Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 16 - 25. januar 2010 Fá reiðarí fáa nógv Nú íslendsku myndugleikarnir hava býtt ársins kvotu av norð­ havssild, hava trý reiðarí fingið loyvi at fiska meiri enn helming­ in av kvotuni. Morgunblaðið skrivar, at felagið Ísfélag Vestmanna­ eyja hevur fingið 43.000 tons ella 20 prosent av alalri teirri íslendsku kvotuni. Felagið Síldarvinnslan hevur fingið 33.000 tons ella 16 prosent av heildarkvotuni, og loksins hevur reiðaríið HB Grandi fingið 30.000 tons í sín part. Tað svarar til 14 prosent av kvotuni. Tá talan er um svartkjaftin, eiga trý reiðarí 64 prosent av kvotuni. Tey eru Síldarvinnslan við 24 prosentum,, HB Grandi við 21 prosentum og Eskja við 19 prosentum. Nuuk nýggja havn Í mong ár hevur tað grønlendska heimastýrið gjørt íløgur á havnarlagnum í Aalborg, og nú hevur Aalborg Havn gjørt av at játta 10 milliónir krónur til eina nýggja havn í Nuuk. Grønlendsku myndugleikarnir hava samtykt at byggja havnina í Nuuk. Ætlanin er at gera havnarlagið einar 200.000 fermetrar størri við nýggjum vørugoymsl­ um, frystihúsum og kranum. Útbyggingin er mett at kosta umleið eina hálva milliard krónur. Men hon er neyðug, nú ætlanir eru um oljuvinnu og stórar útbyggingar innan námsvinnuna í Grønlandi, skrivar KNR. Tað hevur lítið at siga fyri havnarfólk, hvat tað kostar at fáa børnini ansað. Tað vísir kanning, sum er gjørd fyri Tórshavnar kommunu. – Vit fara eftir meiri løn til næstu samráðingar, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum. Kommunan sigur seg tó ikki vilja hækka prísin Barnaansing Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Sambært spurnarkanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar Kommunu, er prísurin fyri barnaansing ikki tað, sum foreldrini hugsa mest um. Tað gera starvsfólkini á ymisku stovnunum heldur ikki, men pedagogfelagið vil hava meiri í løn, tá sam­ ráðingar skulu verða seinni í ár. – Kanningin vísir eisini, at viðurkenningin hevur nógv at siga, og tað kann hava nakað við lønina at gera, staðfestir Jarvin F. Hansen, formaður í Pedagog­ felagnum. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havn, staðfestir, at kommunan ikki fer at gera beinleiðis sparingar á økinum. Men at sáttmála­ samráðingar kunnu hava við sær, at brúkaragjaldið fer upp. Hetta sær Heri á Rógvi frá Lóðri, sum gjørdi kanning­ ina, nakað líknandi uppá. – Úrslitið kann skiljast á tann hátt, at fer ansingar­ støðið upp, so hevur tað ikki eins stóra negativa ávirkan, at prísurin fer upp, metir Heri á Rógvi. Jarvin F. Hansen staðfest­ ir hinvegin, at fer prísurin upp, so er tað sjálvandi nakað foreldrini leggja til merkis, og at tá fær hann størri týdning, enn hann at síggja til hevur í dag. Børn skulu ikki ansa børnum Ein onnur niðurstøða í kanningini er, at tað hevur negativa ávirkan á nøgd­ semið hjá foreldrum um nógv ungfólk arbeiða á stovninum, har børn teirra ganga. Hetta skilur formaður í Pedagogfelagnum ikki reiðiliga. – Í kanningini kemur eisini fram, at útskifting á stovninum hevur negativa ávirkan, og ungfólk eru ofta á stovnum fyri at vinna sær stig til seinni, og tí støðast tey ikki so leingi, metir Jarvin F. Hansen. Tal av pedagogum týdning Í kanningini vísir tað seg eisini, at tað hevur sera nógv at siga fyri nøgdsemið á stovnunum, at pedagogar eru á stovnunum, men eru fleiri enn helvtin av starvs­ fólkunum útbúnir pedagog­ ar, so hevur tað ikki nógv at siga fyri nøgdsemið hjá foreldrunum, hvussu nógvir koma afturat. – Pedagogar fara har, sum pedagogar eru, sigur Jarvin F. Hansen, sum er vísur í, at tað í framtíðini fara at vera størri krøv frá foreldrunum til, at útbúgvin fólk eru á stovnunum. Kanningin vísir tó eisini, at nøgdsemið er størri við eldri stovnar enn við yngri stovnar, og tað hevur sambært Hera á Rógvi frá Lóðri helst nakað at gera við, at við yngri stovnar eru yngri foreldur, og yngri foreldur krevja meira. Plasering mest at siga Men tá tað kemur til, hvønn stovn foreldur velja til síni børn, so hevur námsfrøðiliga tilboðið sum heild ikki so øgiliga nógv at siga. Tað, sum hinvegin hevur nógv at siga fyri foreldur í høvuðsstaðnum, er, hvar stovnurin liggur. Heili 9 av 10 foreldrum velja stovn eftir praktiskum orsøkum. Tað kann sambært kann­ ingini vera alt frá, um stovnurin liggur á vegnum hjá foreldrunum til arbeiðis til hvussu góð parkerings­ viðurskifti eru við stovnin. Men verður hugt at yngri foreldrum, so fáa námsfrøði­ ligu tilboðini meiri at siga. Tendensurin frá, at fólk bara eru glað fyri at fáa ansingarpláss til, er um at broytast til, at tey seta konkret krøv til stovnin, er ein niðurstøða í kanningini. Hinvegin vísir tað seg, at saman við prísinum, hevur tað heldur ikki so nógv at siga fyri foreldrini, hvussu langir bíðilistarnir eru. Vilja fyrireika seg Næst eftir viðurkenningina frá foreldrunum og stovn­ inum, so hevur tað mest at siga fyri pedagogarnar, at teir fáa meiri tíð at fyrireika seg í. – Tað hevur verið eitt krav til samráðingarnar leingi, og tí kunnu helst nýta hesa kanningina at byggja undir hetta krav, sigur Jarvin F. Hansen. Hann leggur afturat, at av tí at børnini eru so nógv á hesum ymisku stovnunum, og at starvsfólkini tí hava eina so stóra ábyrgd, so hevur viðurkenningin frá for­ eldrunum so nógv at siga, og at hon er í lagið í dag. Foreldur rinda fegin fyri barnaansing Kanningin sjálv er gjørd sum spurnarkanning millum foreldur og starvsfólk á øllum ansingarstovnunum í Tórshavnar kommunu. Tað er felagið Lóður, sum hevur gjørt kanningina, sum Tórshavnar Kommuna hevur goldið fyri. Undirtøkan fyri kanningini var umleið 84 prosent fyri starvsfólkini og umleið 45 prosent fyri foreldrini. Bæði foreldrini vórðu spurd. Spurningarnir eru orðaðir av Lóðri saman við leiðslunum á ymsum stovnum. Fakta um kanningina Sambært kanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu, so hevur prísurin fyri barnaansing lítlan týdning fyri foreldur í høvuðsstaðnum Kelda: Nøgdsemiskanning 2009 – Lóður Formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen, undrast lítið á kanningina, sum millum annað vísir, at pedagogar best kundu hugsað sær meiri fyrireikingartíð Mynd: Álvur Haraldsen