fríggjadagur 22. januar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2010
tíðindi
Í kvøld verður
sokallað skúmparty
fyri ung niður í
15 ár í Havn. Men
fleiri halda tað vera
óheppið, at lokka ung
til tiltøk, har sexuellu
undirtónarnir eru so
eyðsýndir
Børn og ung
Rigmor Dam og Inna
Törnroos
Rigmor@sosialurin.fo
inna@sosialurin.fo
Tað eru eftir øllum at døma
ongi mørk fyri, hvat fólk
finna upp á fyri at tekkjast
nýggjum kundum. Seinastu
tíðina hevur dansistaðið
Eclipse lýst við einum so
kallaðum Skúmparty, har
vátt, hvítt skúm verður
sprænt út yvir fjøldina av
dansandi fólki. Við at
gongumerkinum fylgir ein
hvít tshirt, sum tey ungu
so kunnu lata seg í, og
harvið síggjast allar herlig
heitirnar betri.
Vanliga hevur 18 ára
aldursmark verið til hesi
tiltøk, men í kvøld sleppa
ung niður í 15 ár eisini at
royna seg á skúmdansi
gólvinum, í einum rúsfríum
umhvørvi.
Hetta hevur fingið fólk at
ressast, og her á redaktiónini
hava vit fingið áheitanir frá
foreldrum, sum eiga døtur,
og øðrum við, sum halda,
at 15 ára gomul eru ov ung
at luttaka í tiltøkum, har
sexuellu undirtónarnir eru
so týðuligir.
15 ára gomul
eru børn
Eyðun Joensen, sálarfrøð
ingur, sigur við Sosialin, at
tað prinsipielt er burturvið,
at 15 ára gomul ganga í
náttklubba. Eftir hansara
tykki eru náttklubbar fyri
vaksin og ikki fyri børn. Og
hann staðfestir avgjørdur,
at 15 ára gomul eru børn,
og harvið ómyndingar.
Tað er eyðsæð, at fyri
reikararnir hava eitthvørt í
huga, nevniliga at lokka
fleiri kundar í butikkina,
sigur hann.
Sálarfrøðingurin
mælir
foreldrunum til, at viður
kenna
sítt
foreldraræði,
sum tey hava líka til børnini
eru 18 ár.
Her er alneyðugt, at
foreldrini handheva hendan
rættin, sigur hann, og vísir
til, at 15 ára gomul trívast
best, tá tey kenna mørkini
hjá foreldrunum.
Bólkatrýstið er so stórt í
hesum aldursbólkinum. Tí
er nógv lættari at siga, at
”eg sleppi ikki”, enn ”eg
tori ikki”, staðfestir sálar
frøðingurin, sum heldur, at
ungfólk kunnu bíða við at
fara út í náttarlívið til tey
eru 18 ár.
Ávirkar sjálvsvirðið
Leiðslan í Margarinfabrikk
ini, Bogi Andreasen og
Salua Manai, halda tað vera
burturvið,
at
bjóða
so
ungum fólkum til skúm
party. Í Margarinfabrikkini
eru tey eisini von at skipa
rúsfrí tiltøk fyri hendan
aldursbólkin.
Men
ikki
tiltøk av hesum slag.
Hetta er júst tað mót
sætta av tí, sum vit gera í
Margarinfabrikkini, har vit
júst royna at tosa við tey
ungu um, hvørki signal tey
senda út, tá tey eru eggjandi
ílatin ella hava ein sexuellan
atburð, sigur Bogi Andreas
sen, pedagogur og leiðari
av Margarinfabrikkini.
Hann vísir í hesum sam
bandi á, at tey ungu eru ikki
altíð greið yvir, hvørji
signal tey senda út, og at
tey tí hava brúk fyri, at
onkur ger vart við tað.
Salua Manai heldur, at
hetta tiltakið er ”for langt
úti”.
Vit arbeiða við at hækka
sjálvsvirðið hjá teimum
ungum. Og vandin við
hesum er júst, at tær ungu
genturnar, sum framman
undan ikki hava so høgt
sjálvsvirði, leypa avstað
fyri at vísa seg fram og at
verða ”viðurkendar”, sigur
Salua Manai, pedagogur og
varaleiðari
í
Margarin
fabrikkini.
Ung skulu vera
fantastisk
Hon og Bogi eru eisini
bangin fyri, at avleiðingin
kann verða, at onkur tekur
mynd av teimum ungu, og
at hesar myndir so liggja á
netinum, til dømis á Face
book, fáar tímar seinni.
