Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 22. januar 2010 2 VIKUSKIFTI Purkil á ferð Fólkaskikkur hevur undanvind Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Hjálmar Dam / Jens Kristian Vang 4 PErSónSSøga: AnnA MAriA Antoniussen tAPti seg 44 kilo 6 KoSTur: Jórun klein, dietistur gevur góð kostráð 8 TIPS: PyntA við PútuM 9 90 SEKunD: JógvAn HAnsen svArAr 10 Samrøða: HJálMAr dAM, sJónleikAri 12 mEnTan: ÙtisetAr áHugAðir í FøroyskAri list 13 umafTurafTurumafTur: Høgni dJurHuus 14 TIl arbEIðIS: Jóngerð M. nielsen ráðgevir uM rús 16 DryKKur: øluMMælAri letur væl At FøroyskuM øli 18 SPyrST So lIVST: rigMor svArAr 19 mín bESTa uPPSKrIfT: PAstAsAlAt 23 Tað HEnDur: konsertir, bøkur, sendingAr osFr. 24 VIKumynDIn: bestA Myndin í vikuni LítLi vinurin hjá PaLLa Pum, Purkil, hevur verið við Guðrið HøjGaard á øLLum hennara ferðum seinastu sjey árini. – tað er so banaLt at stiLLa seg sjáLvan frammanfyri einari standmynd, tá er stuttLigari at hava Purkil við. FeRðing inna Törnroos inna@sosialurin.fo Guðrið Højgaard, sum er ættað úr Rituvík, hevur starvast innan ferða­ vinnuna í Stokkholm í nógv ár. Fyrst á danska ferðaráðnum og nú sum markn aðarstjóri fyri ferðavinnuna í Stokk holm. Hetta merkir, at hon ferðast nógv, og oftani er hon sjálv við á ferðunum. – Eg fekk hugskotið til at taka Purkil við frá filminum »Amelie frá Monmartre«. Har sendi ein urta garðs­ nissa postkort úr øllum heiminum, greiður Guðrið frá. Hon fekk lítla vinin hjá Palla Pum í jólagávu frá einum vini, og so byrjaði ferðin hjá teimum báðum. Guðrið veit ikki rættiliga, hvussu nógvar ferðir tey bæði hava verið á, men myndirnar ovanfyri vísa bara nakrar av teimum. Í Russlandi mundi Guðrið mist Purkil, eftirsum hermaðurin á Reyða Torginum bleiv í øðini, tá hon tók eina mynd av honum og Purkili saman. Næstu viku fer Guðrið til Berlin, og ætlar hon tá at taka Purkil við og av­ mynda hann frammanfyri síðstu rest­ unum av Berlinmúrinum. – Nú fyri tíðina verður hann mest brúktur sum leika hjá dóttrini, men hann er mær kærur, so mær dámar onki serligt, tá hon spælur við hann, sigur hon. KlUmma randi jacobsen randi@sosialurin.fo Ein hending nú ein morgunin fekk meg at hugsa um, hvussu fólkalig í grundini fólk flest eru. Og tey mest fólkaligu eru tey blaðungu fólkini. Henda morgunin fór eg sum so mangan við bussinum, og sum altíð var bussurin kjokkandi fullur av fólki. Einki at siga til tað, tí tað er bara gott, at ókeypis bussleiðin verður brúkt. Tá ið eg troki meg aftur gjøgnum bussin, reisir ein skúlagenta seg og bjóðar mær sín stól. Hetta gjørdi hon ikki, tí hon skuldi úr bussinum. – Halló, heldur hon meg vera so gamla, at eg ikki orki at standa? Hetta var mín fyrsti tanki. Men tankin vardi bara eina stutta løtu, tí so hugsaði eg, at tað var vakurt gjørt av gentuni, sum als ikki kendi meg. So eg smílti, takkaði fyri og setti meg. Ein so ung genta heldur helst, at fólk eru gomul, tá ið tey eru farin um tey fjøruti. Hendingin fekk meg eisini at hugsa um, hvussu ofta eg møti fryntligum og blídligum fólkum, nógv oftari enn gronutum. Tá ið gler ikki er á vegnum, ikki stormur og oysregn, plagi eg at fara ein longri gongutúr sunnumorgun við hundinum. So at siga øll fólkini, eg møti á hesum gongutúrum, heilsa og siga góðan morgun. Summi steðga at práta um veður og vind, sjálvt um vit ikki kennast. Tey ungu fólki, sum eg hitti á hesum morguntúrinum, biðja eisini góðan morgun. Munnu tað ikki vera barnagarðarnir og skúlarnir, sum hava ment henda partin av fólkaskikkinum? Børnini í bussskúlinum um morginin siga eisini góðan morgun. Í klædnahandlunum eru krambakvinn ur­ nar blíðar og koma beinanvegin rennandi við einum smíli og spyrja, um tær kunnu hjálpa tær við nøkrum. Tey ungu fólkini við kassarnar í stóru mat vøruhandlunum smíla, og tá eg havi fing ið vøruna og goldið fyri hana, kemur heils anin: Hav ein góðan dag, gott vikuskifti, gleð ilig jól, alt eftirnær tað er á degnum og ár inum. Her er hend ein stór broyting. Antin hava handilseigararnir álagt sínum starvsfólkum at vera blíð, ella hava tey ungu fólkini bara fingið tað í blóðið. Hervið havi eg víst aftur, at handilsfólk og onnur ikki duga fólkaskikk. Á hesum økinum standa føroyingar ikki aftan fyri onnur fólk. Purkil í London Purkil á skíferð Purkil á Miami Beach Purkil við Gardarsjógvin Purkil á Reyða Torginum Purkil í Bláu Lón Purkil og tann illi herðmaðurin Purkil í Dubai Purkil og skeiva tornið í Pisa Purkil við kinesiska múrin Purkil í Dolomitinum Purkil í Provence iNNiHald myNdir: Guðrið HøjGaard