Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 18 - 27. januar 2010 Ikki Icesave umaftur Politikarar í Bretlandi krevja nú, at tað almenna fíggjar­ eftirlitið skal fáa betri møguleikar at halda eyga við fyritøkum, sum ráðgeva fólki og øðrum, hvussu tey skulu fáa sum mest burtur úr sínum pengum. Politikararnir siga tað vera neyðugt at forða fyri, at tað, sum hendei í málin­ um við Icesave, ikki skal endurtaka seg. Ein frágreiðing, sum bretska Parlamentið hevur latið gera, kom til ta niðurstøðu, at fleiri veikleikar eru í tí almenna fíggjar­ eftirlitinum. Læknar arbeiða longri Í Danmark hevur leingi verið tosað um, at stórt trot verður á serlæknum í komandi árum, men nú sigur heilsustýrið, at trotið verður ikki so stórt sum væntað. Orsøkin er, at alt fleiri serlæknar velja at halda fram at arbeiða, eftir at teir eru komnir til pensjónsaldurin. Tøl hjá heilsustýrinum vísa, at í meðal arbeiða kvinnuligir læknar, til teir eru millum 62,5 og 63,7 ár, meðan teirra mannligu starvsfelagar arbeiða, til teir eru millum 64,6 og 65,5 ár. Heilsustýrið sigur, at í dag arbeiða teir flestu serlæknarnir eitt ár longri enn fyri bara fáum árum síðani. Ein málningur í gerð er besti íblásturin til ein nýggjan málning, heldur listamáðurin Bárður Jákupsson, sum beint nú arbeiðir við 40 málningum í senn. Fríggjadagin letur hann upp nýggja framsýning í Galerie Focus List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ikki færri enn tvær fram­ sýningar hevur listamaðurin Bárður Jákupsson nýliga fylt við sínum listaverkum. Eina við vatnlitsmyndum, sum læt upp í Steinprent her fyri og nú eina við olju­ málningum í Galerie Focus, sum letur upp fríggjadagin. Talan er um eini 40 listaverk til samans ella kanska 40 hugskot í einum og sama stóra lista verki. Tí fyri Bárð Jákups son vaksa nýggj listaverk oftast úr teimum, hann er í ferð við at skapa. Kundi blivið við – Eg trúgvi ikki uppá hatta við brádligum íblástri. Tað er, ímeðan eg máli, at eg fái íblástur til framhaldið av tí einstaka málninginum og til nýggjar myndir. Tí ræður eisini um at vera í gongd allatíðina, sigur Bárður Jákupsson, sum í løtuni ar ­ beiðir við eini 40 málning­ um í senn, harav fleiri hava verið í gerð longi. Hann leggur afturat, at tí er tað eisini ofta torført at seta neyvt árstal á, nær málningurin er gjørdur, um tað skal merkja tað sama sum, tá hann varð liðugur. Hugurin at fara afturum aftur minnir Bárð Jákupsson um einaferð Norður landa­ húsið prentaði eina plakat av einum málningi hjá Ingálvi av Reyni í sambandi við eina framsýning hann skuldi hava. – Trupulleikin var bara, at tá plakatin var klár, var málningurin ikki til longur, tí Ingálvur hevði broytt hann so ofta, flennir Bárður Jákupsson. Men eitt mark má sjálv­ andi vera, og fyrr ella seinni mást tú bara siga við teg sjálvan, at nú er myndin liðug, tí tað ber jú ikki til at senda hálvlidnar málningar á eina framsýning, minnir hann á. – Tí kann eg eisini standa heilt og fult inni fyri øllum myndunum á mínum fram­ sýningum, vissar hann um. Tað sanna og nýggja Málningarnir á nýggju fram sýningini í Galerie Focus eru allir nýggir og siga ikki so lítið um listar­ liga universið hjá Bárði Jákupsson. Tað eru serliga kompositiónirnar, sum vekja uppmerksemi, men før oyska náttúran letur seg ikki fjala aftanfyri. Sjálvur tosar listamaðurin um hesar málingarnar sum eina roynd at koma heilt tætt at føroyska landslag­ num, har tað stóra útsýnið hvørvur. – Í staðin máli eg eina heildaruppliving av tí, eg eri umgyrdur av í náttúruni ella kensluni, tað gevur. Ein siglitúrur fram við einum bergi, har tú kemur tætt at ótrúligu strukturunum í lands lagnum verður til døm is til eina sjálv støðuga listarliga kom posi tión uttan tó at vera ein av myndan av berginum, greiðir Bárður Jákupsson frá. Spurdur, hvat hann sjálv­ ur heldur vera góða list, vil Bárður Jákupsson ikki vera ov avgjørdur. – Ongin hevur enn kunn­ að definerað, hvat list yvir­ høvur er, so tað er ógjørligt at siga. Og tó, góð list er eftir mínum tykki sonn, erlig og nýggj onkursvegna – antin í sær sjálvum ella í mátanum, hon leggur okk­ urt nýtt afturat onkrum, sum er gjørt fyrr, sigur lista maðurin. Eitt sindur lættari er tað at lýsa kensluna, tá hann sjálv ur er nøgdur við eitt av sínum listaverkum. – Tá kennist tað, sum at eyguni knappliga eru latin upp fyri onkrum nýggjum, sum tú ikki visti, var til. Ein undran yvir, hvussu eg kom har til og ein kensla av, at hava hjálpt onkrum nýggj­ um til verðina, hugleiðir Bárður Jákupsson. Framsýningin í Galerie Focus letur upp í fríggja­ dagin klokkan 16. Íblásturin kemur úr málninginum At skapa eitt listaverk kennist sum at hjálpa onkrum nýggjum til verðina, heldur listamaðurin Bárður Jákupsson Um Bárð Jákupsson Málningalist hansara kenst av einum hugburði til litir, ið er knýttur at vøkstri og grøði í teirri sansaðu náttúruni, og fríðari og rytmiskt livandi pensilsskrift, sum – stílistiskt og grafologiskt ­ eyðkennir bæði lista mansins mensku megi og fína musikalitet. At kalla Bárð Jákupsson abstraktan hevði verið tað sama sum at avdúkað tørvandi kunnleika til teir náttúrur unnu formar og litir, ið umgeva hann í gerandisdegnum, og sum staðiliga geva honum íblástur, sjálvt tá ið hann hevur teir ikki fyri eygunum í málara­verk staðnum, framman fyri myndafótinum. Og at rópt hann modernist hevði verið at skúgvað til viks hans ara samskifti við málningsins ástøðiligu fram burðs møguleikar. Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúr unnar treytum, og hann kennir sum fáur møguleikan hjá pensils­strokunum til at tala við kalligrafiskum máli, til bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein nýggjan. Tvey sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði Jákupssyni: málningsins náttúra ­ og Føroya, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støðugari broyting. Peter Michael Hornung úr bókini Myndlist í Før oyum, 2000