mikudagur 20. januar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 13 - 20. januar 2010
FBI breyt lógina
Aftan á yvirgangsatsóknina at New York í 2001 valdi
amerikanska samveldisløgreglan FBI at skráseta telefon
samrøður hjá túsundtals amerikanarum, sum kundu hava
tilknýti til yvirgang. Nú hevur ein kanning hjá løgmála
ráðnum avdúkað og staðfest, at FBI fór langt út um lógina,
skrivar Washington Post. FBItalskvinnan Valerie Caproni
viðgongur í samrøðu við blaðið, at løgreglan skrásetti
nógvar samrøður uttan at siga telefonfeløgunum frá,
soleiðis sum lógin annars krevur. Hon sigur tó, at einki ónd
sinnað lá aftan fyri framferðina hjá FBI.
Kom aftur í morgin
Gongst sum ætlað kemur íslendska bjargingarliðið, sum
hevur verið í Haiti, aftur til Íslands í annaðkvøld. Íslendsku
fjølmiðlarnir skriva, at uttanríkisráðið í Reykjavík hevur
útvegað eitt flogfar frá felagnum Iceland Express til at flyta
bjargingarliðið og tess útgerð heimaftur. Íslendska
bjargingarliðið var tað fyrsta, sum kom til Haiti aftan á
jarðskjálvtan, og tað vakti ans víða um heimin, at ein so
fáment tjóð, sum harafturat er í djúpari kreppu, skuldi vera
tann fyrsta at fara teimum neyðstøddu til hjálpar.
Í gjár hekk Merkið
á fyrsta sinni inni
í tingsalinum, eftir
at Løgtingið hevði
samtykt, at so skuldi
verða. Samtyktin var
tó tepur, og uttan at
Tjóðveldi tók undir
við uppskotinum.
Vit hava spurt hví
Tjóðveldi atkvøddi
ímóti uppskotinum
Merkið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í gjár hekk Merkið á fyrsta
sinni inni í tingsalinum, eft
ir at Løgtingið tann 8. okto
ber í fjør samtykti eitt upp
skot til samtyktar um, at
Løgtingið tekur undir við,
at Merkið skal virðast og
hava hóskandi pláss í ting
salinum.
Sjálvstýrisflokkurin, sum
átti uppskotið, segði í við
merkingunum til uppruna
uppskotið, at »Sjálvstýris
flokkurin vil við uppskotin
um vísa Merkinum og tjóð
ini, ið tað umboðar, størri
virðing og meiri ásýniligt
pláss í tingstarvinum.«
Men tá Løgtingið sam
tykti uppskotið við bert 11
atkvøðum fyri, 8 atkvøðum
ímóti og 5 blonkum, var tað
uttan stuðul frá Tjóðveldi,
sum fólk møguliga høvdu
hildið var náttúrligt.
Sjúrður Skaale greiðir
frá, at ein av orsøkunum til,
at fleiri helst atkvøddu
blankt, er at handa orðingin
við, at Løgtingið tekur und
ir við, at Merkið skal virðast
og hava hóskandi pláss í
tingsalinum, sum er eitt
sindur lumpislig, tí um ting
fólk ikki tóku undir við upp
skotinum, so kundi tað sæð
út sum at tey ikki tóku undir
við uppskotinum.
Tað eru eisini nøkur
lond, sum allatíð hava tørv
á at skapa og styrkja tjóðar
samleikan. Tak eitt nú USA,
sum er sett saman av so
ótrúliga nógvum fólkasløg
um, og sum er í stríð við
onnur lond, tey hava stóran
tørv á at minna fólk á, at
tey eru ein tjóð og at tey
mugu standa saman. Eisini
hjá eitt nú Ísrael er tað neyð
ugt at minna fólk á tjóðar
samleikan og at standa sam
an. Henda tørvin hava vit jú
ikki í Føroyum. Her er tað
eyðsýnt, hvør er útlendingur
og hvør er føroyingur, og
føroyingar hava ein sterkan
tjóðarsamleika,
greiðir
Sjúrður Skaale frá.
Uttanfyri siðvenjuna
Sjúrður Skaale vísir eisini
á, at tað heldur ikki er sið
venja í Føroyum at flagga
inni og nýta Merkið í ger
andisdegnum.
Siðvenjan í Føroyum
hevur verið, at Merkið verð
ur nýtt í samband við hátíð
ardagar.
