hósdagur 21. januar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2010
Kristiliga útvarps
rásin Lindin hátíðar
heldur í dag 10 ára
dagin fyri fyrstu
sendingunum, og
tey hava harvið gjørt
til skamma allar
spádómar um eina
bert tvey ára livitíð
HÁTÍÐARHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jans Kristian Vang
Tað er eftirhondini ein
niðurslitin
klisje,
men
kortini passar hon sera væl
til dagin: Lindin er komin
fyri at vera.
Kristiliga
útvarpsrásin
dekkar í dag 90% av landin
um, rásin sendir alt døgnið
runt. Og nevnd og felag er
komið langan veg, síðani
stigtakararnir á fyrsta sinni
tóku fyrstu smáu stigini
fram ímóti einari føroyskari
kristiligari útvarpsrás.
Tað fara at vera 21 ár síð
ani, at fýra samkomur tóku
seg saman og sendu inn eina
umsókn um at senda útvarp.
Hetta stig varð tikið væl
vitandi, at einkarrættur vald
aði á økinum, og tí kom eitt
noktandi svar á ongan hátt
óvart á, sigur Preben Han
sen, nevndarformaður fyri
Lindina.
Ætlanin var upprunaliga
at sleppa at nýta sendinetið
hjá Útvarpinum um náttina,
tá eingin sending kortini
var, men hetta kundi ikki
lata seg gera. Lív var kortini
hildið í ætlanunum, og tá
ættin tóktist at skifta seinast
í 90unum, varð doyðurin
aftur lagdur á at fáa
umsóknina játtaða.
Í 1999 var so einkar
rætturin hjá Útvarpinum at
senda avtikin, og vit fingu
okkara sendiloyvi. Síðani
varð farið undir at útvega
høli og so varð smíðað og
snikkað til soleiðis at vit
kundu fara undir sendingar
21. januar 2000, sigur
Preben Hansen.
Beinanvegin, sum einkar
rætturin varð avtikin, fóru
fyrireikararnir
undir
at
kanna, um ein útvarpsrás
kundi fíggjast einans við
gávum og øðrum fíggjar
ligum stuðli.
Vit fingu einar 60 til
søgnir um stuðul, og so
varð lagt til brots. Rásin
hevur ment seg ógvuliga
nógv síðani, og teir 60
stuðlanir eru vaksnir til
700800. Vit senda nú eisini
á netinum, og Lindin er at
hoyra alt døgnið runt, sigur
Preben Hansen.
Alt sjálvboðið
Kjarnin í øllum virksemi
num er sjálvbodna arbeiðið,
sum serliga vertirnir veita.
Allar sendingar uttan
teir tveir tímarnir, sum vit
senda beinleiðis fyrrrapart,
hava
sjálvbodnar
vertir.
Sendingarnar fara eisini í
mestan mun fram uttan fyri
vanliga arbeiðstíð, eisini
um kvøldið, sigur Preben
Hansen.
Ein
annar
ómetaliga
stórur stuðul eru hølini og
tann næstan láturliga lága
leigan, sum Lindin heilt frá
byrjan hevur notið gott av.
Vit liggja sera sentralt í
Havnini, og hølini eru bæði
stór og góð, men kortini
hava vit øll hesi árini einans
goldið 5.000 krónur í leigu
um mánaðin. Hartil hevur
eigarin, Osmund Justinus
sen – vanliga nevdur Ossi
– javnan ringt og spurt,
hvussu til stóð, og so er tað
meiri enn so komið fyri, at
hann hevur sagt »gott er«
við leigu tann mánaðin,
sigur Jenis av Rana, sum er
ein annar av nevndar
limunum í Lindini.
Eitt annað, sum eisini
hevur havt ómetaliga stóran
týdning
fyri
sjálvbodna
arbeiðið í Lindini er, at tær
útbyggingar, ið nevndin
hevur ynskt, eru sponsorer
aðar, ofta av ónevndum
persónum ella fyritøkum.
Tað hevur altíð verið
okkara arbeiðsháttur, at vit
útvega pengarnar, áðrenn
vit gera eina íløgu. Vit lata
tað frætta á Lindini, at vit
nú hava í hyggju at gera eitt
nýtt studio ella annað, og
áðrenn nakran varðir, hevur
ein ónevndur donorur givið
100.000
krónur,
sigur
Símun Hansen, enn annar
nevndarlimur.
