fríggjadagur 22. januar 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2010
35
lýsingar
Avloysarastarv í etnologi
ella líknandi frøðigrein á
Fróðskaparsetri Føroya
Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri
Føroya er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í
etnologi leyst at søkja. Starvið verður sett sum eitt
fyribils avloysararstarv fram til 1. januar 2011. Tann,
ið settur verður, skal virka fyri at menna gransking og
útbúgving á deildini.
Starvsøki
Granskingarparturin verður tengdur at serøki um-
søkjarans. Starvið ber í sær gransking, undirvísing,
fyrisiting og samskifti við onnur granskingar um-
hvørvi.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu minst hava kandidat- ella master-
útbúgving í etnologi, mannfrøði ella mentanarfrøði
ella eina útbúgving, sum kann javnsetast við hetta.
Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava granskað í før-
oyskum viðurskiftum.
Ein innanhýsis metingarnevnd verður sett at meta um
førleikarnar hjá umsøkjarunum.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum lands-
stýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 1. februar 2010.
Starvið verður sett 1. mars 2010 ella skjótast til ber.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
fyrisitingarstjóran, Rúnu Hjelm runah@setur.fo ella
til rektaran, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo.
Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru
at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.
Umsóknir saman við avrit av próvskjølum, CV, skrá
yvir granskingarvirksemi, skrivligum og prentaðum
vísindaritum skal sendast til:
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Lektari
í samfelagsvísindi
Starv á Fróðskaparsetri Føroya
Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum
er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í sam-
felagsvísindi leyst at søkja. Starvið verður sett sum
lektarastarv, og tann, ið settur verður, skal virka fyri at
menna gransking, útbúgving og undirvísing í sam-
felagsvísindi á deildini.
Starvsøki:
Granskingarparturin verður tengdur at serøki um-
søkjarans. Samstarv innan- og uttanseturs er týdn-
ingarmikið í starvinum.
Undirvísingarparturin fevnir um undirvísing og fak-
liga ábyrgd av bachelorútbúgving í samfelagsvísindi/
stjórnmálafrøði og at fyrireika masterútbúgving .
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu umframt samfelagsvísindaliga kan-
didatútbúgving sum sosiologur, stjórnmálafrøðingur
ella líknandi hava granskaraútbúgving á PhD umframt
undirvísingar- og fyrisitingarroyndir.
Við umsóknum skulu umframt CV og yvirlit yvir egna
gransking eisini fylgja avrit av vísindaligum avrikum
í trimum eintøkum.
Sett verður serkøn metingarnevnd at meta um
førleikarnar hjá umsøkjarunum. Gjørt verður vart við,
at hvør umsøkjari fær sendandi metingina um sínar
førleikar.
Starvið verður at seta 1. mai 2010. Umsóknarfreistin
er 16. februar 2010.
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum
landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til
rektaran, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo ella
fyrisitingarstjóran, Rúnu Hjelm runah@setur.fo.
Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru
at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.
Umsóknir skulu sendast til:
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøtu 14 · Postrúm 272
FO-110 Tórshavn
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
PhD-skeið
Náttúruvísindadeildin bjóðar PhD skeið við heitinum
“Ávirkan av havi og veðurlagi á havvistskipanir”.
Skeiðið gevur eina breiða lýsing av, hvussu livandi
verur og vistskipanir eru bundnar av fysiskum egin
leikum og tilgongdum í havinum og av veðurlagnum.
Fortreyt fyri at kunna taka skeiðið er lokin bachelor
útbúgving í náttúruvísindum (ella tilsvarandi).
Ábyrgd av skeiðnum
Bogi Hansen, professari við Fróðskaparsetur Føroya
Skeiðsstað
Havstovan, Nóatún 1, 100 Tórshavn
Skeiðsbyrjan
Februar 2010
Evni
Skeiðið verður skipað eftir bókini “Dynamics of
Marine Ecosystems” hjá K.H. Mann og J.R.N. Lazier
(3. útg., ISBN: 9781405111188), men verður út
bygt við ymsum vísindaligum ritgerðum. Viðgerðin er
heimsumfatandi, men við serligum denti á havleiðirnar
kring Føroyar.
Undirvísing
Fyrilestrar og umrøða av frágreiðingum og fram
løgum.
Døming
Skeiðið verður mett sum staðið ella ikki staðið. Tvær
ferðir undir skeiðnum og eina ferð aftaná lata tey
lesandi inn frágreiðingar og hava eina framløgu um
uppgivin evni. Verða hesi øll góðkend, er skeiðið
staðið.
Arbeiði
Tey lesandi mugu rokna við at brúka 200 tímar
(íroknað fyrilestrar, frágreiðingar, framløgur og fyri
reiking).
Tilmelding
Tilmelding á setur@setur.fo áðrenn 29. januar 2010
(Legg við váttað avrit av prógvum). Nágreiniligari
upplýsingar um skeiðið eru at fáa frá Boga Hansen,
bogihan@hav.fo. Fyrivarni verður tikið fyri møgu
ligum broytingum.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Frá Felagsnevndini fyri
Føroysku fráhaldsfeløgini
Aðalfundur verður í Losjuni í Havn
tann 13. febuar 2010 kl. 16.00.
Skrá: sambart lógum felagsins.
Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í
hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Nevndin
Joensen Auto El-verkstað
Vit umvæla og selja startarar og
dynamo'ir til øll bilmerkir.
Vit testa eisini tín bil við landsins besta testara.
Joensen Auto El-verkstað
FO-370 Miðvágur · Tel. 211669
Hevur tú hund?
So burdi tú eisini havt
SKYTTENs SPECIAL
Bílegging á kho@olivant.fo ella tel. 22 12 40
Special – 20 kg kr. 450,-
Turrfóður til vaksnar hundar. Við omega-3 og
omega-6 feittsýrum, ið geva blankan og
skínandi pels. Sera gott til hundar við húð-
og pelstrupulleikum og til eldri hundar.