Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 13 - 20. januar 2010 Avgerðandi stig eru nú tikin fyri at seigpína sjúkrahúsið í Klaksvík og í Suðuroy til tey fáa ein syrgiligan deyða um ikki so langa tíð, sigur Jákup Petersen, yvirlækni í Klaksvík Heilsuverk Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er byrjanin til endan á sjúkrhúsinum í Klaksvík og í Suðuroy. Jákup Petersen, sum er yvirklækni og í leiðsluni í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ivast ikki í, at ætlanin er nú at tey smáu sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy, miðvíst skulu niðurlagast, til tey at enda verða stongd, ella enda sum uppvenjingarstøðir við ong- um serlækna. Tað er framferðin hjá heilsumálaráðnum seinastu tíðina fær yvirlæknan í Klaks- vík at taka so rívan til. - Tað hevur leingi ligið í kortunum at arbeitt hevur verið við eini ætlan sum skuldi máða grundarlagið undan Klaksvíkar og Suður- oyar Sjúkrahúsi, sigur hann. Sluppu ikki við Hann sigur, at hetta átakið kom í ljósmála fyri einum hálvum árið síðani, tá ið visitatiónsnevndin varð boðsend til fundar. - Hetta hendi í bestu summartíð, tá ið visitatións- nevndin í skundi helt tveir fundir, sum vórðu fráboðaðir við óregluliga stuttari freist. Men tað ringasta var, at tað bar hvørki til hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi at møta, tí teirra limir í nevndini vóru burturstaddir í summarfrí Jákup Petersen sigur, at formansskapurin í nevndini varð kunnaður um hetta, men limirnir úr miðøkinum vóru so mikið nógvir í tali, at nevndin varð viðtøkufør og tí vórðu hesir avgerðandi fundir hildnir, uttan at hava tey smáu sjúkrahúsini við. - Úrslitið av hesum fund- um var eitt tilmæli. Men sambært yvirlækn- anum var eitt tilmæli frá heilsumálaráðnum um ser- viðgerð uttanlands flættað upp og sent landsstýris- manninum, sum síðani setti tilmælið í verk. Størsta kvett í nýggjari Jákup Petersen sigur, at hetta átakið vardi í 10 dag- ar og hann aftrar seg ikki við at kalla hetta størsta kvett í føroyska heilsuverk- inum í nýggjari tíð. - Við hesum kvetti vórðu sjúkrahúsið í Klaksvík og í Suðuroy í verunleikanum løgd undir umsiting av Landssjúkrahúsinum og tað er byrjanin til endan á teim- um smáu sjúkrahúsunum. Nú verður so eisini arbeitt við eini samstarvsavtalu ímillum tey trý sjúkrahúsini, sum skal staðfesta tað, sum er farið fram og sum fer at skunda undir avmontering- ina av smáu sjúkrahúsunum. Samstarvsavtalan er ikki endaliga avgreitt enn, men arbeitt verður av kraft við at fáa hana setta í gildi. Avgerðir tiknar í Havn Jákup Petersen sigur, at úrslitið av hesum átaki er, at nú er tað Landssjúkrahúsið einsamalt, sum avgerð, hvørjir sjúklingar skulu send- ast uttanlands í viðgerð. Higartil hava tað verið avvarðandi yvirlæknar á teimum trimum sjúkrahús- unum, sum hava sent sjúk- lingar uttanlands og játtanin lá undir heilsumálaráðnum. Men nú eru tað yvirlækn- arnir á Landssjúkrahúsinum einsamallir, sum gera av, hvørjir sjúklingar skulu sendast uttanlands og tað verður landssjúkrahúsið einsamalt, sum fær ábyrgd- ina av játtanini. Yvirklæknin í Klaksvík tvíheldur um, at hetta er ein avgerð, sum hvørki visita- tiónsnevndin, stjórabólkur- in ella strategski bólkurin hava mælt til, men tvørtur ímóti hava verið beinleiðis ímóti. Stjórabólkurin og strateg- iski bólkurin eru bólkar, sum tey trý sjúkrahúsini eru limir í hava sent nakað tílíkt tilmæli. - Hetta merkir, at tær yvir- læknar á teimum smáu sjúkra- húsunum, sum hava kannað sjúklingin, hava viðgjørt hann og kenna hann, eru settir til viks, tí nú verða tað yvirlæknar á landssjúkrahúsinum, sum hava