Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2010 – Vit kunnu ikki lut­ taka í eini ætlan, sum fer at taka grund arlagið undan okkara stovni. Hesi greiðu boð hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum fing­ ið frá læknunum og leiðslunum á sjúkra­ húsinum í Klaksvík og í Suðuroy Heilsuverkið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta fer at taka grund­ arlagið undan teimum smáu sjúkrahúsunum. So avgjørda støðu hava yvirlæknarnir og leiðslurnar á teimum báðum smáu sjúkrahúsinum til eina ætl­ an, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar at seta í verk. Hetta staðfesta yvirlækn­ arnir og leiðslurnar á Klaks­ víkar­ og Suðuroyar sjúkra­ húsi í skrivi til Heilsu mála­ ráðið og sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Og umboðini fyri sjúkra­ húsið í Klaksvík og í Suð­ uroy siga bart út, at tey vilja ikki luttaka í eini ætlan, sum fer at máa støðið undan teimum smáu sjúkrahúsin­ um. Miðsavna myndugleikan Við teirri grundgeving av samskipa serviðgerðina uttanlands og virksemið á teimum trimum sjúkrahús­ unum, hevur landsstýris­ maðurin í heilsumálum gjørt av, at nú skulu tað verða leiðandi yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, sum skulu hava ábyrgdina av allari játtanini til serviðgerð uttanlands og tað verða sostatt teir, sum gera av, hvørjir sjúklingar skulu send ast uttanlands til við­ gerðar. Játtanin til serviðger utt­ anlands hevur eisini fíggjað útreiðslurnar av at fáa ser­ læknar uttanlands heim á tey føroysku sjúkrahúsini at arbeiða. Men nú verða tað somu­ leiðis yvirlæknar á lands­ sjúkrahúsinum, sum skulu skipa hesum partinum av virkseminum, eisini fyri tey smáu sjúkrahúsini. Tað er somuleiðis ætlanin at skipa alt virksemi, sum hevur við kanning og við­ gerð í trý øki. Tað merkir, at alt skurð­ økið á teimum trimum sjúkra húsinum verður lagt undir somu leiðslu av ein­ um yvirlækna á Lands­ sjúkrahúsinum. Tað sama ger seg galdandi fyri onnur øki. Hesum greiddu vit frá í Sosialinum í gjár. Nokta at skriva undir Samstundis ætlar heilsu­ mála ráðið, at tey trý sjúkra­ húsini skulu skriva undir eina samstarvsavtalu. ­ Hendan samstarv sav tal­ an er so hegniliga orðaður, at í fyrsta umfari sær hon heilt skilagóð út, sigur Ják­ up Petersen, yvirlækni í Klaksvík. – Men veruliga endamál­ ið við hesi avtaluni er at binda leiðslurnar á teimum smáu sjúkrahúsunum og at tryggja, at ætlanin at mið­ savna avgerðarrættin yvir heilsuverkið á Lands sjúkra­ húsinum verður sett í verk. Tað er ikki bara Jákup Petersen, sum hevur hesa áskoðan, tí allir yvirlækn­ ar nir og øll í leiðsluni á teim um báðum smáu sjúkra húsunum, eru púra samd við hann. Av tí sama vilja leiðsl ur­ nar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsið ikki skriva undir samstarvs­ avtaluna. Tvørturímóti hava tey mót mælt ætlanini hjá heilsu málaráðnum. Tey siga, at ætlanin at samskipa alla serviðgerð uttanlands á Landssjúkra­ húsinum hevur hvørki verið viðgjørd í visitatións nevnd­ ini, ella í stjóra og stra tegi­ bólkinum. Og hóast ongin undirtøka er fyri ætlanini á teimum smáu sjúkrahúsunum, verð­ ur ætlanin sett í verk. Leiðslurnar og yvirlækn­ arnir í Klaksvík og í Suð ur­ oy spyrja speiskliga um hetta skal vera byrjanin til tað góða samstarvið ímill­ um tey trý sjúkrahúsini. Niðurlagar smáu sjúkrahúsini Tey siga, at skal alt umsitast av landssjúkrahúsinum og tað merkir, at tað neyvan fer at bera til at fáa út ­ lendsk