Tað verður ikki leingi, so verður ikki loyvt at fiska frítt nakrastaðni á heimshøvunum, og tí er tað so týdningarmikið, at vit eru við frá byrjan av fyri at vit kunnu tryggja okkum fiskirættindi í økinum. Aðalmálið er jú, at vit skulu kunna fiska allastaðni á heimshøvunum, og hetta er ein liður í tí miðvísa arbeiðinum, sigur Jørgen Niclasen. Bæði ákæri og verji mæltu til, at ein 36 ára gomul kvinna verður persónskanna við atliti til ein treytaðan dóm fyri roynd at smugla 160 gram av hassji til Føroya RÚSEVNIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Lívið hevur ikki altíð verið líka lætt hjá einari nú 36 ára gamlari kvinnu, sum í Før­ oya Rætti í gjár stóð ákærd fyri roynd at smugla 159,2 gram av hassji til Føroya. Kvinnan varð tikin í Billund floghavnini 2. oktober 2008. Upprunaliga varð hon steðgað, tí hon hevði spraydunkar í taskuni, men tá hon varð kanna nærri vísti tað seg, at kvinn­ an eisini hevði seks plastikk­ hylki frá Kindereggum, hvørt við umleið 30 gramm­ um av hassji í. Kvinnan hevur heilt frá 16 ára aldri tikið nerva­ heilivág, og seinni gjørdist hon eisini fongd við rús­ evnismisnýtslu. Hon hevur seinastu árini roynt at komi sær burtur úr hesi misnýtsluni, og tað var í hesum ørindum, at hon fór niður til Haderslev í fjør vár á eitt viðgerðarheim. Hetta riggaði kortini ikki væl, og kvinnan flutti til Esbjerg saman við einum manni, sum er narkoman. Kvinnan ætlaði sær 2. oktober aftur til Føroya fyri at koma á Blákross ella psykiatrisku deild, men sambært henni sjálvari var skilið so vánaligt, at hon umvegis hendan sjeikin hevði fingið hesi 160 grammini av hassji, sum stavaðu frá einum limi í Hells Angels. Ætlanin var so, at hon sjálv skuldi hava helvtina av hassjinum, meðan hin helvt­ in skuldi seljast í Føroyum, og tann peningurin skuldi so sendast aftur til Danmarkar og Hells Angels. Persónskanning Men tær ætlanirnar vórðu spoleraðar av handtøkuni í Billund, og eftir at hava sitið í arrestini á flogvøllinum, har hon eisini varð avhoyrd, fór hon aftur til Esbjerg. Hon kom tó aftur til Føroya 7. oktober. Tað eydnaðist heni tó ikki at sleppa inn, hvørki á Blákross ella psykiatrisku deild, og tískil fór hon niður aftur til Danmarkar. Steðgurin niðri gjørdist tó stuttur, og um miðan desember kom hon aftur til Føroya, og hesaferð eydnaðist henni at sleppa inn á Blákross, har hon var fram til mai 2009. Seinni hevur hon eisini verið í viðgerð á Heilbrigd­ inum á Velbastað. Kvinnan stríðist í dag hart fyri at gerast leys av rúsevnismisnýtsluni, og tað tóku bæði verji og ákæri hædd fyri í rættinum í gjár. Bæði Finn Ougaard og verjin, Fríða Patursson, mæltu dómaranum til, at málið verður útsett, meðan ein persónskanning verður gjørd av kvinnuni við tí fyri eyga, at hon verður dømt ein treytaðan dóm fyri royndina at smugla hassjið til Føroya. Sambært kvinnuni var hon »úti at koyra« um tað mundi, tá hon varð tikin við hassjinum, og hevði hon verið seg sjálv, hevði hon ikki funni upp á at roynt at smugla. Dómarin gekk tilmælun­ um frá verja og ákæra á møti og útsetti málið, til persóns­ kaningin hevur verið. Roynir at koma á rættkjøl Gera avtalu í Norðurkyrrahavinum Jørgen Niclasen verður í komandi viku við á fundinum, sum seks lond skipa fyri við tí endamáli, at seta á stovn North Pacific Regional Fisheries Management Organisation Tað var í seks slíkum Kinder egg plasthylkjum, at hassjið varð goymt Kunna um Ísland Í ár fara íslendingar at gera nógv burturúr við at kunna amerikanarar og kandiumenn um Ísland og ymisk íslendsk viðurskifti. Undir heitinum Iceland Naturally skulu norðuramerikanarar kunnast um íslendska ferðavinnu, fiskavørur, orku og tøkni, eins og skipað verður fyri serligum tiltøkum um tónleik, film og aðra list. Tað almenna og vinnulívið standa aftan fyri tiltøkini, og Katrín Júliusdóttir, ídnaðar­ málaráðharri, sigur við Morgunblaðið, at verkætlanin er eitt gott dømi um, hvussu nógv kann gerast, um tað almenna og tað privata taka seg saman. Hávur undir ísinum Er veturin nóg kaldur, plaga stuttleikafiskimenn í okkara grannalondum at bora hol ígjøgnum ísin á firðum og víkum, sum teir so lora húk og agn niður ígjøgnum. Fyri nøkrum døgum síðani var norðmað­ urin Irwin Kilde úti á ísinum á Lygnifjørðinum og fiskaði. Ætlanin var at royna at fáa onkra skøtu, men ístaðin fyri fekk hann ein háv á húkin. Hávur­ in vísti seg at vera 123 centimetrar langur og vigaði 9,9 kilo, og sambært stuttleikafiskimanninum sjálv­ um er tað norskt met. Tað gamla metið var 9,4 kilo, sigur hann við Aftenposten.