Og hetta kann vera sera
óheppið fyri framtíðina hjá
teimum ungu, um myndir
av teimum í sexuellum
støðum, liggja alment úti,
sigur hann við Sosialin.
Fyriskiparin er vaksin
og átti at hugsað longri,
heldur Salua Manai, og
Bogi Andreassen skoytir
upp í, at:
Vit hava eina ábygd sum
samfelag at uppala tey ungu
til at gerast fantastisk. Tí
átti støðið at verið hægri
enn skúmparty.
Sólvá heldur, at tað er
frægari fyri tey 18 ára
gomlu, tí tey eru meira
búgvin og kenna avleið
ingarnar av gerðum sínum.
Skúlagentur í sexuellum skúmdansi
Náttklubbin “Eclipse” í
Havn bjóðar nú skúlagentum
heilt niður í 15 ára aldur
í sonevnd skúmball, har
sexuellu undirtónarnar
eru ovurtýðiligir. Hetta er
myndin, sum náttklubbin
Eclipse lýsir við
Havgrímur
Johannesen, sum
eigur Eclipse, er
skelkaður av atfinn
ingunum í sambandi
við Skúmparty fyri 15
ára gomul.
Børn og ung
Rigmor Dam og Inna
Törnroos
Rigmor@sosialurin.fo
inna@sosialurin.fo
Spurdur, um hann hevði
lovað sína 15 ára gomlu
dóttur at luttikið í einum
tílíkum tiltaki, sigur hann,
at hann kundi ikki droymt
um at skipa fyri nøkrum,
sum hann ikki sjálvur kundi
staðið inni fyri.
Mammurnar, sum fílast á
hetta, eru frustreraðar og
dubultmoralskar, sigur hann.
Hann sigur, at tey flestu,
hann hevur tosað við, hava
verið positiv, og hann skilur
als ikki atfinningarnar um,
at 15 ára gomul eru ov ung
at fara í skúmball.
Tey vita ikki hvat tey
tosa um, tey hava ikki roynt
eitt skúmball sjálvi, men
hava bara sæð myndir av
hesum á netinum, sigur
hann við Sosialin.
Spurdur, hví hann skipar
fyri tí,sigur hann soleiðis:
Eg geri hetta, tí vit hava
útgerðina her í Føroyum,
og so avgjørt ikki við
vinningi fyri eygað.
Her kunnu vit viðmerkja,
at tiltakið fyri 15 ára gomul
fríggjakvøldið kostar 150
krónur, og at leygarkvøldið
kostar 350 krónur við fríari
barr, og tá er aldursmarkið
18 ár.
Dubultmoralskar mammur
Havgrímur Johannesen
eigari av Eclipse
dugir ikki at síggja
trupulleikan við at
bjóða skúlabørnum til
skúmparty
Vinstri fær frammaná
Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði danska stjórnin
fallið. Teir báðir stjórnarflokkarnir og Danski Fólka
flokkurin høvdu fingið 85 tinglimir, meðan andstøðan
hevði fingið 90. Tað vísir ein meiningakanning, sum er
gjørd fyri Politiken og TV2. Kanningin vísir, at Vinstri
hevði mist 1,7 prosent samanborið við eina tilsvarandi
kanning í desember. Flokkurin hevði fingið 22,4 prosent,
og tað er 3,9 prosentstig minni enn á valinum í 2007.
Politiski framsøgumaðurin hjá flokkinum, Peter Christen
sen, sigur við TV2, at innanhýsis kjak í flokkinum og í
stjórnini hevur kostað flokkinum undirtøku.
Russar fiskaðu meiri
Russisk skip landaðu tilsamans 3,6 milliónir tons av fiski
og fiskavørum í fjør, og tað var 390.000 tons meiri enn í
2008. Hagtølini vísa, at russisk skip veiddu umleið 90
prosent av teimum tillutaðu kvotunum, og at meiri enn 70
prosent varð lagt upp í russiskum havnum. Í Barentshavin
um og Norðuratlantshavinum fiskaðu skipini meiri enn
600.000 tons. Eitt nú vísa hagtølini, at russiska toskaveiðan
í Norðuratlanstshavinum samsvaraði við kvoturnar, men at
russar fiskaðu bara helmingin av lodnukvotuni í fjør.