ar serlæknar á smáu sjúkrahúsini at arbeiða. Tað kann eisini hugsast, at yvirlæknarnir á smáu sjúkrahúsunum skulu ígjøg­ num yvirlæknarnar á lands­ sjúkrahúsinum, áðrenn sjúk lingar kunnu sendast uttan lands til viðgerðar. Læknarnir og leiðslurnar á sjúkrahúsinum í Suðuroy í Klaksvík, staðfesta, at hetta er avgerandi fyri um nakir yvirlæknar fara at støð ast á smærru sjúkra­ hús inum. – Sostatt máar hetta støð­ ið undan teimum smáu sjúkrahúsunum Og tað vilja leiðslurnar á smáu sjúkrahúsunum ikki vera við í. Tær siga eisini, at tað stríður ímóti politiska viljanum, sum hevur stað­ fest, at tað skulu vera trý sjúkrahús í Føroyum. – Tað er ógjørligt fyri stjórarnar á teimum smáu sjúkrahúsunum at skriva und ir eina slíka samstarvs­ avtalu, siga sjúkrahús leiðsl­ urnar í Suðuroy og í Klaks­ vík í mótmæli til heilsu­ mála ráðið. Vilja samstarva Tær leggja kortini dent á, at tær vilja sjálvandi samstarva og tær vilja sjálvandi fylgja lógini. – Men andin til gott sam­ starv og at fylgja lógini, má eisini vera galdandi fyri ovasta myndugleika. Vit kunnu ikki luttaka í eini ætlan, sum tekur grundar­ lagið undan okkara stovni, stendur í mótmælinum til heilsumálaráðið. Ístaðin fyri at miðsavna alla játtanina til serviðgerð uttanlands á Landssjúkra­ húsinum, mæla leiðslurnar á Suðuroyar­ og Klaksvíkar sjúkrahúsi til, at játtanin verður býtt sundur ímillum tey trý sjúkrahúsini, so at tey sjálvi sleppa at umsita hana. Mótmælið til heilsu mála­ ráðið er undirskrivað av Hera Ellingsgaard, stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Jákupi Petersen, yvirlækna í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Jonu Nielsen fyristøðu­ kvinnu á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi, Ronnie Midjord, stjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Hans Peturi Nielsen, yvir­ lækna í Suðuroyar Sjúkra­ húsi og Thyru Thorsteins­ son, fyristøðukvinnu á Suð­ uroyar Sjúkrahúsi. Vit hava meiri um sama mál í Sosialinum næstu dag arnar. Tað er ógjørligt at skriva undir eina samstarvsavtalu, sum máar grundarlagið undan teimum smáu sjúkrahúsunum og sum gongur ímóti politiska viljanum, siga leiðslurnar á Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahúsi í mótmælisskrivi til Heilsumálaráðið Smáu sjúkrahúsini berjast fyri lívinum Nesbø kann vinna Norski rithøvundurin Jo Nesbø hevur møguleika at vinna ta størstu virðislønina í USA fyri krimibókmentir. Talan er um bókina Rødstrømpe, sum á enskum hevur heitið Nemesis, og sum sambært Aftenposten er innstillað til ta sonevndu Edgar Awards­virðislønina, ið er uppkallað eftir tí kenda rithøvundinum Edgar Allan Poe. Fimm aðrar bøkur eru innstillaðar til virðislønina, og avgerðin fellur í apríl. Millum hinar bøkurnar, sum eru innstillaðar, eru The Kidds hjá Kathleen George og The Last Child hjá John Hart, skrivar Aftenposten. Telduspøl góvu hall Tað gamla danska orðatakið sigur, at skómakarin eigur at halda seg til leistin, og í dag man leiðslan í tí kenda danska forlagnum Gyldendal sanna, at felagið skuldi hildið seg til bøkurnar. Tí hóast forlagið seldi fleiri bøkur teir seinastu mánaðirnar í fjør enn í 2008, endaði roknskapurin fyri 2009 við 35 milliónum krónum í halli. Orsøkin er, at felagið kendi seg noytt til at niðurskriva virðið á telduspølunum, sum tað hevur á goymslu, heilar 85 milliónir krónur, skrivar DR. Tíðindini um hallið gjørdu, at virðið á partabrøvunum í Gyldendal fall næstan átta prosent í gjár.