Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 17 - 26. januar 2010 Køld var náttin Veturin hevur verið óvanbliga kaldur í Danmark, og tað eru nógv ár, síðani kavin hevuur ligið so leingi sum nú. Í nátt frysti 17,8 stig í Himmerland í Jyllandi. Tað er mesti kuldi í ár. Um náttina tann 3. januar frysti 16,2 stig. Mesti kuldi, sum er skrásettur í vetur, var í desember, tá tað frysti 19 stig í Jyllandi. Hetta var kortini lítið sammett við veturin 1982, tá tað vórðu skrásett 31,2 kuldastig í Thy í Norðurjyllandi. Sambært donsku veðurstovuni frysti tað eisini 31 stig undir seinna heimsbardaga. Námsfrøðingar til Grønlands Tann 7. februar verður ein ráðstevna í Århus, har fólk fara at viðgera, hvussu tað ber til at bøta um viðurskiftini hjá børnum og ungum í Grønlandi. Ráðstevnan er partur av verkætlanini "Working Lab Greenland", sum hevur til endamáls at útbúgva fólk til tað námsfrøðiliga økið í Grønlandi. Ein av fyrireikarunum, Kleus Rubin, sigur við KNR, at tað er munur á donskum og grønlendskum viðurskiftum, og at tað fer ráðstevnan at lýsa. Umboð fyri landsstýrið og Landstingið fara at taka lut á ráðstevnuni. Mótsetningurin mill­ um bygd og stórbý er millum evnini í fyrstu skaldsøguni hjá Tórunn Karinu Henriksen, sum hon hevur skrivað á donskum Bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í næstum kemur út nýggja skaldsøgan Månelyset viste vej um ungu Leu, sum flyt­ ur úr lítlu heimbygd síni til stórbýin í eini roynd at rista sína fortíð av sær. Skald­ søgan er skrivað á donskum, men høvundurin sjálv, 34 ára gamla Tórunn Karina Henriksen, er í allar mátar føroysk – fødd og uppvaksin á Válinum í Vestmanna. – Tað fellur mær lættari at skriva á donskum enn á føroyskum. Eg havi búð í Keypmannahavn í níggju ár og búði eisini niðri, tá eg byrjaði at skriva bókina, sig ur Tórunn Karina Hen­ rik sen, sum nú er flutt aftur til Føroyar. Í bókini fylgja vit ungu Leu, sum tekur sær av øll­ um húsarhaldinum í barn­ dómsheiminum. Til endan fær hon tó nokk av ótakk­ seminum hjá mammuni, og ger av at flýggja. Í loyndum plagar hon at vitja Gerdu, sum býr í einum skógi nær­ indis. Gerda er eisini tann einasta, sum kann hjálpa henni nú at sleppa burtur. Onki gongur tó eftir ætlan ta náttina, Lea skal flýggja og skjótt er Lea á veg til eitt heilt annað stað, har hon fær nýggjar avbjóðingar. Har finnur hon eisini kær­ leikan, men ikki á ein hátt, hon hevði vónað. Kennir seg aftur í Leu Hóast skaldsøgan ikki er sjálvbiografisk, kennir høv­ undurin seg sjálva aftur í onkr um av tí, sum Lea upp­ livir. – Eg vil ikki siga, at mín føroyska bakgrund spælir nakran serligan leiklut í søg uni. Kortini er tað so, at høvuðspersónurin kemur frá einari lítlari bygd til ein stóran bý, og hendan kon­ trastin millum bygd og bý er ikki ókend fyri mær, sig­ ur Tórunn Karina Henrik­ sen. Avgerðina hjá ungu Leu um at fara heimanífrá lýsir hon soleiðis í bókini: »Aldrig havde Lea været så sent ude før. Hun var ved at lægge landsbyen bag sig. Hun vendte sig om en sidste gang for at betragte sin barn doms by. Den lå hen­ lagt i mørke, og der var ikke lys i nogen vinduer. Hun tog afsked med sit gamle liv, alt i mens hun følte en nagende skyld over at efterlade sine to små brødre i stikken. Men hun vidste, at hun ikke kunne handle anderledes, hun måtte brænde alle broer bag sig. De var jo drenge, de ville klare sig. Hun kunne mærke tårerne brænde i sine øjne, mens hun vendte Serwin ryggen. Foran hende lå Dunkle Skygge­ skov, og nu var Lea glad for, at der var fuldmåne.« Nógv evni Tórunn Karina Henriksen fór av álvara undir at skriva í 2004 og droymir um at virka sum rithøvundur burt­ urav. Og okkurt bendir á, at høvundurin hevur nógv at oysa av, tí hennara fyrsta bók kemur víða um – Eg fór undir at skriva hesa bókina, tí eg fegin vildi fortelja eina góða søgu. Bókin snýr seg um fleiri evnir, til dømis familju viðurskifti, kær­ leika, vinarbond og sosial viðurskifti. Boðskapurin er javnrættindi, hetta av vit skulu hava somu rættindi, at vit øll eru líka, sigur Tór­ unn Karina Henriksen Månelyset viste vej kemur út á danska forlagnum Mellem gaard í februar 2010. Føroyingur debuterar á donskum Fyrsta skald søgan hjá Tórunn Karinu Henriksen er skrivað á donskum og hevur hon heitið »Månelyset viste vej« Tórun Karina Henriksen elskar at skriva og droymir um at virka sum rithøvundur burturav