Tíðindasendingar
Nevndin er sjálvandi altíð
áhugað í at betra um sendi
flatuna, og stóri áhugin
millum fólk hevur eisini
sannført nevnd, starvsfólk
og allan felagsskapin í síni
heild um, at Lindin nøktar
ein tørv.
Vit hava eina langa røð
av ringbindum standandi í
tí vit kalla bønarhølið.
Hetta eru áheitanir frá fólki
um at biða fyri einumhvørj
um, og tað kann vera alt frá
tí sera persónliga til tað
heilt almenna. Frá trupul
leikum í hjúnarbandinum
og til ræðuligu støðuna á
Haiti, sigur ein av vertunum
og nevndarlimurin, Hjørdis
Háberg Petersen.
Hon hevur eina beinleiðis
sending um morgunin mill
um 9 og 11, og hennara
fyrsti gestur í morgun var
eingin annar enn Óli Breck
mann, ið neyvan er henni
heilt ókendur. Óli skrivaði
jú bøkurnar um lívsleiðina
hjá pápa Hjørdis, Ejler
Jacobsen.
Men eitt er tað, sum
Lindin nú sendir, eitt annað
er, hvat liggur í kortunum.
Og nevndin hevur eitt
avgjørt føðingardagsynski.
Vit gera í løtuni eitt
kanningararbeiði at vita,
um tað ber til at gera
tíðindasendingar á Lindini.
Ynski er at fáa fatur á
einum
professionellum
journalisti,
sum
kann
arbeiða
hálva
tíð
við
tíðindum. Tað rørist jú nógv
í føroyska kristinlívinum,
sum útvarpið hjá Kring
varpinum og Rás2 ikki
dekka. Og tað er har vit
ætla at seta inn, og ikki taka
upp kappingina við hinar
rásirnar um hini tíðindini,
sigur Jenis av Rana.
Fíggjarætlanin hjá Lind
ini er í dag 1,4 milliónir, alt
gávur og stuðul, og skal
rásin eisini senda tíðindi,
skal ein sponsorur finnast
til ta sendingina.
Tað er í stóran mun somu
fólk, sum manna rásina og
nevndina. Í dag situr Preben
Hansen
sum
formaður,
meðan hini í 4manna
nevndini eru Jenis av Rana,
Hjørdis Háberg Petersen og
Símun Hansen.
Dreymurin er tíðindasendingar
Tríggir av teimum fýra
nevndarlimunum í Lindini.
Frá vinstru Símun Hansen,
Jenis av Rana og Preben
Hansen, formaður
Fjórði nevndarlimurin er
Hjørdis Háberg Petersen.
Hon kom í nevndina
fyri hálvum ári síðani,
men hevur verið vertur í
morgunsendingini seinastu
trý árini. Fyrsti gesturin á 10-
ára føðingardegnum var Óli
Breckmann, løgtingslimur
Í sambandi við 10 ára føðingardagin hevur Lindin
fingið nýtt búmerki
Fleiri uppsagnir
Í síðstu viku fingu meiri enn 300 starvsfólk á
sjúkrahúsinum í Herlev boð um, at tey missa arbeiðið, og
í gjár boðaði leiðslan á sjúkrahúsinum í Hvidovre
starvsfólkunum har frá, at 225 størv verða niðurløgd.
Harafturat verða ósett størv ikki sett. Orsøkin er, at
sjúkrahúsið í Hvidovre skal spara 107 milliónir krónur.
Andstøðan í Fólkatinginum gevur stjórnini skyldina av
gongdini, men stjórnin leggur ábyrgdina á regiónirnar,
sum reka sjúkrahúsini. Regiónirnar siga, at tær hava ikki
nóg mikið av pengum til tær uppgávurnar, sum
sjúkrahúsini hava fingið frá landspolitikarunum.
Nógvur fiskur til
Sambært danska ráðharranum í matvørumálum hevur
fiskikvotuskipanin roynst dønum so væl, at nú er meiri
av fleiri fiskasløgum í donskum sjóøki enn fyrr. Eva
Kjer Hansen (myndin) sigur í einari fráboðan, at av
markingar tey seinastu árini hava virkað eftir ætlan, og
at danskir fiskimenn tí kunnu rokna við at fáa størri
kvotur. SvendErik Andersen, sum er formaður í danska
fiskivinnufelagnum, sigur við DR, at fiskimenninir
hava einki ímóti kvotum, men at teir vilja ikki hava eina
skipan, sum avmarkar, hvussu nógvar dagar hvørt
fiskifar kann vera til fiskiskap.