mánadagur 25. januar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 16 - 25. januar 2010
SKÍÐFERIA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hóast áhugin fyri skíðferiu
er vaksandi í Føroyum, so
eru tølini munandi lægri
enn í grannalondunum. Í
Danmark ætla umleið triði
hvør at fara á skíðferiu,
sambært rejseliv.dk.
Tað er heldur ikki vanligt í
Føroyhum at hava frí og
ferðast uttanlands vetrarhálv
una. Skúlarnir hava onga
vetrarferiu so sum í Dan
mark, og tí er heldur ikki
eins lætt hjá familjum við
børnum at fara av landinum.
Hartil er rættiliga dýrt at
ferðast úr Føroyum, og
ferðin til Danmarkar er
tískil dýrasti parturin av
einari skíðferiu til dømis til
Alpurnar ella Noreg.
Skíðferð til Íslands
Tað er sum nevnt fyrst og
fremst Alpurnar, Noreg ella
Svøríki, sum lokka føroy
ingar við kava, men ein
annar møguleiki er eisini
grannarnir fyri norðan.
Í Íslandi er møguligt at
standa á skíð stóran part av
árinum. Umstøðurnar eru
góðar, serliga á Akureyri.
Umframt tað, er íslendska
krónan sera lág í løtuni, og
tað merkir, at landið er
lutfalsliga bíligt at ferðast í.
Eitt annað á plussíðuni
er, at túrurin ikki er so
langur.
Og nú verður so møguligt
hjá føroyingum at sleppa
beinleiðis til Akureyri at
standa á skíð. Tveir havn
armenn hava tikið stig til at
leiga ein flúgvara beinleiðis
til Akureyri í mars.
Eg havi sjálvur staðið á
skíð á Akureyri, og tað kann
eg viðmæla øllum, sigur
Rúni Højgaard, ið er annar
av stigtakarunum.
Sjálvur
starvast
hann
dagliga sum flogskipari hjá
Altantsflog, men í mars
situr hann millum ferða
fólkini, tá farið verður til
Akureyrar.
Fýra dagar
Tað, sum heldur føroyingum
aftur at fara á skíðferð –
burtursæð frá, at nógv ikki
duga at standa á skíð – er,
at prísurin er ov høgur, og
tað tekur ov langa tíð, um
ein flýgur til Danmarkar og
síðani koyrur við bili víðari
til eitt nú Eysturríki. Tá fer
ein heilur dagur við koyring
hvønn vegin.
Tað tekur bert góðan tíma
at flúgva til Akureyri, og tí
verður
farið
avstað
hósmorgun og komið heim
aftur sunnukvøld. Hetta
merkir, at fólk missa bert
tveir arbeiðsdagar, men fáa
fýra dagar á skíð.
Vit hava skipað fyri
uppihaldi í Íslandi, buss
sambandi til hotel og skíð
stað, leigu av skíðum og
lyftukort, so tað er einki hjá
luttakarunum at hugsa um,
annað enn at melda seg til,
sigur Rúni Højgaard.
Hann sigur, at tankin um
at skipa fyri einnum slíkum
túri kom, tá hann var ein
skíðtúr í Eysturríki fyri
tveimum árum síðani.
Jákup Bech Jensen var
eisini við á hesum túrinum,
og vit tosaðu longu tá um,
at vit áttu at fáa ein slíkan
túr í lag aftur, sigur Rúni
Højgaard.
Ísland besta boðið
Síðani tá hava vit hugt at
fleiri møguleikum, millum
annað í Svøríki, har eg havi
gott samband, sigur Jákup
Bech Jensen.
Tá ið Rúni nevndi møgu
leikan at leiga ein flúgvara
og flúgva beinleiðis til
Akureyri, helt eg hetta
verða funnin fressur. Eg
havi sjálvur fleiri ferðir
staðið á skíð í Bláfjøll, sum
liggur
beint
uttan
fyri
Reykjavík, men umstøður
nar á Akureyri eru nógv
betri, sigur Jákup Jensen.
Stutti teinurin til Akureyri
og lága íslendska krónan
ger, at túrurin kann gerast
bíliga.
Fyrireikararnir siga, at
tað er heldur eingin trupul
leiki hjá fólki, sum ikki
hava staðið á skíð áður, tí
skipað verður fyri undir
vísing.
