Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 12 - 19. januar 2010 lýsingar Grundskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya Í vár verður væl umtókta Grundskeiðið í lóg aftur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. Skeiðið telur 15 námsstig. Skeiðið er eisini ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn (ikki hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti. Undirvíst verður tvær ferðir tríggjar tímar aðru hvørja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 – 13.00. Skeiðið byrjar mánadagin 8. februar 2010 og endar við eini 4-tímars skrivligari próvtøku mikudagin 26. mai 2010. Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting. Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið skeiðið út, og hevur sera stórur áhugi verið fyri tí. Ábyrgd av skeiðnum hevur Kári á Rógvi PhD lektari í løgfrøði. Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróð- skaparsetrinum) verður skeiðsgjald kravt, kr. 6.500 fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo Avmarkað luttøka. Umsóknarfreistin er sett til mikudagin 20. januar 2010. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Nýtir tú ov nógva olju? Vit hava 25 ára royndir og serkunnleika í eftirbjálving. Vit blása við leysari steinull, ið liggur sera væl og sjunkar ikki sum árini ganga. Vit bjálva útVeggir, innVeggir, skráVeggir, loft og gólV. Bjálvað verður fyrst og fremst fyri at fáa eini heitari hús og á tann hátt spara orku. Eini væl bjálvað hús hava eisini aðrar fyrimunir. • Steinullin bjálvar sera væl móti gangi. Bæði gangi uttanífrá og gangi millum hæddir. • Gjósturin í húsinum hvørvur • Húsini gerast hugnaligari og vaksa í virði • Húsini gerast tryggari, tí at steinullin verjir móti eldi Øll hús kunnu bjálvast, um tey eru av timburi ella betong – nýggj ella gomul. Íløgan er skjótt spard inn aftur í oljunýtslu. ring og fá meira at vita á telefon 319309 / 519309 HúsabjálviNg v/ julius Hammer ·Tel. 319309 / 519309 Vegna eitt av viðskiftafólkum okkara verða fylgjandi ognir lýstar til sølu: • Scania R144 6x12, trekkjari, árgang 98 • Scania 6x12, lastbilur við 3-vegis vippu, árgang 96 • Kel-Berg leguvognur, innilokaður, árgang 94 Áhugaði kunnu venda sær til undirritaða á lamhauge@klett.fo ella á tlf. 31 17 44. Bringsnagøta 21 · Postboks 62 · 110 Tórshavn · Tel 311744 Faks 318844 · www.klett.fo · klett@klett.fo Lastbilar til sølu Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Stuðulsfólk til brúkarar í Vestmanna Stuðulstænastan søkir við hesum eftir stuðli at arbeiða 24 tímar um vikuna . Stuðulin kemur at arbeiða út frá Sambýlunum í Sandavági. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Signu Andreasen, sambýlisleiðara tlf. 764270 Umsókn Sendið eina umsókn við prógvi, upplýsing um út­ búgving og møguligum viðmælum til: Nærverkið Stuðulstænastan Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað.: Signa Andreasen Umsóknarfreist: 2. februar 2010. Lesið alla lýsingina á heimasíðu okkara: www.naerverk.fo / leys størv Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum. SKEIÐ KRAN D Lastvognsásettur krani 8-25 tonsmetur Skeið byrjar í Tórshavn mikukvøldið 20. jan. kl. 19:15 KRAN E Lastvognsásettur krani yvir 25 tonsmetur Skeið byrjar í Tórshavn mikukvøldið 03. feb. kl. 19:15 Tilmelding á tel. 21 62 22 Vinnukortið Hevur tú hund? So burdi tú eisini havt SKYTTENs SPECIAL Bílegging á kho@olivant.fo ella tel. 22 12 40 Special – 20 kg kr. 450,- Turrfóður til vaksnar hundar. Við omega-3 og omega-6 feittsýrum, ið geva blankan og skínandi pels. Sera gott til hundar við húð- og pelstrupulleikum og til eldri hundar. -har tað hendir Sunnudagsskúli í Hoyvík Hvønn sunnudag klokkan 11 er sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju. Tú ert eisini vælkomin at verða við. Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju Snorri Brend (fartlf. 288233)