avgerðina. Miseydnaðist Jákup Petersen sigur, at hetta var tann skipan, sum varð galdandi í sekstiárunum, men hon elvdi til so stóra ónøgd, at hon varð avtikin. Tí skilir hann ikki, at vit nú skulu venda aftur til eina skipan, sum varð avtikin, tí hon riggaði so illa. - Hendan mannagongd miseydnaðist í sekstiárunum og hon fer aftur at miseydn- ast nú, sigur hann. Men ein onnur avleiðing av hesi nýggju skipanini er, at nú fær Landssjúkrahúsið eisini avgerðandi orðið at siga, um, hvørjar viðgerðir tey smáu sjúkrahúsini taka heim. - Heimtøka av viðgerðum verða fíggjaðar av játtanini til serviðgerð uttanlands og smáu sjúkrahúsini hava gjørt nógv burtur úr at fáa serlæknar hendavegin at viðgera sjúklingar, heldur enn at senda sjúklingar uttanlands. - Men hetta heldur nú uppat, tí nú verða tað yvir- læknarnir á Landssjúkrahús- inum, sum hava seinasta orðið um, hvørjar viðgerðir verða tiknar heim. Og samstudnis verða tað yvirlæknar á Landssjúkra- húsinum sum fáa ábyrgdina av øllum bíðilistunum til serviðgerð uttanlands. - Hetta er ikki av umsorg- an fyri skattaborgarans pen- ingi. Hetta snýr seg eina og aleina um at taka grundar- lagið undan teimum smáu sjúkrahúsunum, er Jákup Petersen ikki í iva um. Yvirlæknar rýma Hann sigur, at tilverugrund- arlagið hjá Klaksvíkar Sjúkrahús er at liggja frammarliga, at taka upp nýggjar kanningar og við- gerðir, at hava hægstu tæn- astu mótvegis sjúklingum. - Tað er grundarlagið fyri, at læknar yvirhøvur vilja koma til sjúkrahúsið. Sostatt eru serviðgerðir uttanlands og heimtøkur grundarsteinurin og orsøkin til, at nakað sjúkrahús er í Klaksvík. Og verða hetta virksemið tikið frá sjúkrahúsinum og lagt undir Landssjúkrahúsið, er tað deyðadómurin yvir súkrahúsið. - So endar Klaksvíkar Sjúkrahús og kanska eisini Suðuroyar Sjúkrahús, sum miðstøðir fyri røkt og venjing - Til hetta krevst ikki nak- að sjúkrahús og ongir ser- læknar, men bert ein stovnur rikin av medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Í øll- um førum fer ongin ser- lækni at søkja til Klaksvíkar undir hesum umstøðum. Og við ongum serlæknum er heldur onki sjúkrahús, staðfestir Jákup Petersen. Í Sosialinum teir næstu dagarnar fara vit at hoyra meiri um hetta málið. Sjúkrahúsið í Klaksvík og í Suðuroy á veg í deyðan Jákup Petersen, yvirlækni í Klaksvík, sigur, at tað, sum er farið fram, er størsta kvett í føroyska heilsuverkinum í nýggjari tíð og at tað fer at vera tann vissi deyði hjá teimum smáu sjúkrahúsunum Snýta við tilboðum Danska sjónvarpsendingin hevur avdúkað, at nógvir handlar snýta, tá teir lýsa við tilboðum. Við at kanna tilboð fleiri mánaðir aftureftir og við fjaldum myndatóli kann sendingin vísa á, at í fleiri førum eru tey góðu tilboðini als ikki so góð, sum handlarnir lýsa. Eitt nú lýsti ein handil herfyri, at hann seldi eitt sofasett fyri 8.999 krónur, og at keyparin spardi 1.000 krónur. Men kanningin hjá Kontant vísir, at tað sama sofasettið kostaði 6.999 krónur í desember. Sostatt var tað vorðið 2.000 krónur dýrari, nú handilin lýsti tað í útsølu. Eitt mistak, sigur handilin við Kontant. Ein dýr frásøgn Mehmet Ali Agca, sum royndi at beina fyri Jóhannesi Pákk páva í 1981, ætlar sær nú at greiða frá, hví hann gjørdi av at beina fyri pávanum. Men tað verður ikki ókeypis, tí sambært Reuters ætlar Mehmet Ali Agca at krevja fleiri milliónir krónur fyri samrøður og rættindini til at brúka søgu hansara í bók og filmi. Mehmet Ali Agca sat í fongsli í Italia í nítjan ár. Í 2000 fekk hann grið og bleiv sendur til Turkalands, haðani hann er ættaður. Hann bleiv hann aftur dømdur fyri dráp, men fyrradagin varð hann latin leysur.