fríggjadagur 22. januar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
17
VIKUSKIFTI
Green Island
Hetta er helst ølin, ið mær dámar best. Fyri mær er
hetta tindurin av Norðuratlantiskum øl. Her hava
tit rakt nakað, sum fyri mær er ovast á listanum.
Hetta er ein sterk og myrk øl við einum serstakliga
fullum smakki. Rund og leskilig. Ein øl, ið er merkt
av serstakliga mongum smakknuansum, og sum
bryggjaríið skrivar á heimasíðu síni, so er søtleiki
við einum dismi av kaffi, sjokolátu og lakres í
ølinum. Ein øl, ið kann drekkast árið runt í góðum
vinalag. Ein veruliga leskilig øl, sum gevur njótan
út um øll mørk.
Sct. Brigid Ale
Eisini ein av nýggjaru ølunum úr Klaksvík. Her hava vit
við nakað heilt serligt at gera. Ein super góð øl, allan
vegin framúrskarandi og serstakliga spennandi. Her er
veruliga talan um frambrot og nýggjan av ølúrvalinum.
Her er veruliga pjøssað um smakknuansunum, og tað
er til fulnar eydnast at framleiða eina nýggja og øðrvísi
øl. Ølið er ikki filtrerað, so minst til at fáa botnfallið
við. Tað er har, vitaminirnar eru, sum eg plagi at siga.
Men tað liggja veruliga nakrar smakknuansir har,
so tað er bara meiri rættvíst fyri ølið, at fáa tað
við eisini. Talan er eisini um flott skúm, ið eggjar
til njótan. Ein ótrúliga flott øl, framúr lit og ein
heimssmakk, ið leiðir tankarnar til gott, belgiskt
øl. Her er ein øl, ið bryggjaríið veruliga kann
byggja víðari uppá. Ein øl, sum í okkara meting
fær toppkarakter.
Organic
Hetta er ein heilt nýggj øl. Ein ljós, økologisk øl.
Tað er ikki rættvíst at njóta eina slíka øl beint
eftir øðrum ølsløgum, ið hava munandi meiri
smakk. Hon kann virka eitt sindur tunn, men vit
halda avgjørt, at hetta er ein útmerkað frokost-
øl við lágum alkoholprosenti. Ein summarøl, ið
sløkkir tostan. Men hon skal drekkast køld. Eitt
gott alternativ, um tú skal koyra bil, ella bara
ert tystur og vil drekka góðsku.
Jólabryggj
Vit kenna hesa ølina fyri nakað gott, nevniliga
frá jólabryggj smakkingunum í Selskab for
Vestjysk Ølkultur. Hetta er ein frálík øl, sum
okkum dámar sera væl. Hon hoyrir upp í partin
av sterkaru føroysku ølunum. Vit hava lagt til
merkis, at hon ikki liggur so ovarliga í jólabryggj
smakkingini seinnu árini, og vit halda kanska
eisini, at smakkurin seinnu árini er broyttur – kann
tað veruliga verða so? Tá hevði kanska verið eitt
hugskot at hugt eftir gomlu uppskriftini. Men tað
er heilt greitt ein øl, sum vit kunnu rósa. Talan er
um eina góða, sterka øl. Hon fyllir væl í munninum,
kanska kundi hon skúma heldur meir. Hevur sera
vakran lit, og smakkar av einari aftrat.
Ydun
Hvat er hetta fyri nakað... Øl við rabarbum í. Ein stuttligur
flottur litur, mestsum reyður – rosé-reyður eins og rosé
vín. Og kanska hugsaðu vit um vín, tá vit smakkaðu
ølið. Ølin hevur eitt flott skúm sum lok omaná reyða
ølið. Tað er ikki til at vita, hvussu hendan ølin verður
móttikin av brúkarunum. Tað virkar fyri okkum, sum
ein ógvuliga spennandi summarøl. Vit hugsa okkum,
at hon er sera leskilig sum ein svalandi uppfrískan.
Men sjálvt ølið hevur ein góðan smakk. Har er eitt
dism av frukt, ikki gjøgnumtreingandi, og ikki
soleiðis, at hon smakkar av rabarbum, men eitt
dism av fruktum. Vit hava einki sum so at seta
niður á smakkin, hann er bara øðrvísi. Og um
summarið, tá sólin stendur høgt, vilja vit fegnir
njóta eina Ydun.
Slupp
Eisini ein øl, ið eg fyrr havi smakkað. Men hon er
heilt greitt eisini ein av favorittunum. Ein traditionell
øl við góðum rávørum og bara tað. Einki við kaffi
og lakres sum smakkískoyti. Tað er humla og malt,
ið gevur smakkin. Ein deiliga full øl, sum ongantíð
verður keðilig. Avgjørt ein øl, ið ikki má strikast
úr úrvalinum, hóast hon hinvegin ikki er nøkur
kollvelting. Men ein flott øl við fullum smakki, flott
skúm og fínan eftirsmakk.
Her skal viðmerkjast, at
Føroya Bjór í løtuni ikki
bryggjar Sct. Brigid Ale
best
øðrVísI