Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 13 - 20. januar 2010 Tað loypti helst ekka á mong sum seinnapartin í gjár gingu framvið Havnará. Umhvørvi Snorri Brend myndir: Jens Kristian Vang Havn: Fólk hava helst hoyrt um dálking av áum og um grønan alguvøkstur. Men at síggja eina annars púra reina á, algrøna á liti, var neyvan ein sjón sum hugaði fólki. Um ein hugdi nærri eftir sóu fólk, at dunnunum í ánni batti í øllum førum einki. Tær svumu og leitaðu eftir føði, sum um einki var hent. Orsøkin til henda grøna – og als ikki vandamikla – litin er, sum skilst ein ætlan hjá kommununi at kanna eftir, hvagar áarvatnið fer. Tað kemur av og á fyri, at vatn rennur aðrarstaðir enn ætlað, og tí nýta teir henda sterka grøna litin at kanna, hvar tað so fer. Vøkru myndirnar hjá myndamanni okkara vísa greitt, hvussu vøkur ein – annars grønlitað – Havnará kann vera. Orsakað av fundarvirk­ semi í kommununi fyrra­ partin í dag, bar ikki til at fáa meiri at vita um málið. Bumba til Grønlands Løgreglan í Danmark hevur handtikið ein mann í Vesturjyllandi og skuldsett hann fyri at hava sent eina brævbumbu til Aasiat í Grønlandi. Blaðið Sermitsiaq skrivar, at serfrøðingar hjá ríkisløgregluni skuldu koma til Aasiat í gjár at kanna pakkan við lutinum, sum er líkur einari bumbu. Sermitsiaq skrivar, at pakkin var sendur einum manni, sum fyrr hevur fingið hóttanir. Sambært blaðnum tordi maðurin ikki á posthúsið eftir pakkanum, tí hann kendi ikki tann, ið stóð sum sendari. Ístaðin fyri valdi hann at boða løgregluni frá. Heiðraðu Craxi Andstøðutinglimirnir í italska senatinum vóru í øðini í gjár, tá meirilutin valdi at heiðra fyrrverandi frorsætisráðharrin Betino Craxi, sum var forsætisráðharri frá 1983 til 1987. Andstøðulim­ irnir vístu á, at Craxi bleiv dømdur 10 ára fongsul fyri svik, og at hann rýmdi til Tunesia fyri at sleppa undan revsingini. Sambært italskum fjølmiðlum er tað ikki so løgið, at stjórnin hjá Silvio Berlusconi heiðrar Ceaxi. Hann og Berlusconi vóru vinmenn, og tað var hann, sum gav Berlusconi stór framíhjárættindi á italska sjónvarpsmarknaðinum, skrivar AFP. Betino Craxi var tann fyrsti sosialistiski forsætisráðharrin í Italia. Hann doyði í Tunesia í 2000. Grøna vatnið sá ógvusligt út, men var annars vandaleyst Dunnum bilti einki, her tær spæla sær í reinu – og í gjár grønu - Havnará Grøn Havnará