Tað eru longu fleiri, sum
hava meldað seg til, men
pláss eru framvegis eftir.
Fyrireikararnir leggja dent
á, at túruin ikki er fyriskip
aður við vinningi fyri eyga.
Næstan samdir
Russar og amerikanarar eru eru næstan samdir um,
hvussu londini skulu skerja sínar kjarnorkuvápnagoymsl
ur. Tað segði russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, við
russiskar fjølmiðlar í gjár. Hann segði, at samráðingarnar
hava gingið væl, og at londini eru samd um 95 prosent av
innihaldinum í einum komandi sáttmála. Partarnir sam
ráddust í Moskva í síðstu viku, og teir hittast aftur í næsta
mánaði. Teir báðir forsetarnir, Dmitrij Medvedev og
Barack Obama, hava sett sær sum mál at skerja kjarnorku
vápnagoymslurnar, so tey bæði londini skulu skerja talið
á kjarnorkuløðingum munandi.
Noreg kanska semingsland
Íslendska sjónvarpið Støð 2 visti í gjár at siga, at íslendska
stjórnin hevur havt samband við fleiri lond fyri at vita, um
nakað land er sinnað at royna seg sum semingsland í Icesave
trætuni millum Íslendingar øðrumegin og bretar og niðurlend
ingar hinumegin. Sambært sjónvarpsstøðini er tað rættiliga
sannlíkt, at ein norskur politikari verður semingsmaður.
Norska Dagbladet endurgav í gjárkvøldið talsmannin hjá
forsætismálaráðnum í Reykjavík fyri at siga, at stjórnin um
hugsar at velja Týskland, Frakland ella Noreg sum semings
land. Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigst vera
ein møguleiki.
Leiga flogfar til skíðferiu
Søkt verður eftir laboranti til
Fiskaaling at arbeiða í ymiskum
verkætlanum innan aling. Gransk-
ingarvirksemi á Fiskaaling er í
støðugari menning, og vit hava
tørv á einum kønum laboranti
til núverandi og komandi verk-
ætlanir. Av tí at Fiskaaling ger
gransking og menning innan nógv
ymisk øki, krevur laborantstarvið
at tú ert fleksibul og áhugað/ur í
at arbeiða við ymiskum slag av
laborant arbeiði.
Førleikar
·
Útbúgvin laborantur
·
Góð samstarvsevni
·
Fleksibul
·
Gott yvirblik
·
Jaliga innstillað/ur at læra
Fiskaaling manglar í løtuni labo-
rant til verkætlanir innan góðsku
á alifiski, resistenskanning av
laksalús og ílegugransking. Tað
er ein fyrimunur um tú hevur
kunnleika til eitt ella fleiri av
hesum økjum og/ella aðrar
viðkomandi starvsroyndir.
Meiri fæst at vita um starvið
við at venda sær til Ásu Jacobsen
á tlf. 214748 ella Ingolf Joensen
á tlf. 214747.
Umsókn við avritum og møgulig-
um ummælum, skal sendast til:
P/F Fiskaaling
Við Áir
FO-430 Hvalvík
ella
fiskaaling@fiskaaling.fo
Umsóknin skal vera komin fram
í seinasta lagi 10. februar 2010.
Starvið verður sett skjótast
gjørligt.
P/F Fiskaaling søkir laborant
P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Fiska-
aling hevur virksemi við Áir, í Nesvík og í Skopun. Samlaða starvsfólkatalið er umleið
20, herav fleiri granskarar. Virksemi fevnir um at granska, menna og ráðgeva innan
aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, herundir verkætlanir inn-
an matvørugóðsku, aliumhvørvi, fóður, vatn, framleiðsluhættir, nýggj aliøkir, aling á
harðbalnum økjum v.m. Meiri fæst at vita á www.fiskaaling.fo
P/F Fiskaaling Við Áir www.fiskaaling.fo
s o z o p r e p r e s s
Føroyski áhugin fyri skíðferiu er vaksandi.
Í kanning, sum kram.fo gjørdi í farnu viku
svaraðu 10% av knappliga 450 spurdum, at
tey ætla sær á skíðferiu í ár. Tveir havnarmenn
hava leigað flogfar til Akureyri á skíðferð
Nú sleppa
føroyingar
bíliga og lætt at
standa á skíð