Merkið
hevur
veittrað á Tingvøllinum og
í Tinganesi tá hátíðarhald
og hátíðardagar eru, og tað
er í samsvar við siðvenjuna,
sum hevur verið í Føroyum,
sigur Sjúrður Skaale.
Formansskapurin
skuldi hava avgerðina
Tá uppskotið varð fyri í
Mentanarnevndini, varð eitt
broytingaruppskot sett fram
av meirilutanum, Jógvan á
Lakjuni, Óli Breckmann,
Marjus Dam og Sámal
Petur í Grund, sum strikaði
orðingina við, at Merkið
skal virðast, soleiðis at tað
bert stóð, at Merkið skuldi
hava hóskandi pláss í Ting
salinum.
Minnilutin í Mentanar
nevndini, Magni Laksáfoss,
Eyðgunn Samuelsen og
Sjúrður Skaale, søgdu í sín
um viðmerkingum til upp
skotið, at hann ikki metti, at
tað eigur at vera upp til eina
støðutakan í Løgtinginum,
hvørt Merkið skal hanga í
tingsalinum ella ikki, og at
hetta var ein spurningur,
sum formansskapurin eigur
taka støðu til.
Sjúrður Skaale greiðir frá,
at tá støða skuldi takast til
uppskotini, kom upprunaupp
skotið til atkvøðugreiðslu
fyrst og varð samtykt.
Varð hin orðingin komin
til atkvøðugreiðslu fyrst, so
ivist eg ikki í, at tað upp
skotið hevði verið samtykt
í staðin, sigur Sjúrður
Skaale.
Sjúrður Skaale vísir á, at
hóast Tjóðveldi og onnur
ikki tók undir við at sam
tykkja, at Merkið skal
hanga í tingsalinum, so fat
ar alt Tingið Merkið, sum
at tað er ímyndin av tjóðar
samleikanum, og at tað er
eingin munur á flokkunum
í so máta.
Tjóðveldi hevur einki ímóti Merkinum
Merkið hevði á fyrsta sinni í gjár fingið eitt »virðiligt pláss« í Tingsalinum. Men hóast fleiri
atkvøddu ímóti uppskotinum, merkir tað ikki at tey ikki virða Merkið, sigur Sjúrður Skaale,
tingmaður hjá Tjóðveldi
Uppgerðin hjá Hag
stovu Føroya av útflutn
inginum fyrstu 11
mánaðirnar av 2009
vísur, at vit útfluttu
fisk fyri áleið sama
krónutal sum í 2008
Útflutningur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Uppgerðin hjá Hagstovu
Føroya av útflutninginum
fyrstu 11 mánaðirnar av
2009 vísur, at vit útfluttu
fisk fyri áleið sama krónutal
sum í 2008.
Sum vit eisini hava hoyrt
fleiri fer seinastu tíðina, er
tað serliga alivinnan sum
hevur økt um útflutnings
virðið, og er tað útflutning
urin av botnfiski, sum í
krónum er minkaður nógv.
Í 2008 útfluttu vit frá janu
ar til november fyri 1.383
milliónir krónur, meðan vit í
sama tíðarskeiði í 2009
útfluttu fyri 1.161 milliónir
krónur av botnfiski. Útflutn
ingurin av uppisjóvarfiski
minkaði við 80 milliónum
krónum, og útflutningurin
av øðrum fiski og fiskaúr
dráttum minkaði við 71
milliónum krónum.
Alivinnan hevur hinvegin
havt tað framúr gott í fjør,
og er tað orsøkin til, at saml
aða útflutningsvirið av fiski
var áleið tað sama í 2009
sum í 2008.
Vit útfluttu fyri 893 milli
ónir av alifiski í 2008 og
1.271 milliónir í 2009
svarandi til ein útflutnings
vøkstur á 378 milliónir
krónur.
Samlað útfluttu vit fyri
3,7 milliardir, smáar 400
milliónir minni enn í 2008.
Hetta skyldast at vit seldu
skip av landinum fyri 600
milliónir í 2008 móti 200
milliónum í fjør. Tilsamans
minkaði fiskavøruútflutning
urin fyrstu 11 mánaðirnar í
2009, samanborið við 2008,
við 42 milliónum krónum,
svarandi til 1 prosent.
Útflutningurin av fiski minkaði eitt prosent
Útflutningurin av fiskavørum fyrstu 11 mánaðirnar í 2009 minkaði eitt prosent samanborið við 2008
Savnsmynd