mikudagur 27. januar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2010
Eldri fólk eru hørm
um, at banka- og
sparikassabøkurnar
fara í søguna, tí nú
verður torførari at
fylgja við, siga tey
Pengar
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Um ein góðan mánað fer
ikki longur at bera til at fara
í peningastovnin við spari
kassa ella bankabókini. Tá
verður einki sum eitur long
ur at føra bankabókina.
Fyrr í mánaðinum samd
ust allir peningastovnarnir í
landinum um, at 1. mars
verða bøkurnar avtiknar.
Peningastovnarnir siga, at
talið av viðskiftafólki við
sparikassa ella bankabok
hevur verið minkandi, men
tað fæst ikki at vita frá pen
ingasovnunum, hvussu stór
ur ella lítil partur av viðskifta
fólkunum framvegis hevur
bók upp á tann gamla mátan.
Tað siga teir seg ikki vita.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri
í Norðoya Sparikassa metir
leysliga, at eini 20 prosent
av viðskiftafólkunum fram
vegis hava bók, men fleiri
av bókunum verða sjáldan
brúktar. Fleiri fólk, sum
hava bók, hava eisini kort
til somu konto. Væl størra
helvtin av teimum, sum
brúka bók, eru yvir 60 ár,
og tann parturin er hækk
aður ár undan ári.
Færri og færri bøkur
Peningastovnarnir
kunnu
ikki noyða fólk til at fara yvir
at brúka gjaldskort í staðin
fyri bók. Í staðin kunnu tey
fólkini fáa kontoavrit og
síggja á tí, hvørjar flytingar
eru gjørdar. Hesi kontoavrit
kosta tó 15 krónur arkið.
Seinastu árini hava pen
ingastovnarnir roynt at fing
ið fólk at lagt um til kort,
og onkur stovnur hevur bara
latið fólk yvir 60 ár endur
nýggja bókina.
Men fleiri eldri fólk eru
sera hørm um at skula av
við bankabókina.
Eitt prát í Undirhúsinum
í Havn sigur nógv. Afturvið
kortspælinum siga menninir
sína hugsan.
Eg haldi, at vit eiga at
varðveita bókina. Fáir av
okkum hava teldu og slíkt,
men eg havi aoutospeons.
Eg geri nógvar flytingar um
telefonina og plagi so av og
á at føra bókina, sigur ein.
Eg havi ein blindan mann,
sum eg plagi at fara í bank
an fyri, og tá ið eg komi aft
ur, plagi eg at lesa fyri hon
um úr bókini, sigur hann.
Einki at gera
Menninir hava so at siga
sligið seg til tols við, at bøk
urnar fara.
Peningastovnarnir ration
alisera, og lítið hjálpir, hvat
vit siga. Tað hevði kanska
hjálpt, um fleiri mótmæltu.
Men eg haldi hetta vera eitt
slag niðan fyri beltið, sigur
ein annar.
Bankabókin er
nakað serligt
Hetta skal takast í einum
søguligum
samanhangi.
Bankabókin hevur altíð ver
ið nakað serligt, sum fólk
fóru væl um og goymdu á
einum tryggum stað, og sum
tey høvdu virðing fyri, sigur
Viljormur Tórsheim, trúgv
ur gestur i Undirhúsinum.
Ein annar nevnir, at eldri
fólk ofta senda til dømis
eitt barn í bankan fyri seg at
gjalda rokningar og at taka
ut, og tá ið bókin kemu aft
ur, kann viðkomandi síggja,
um alt er rætt.
Sjálvt um fleiri hava kort,
vildu vit helst varðveitt bók
ina. Tú kanst heilsa frá okk
um, at vit allir í Undirhús
inum eru ímóti at skula av
við bankabókina, siga teir.
Ringt at missa bankabókina
Ísland skal í ES
Ein nýggj fylking, sum hevur til endamáls at virka fyri
íslendskum limaskapi í Evropasamveldinum, fer til verka
fríggjadagin. Umleið 100 fólk hava arbeitt við at stovna
rørsluna, sum hevur fingið heitið „Sterkari Ísland tjóð
millum tjóðir“. Jón Steindór Valdimarsson, sum er stjóri í
Ídnaðarsamtakinum, er ein av stovnarunum. Hann sigur
við blaðið Vísir, at rørslan ætlar at leggja seg eftir at kunna
íslendingar um ES og týdningin av møguligum limaskapi.
Men rørslan fer eisini at leggja dent á, at tað er fólkið, sum
skal taka ta endaligu avgerðina.
Minni flúgving
Triðja árið á rað var talið á flogførum, sum flúgva ígjøg
num tað íslendska eftirlitsøkið, oman fyri 100.000 í fjør.
Talið var 101.504, men tað var eini átta prosent færri enn í
2008, tá 110.366 flogfør flugu ígjøgnum tað íslendska eftir
litsøkið. Við øðrum orðum vóru 278 flogfør í økinum í
meðal um samdøgrið. Morgunblaðið skrivar, at flogfør,
sum flugu í rutu millum London og Los Angeles, vóru tey,
sum vóru oftast í íslendska økinum. Icelandair var tað flog
felagið, sum var best umboðað á eftirlitslistanum, og næst
tí komu Lufthansa, British Airways og United Airlines.
Býráðið í
Eysturkommunu
játtaði mánakvøldið
fýra umsóknum um
byggiloyvi í Leirvík
Húsabygging
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Sjálvt um arbeiðsloysi fram
vegis er gjørt, tykist hugur
tó framvegis vera fyri at
seta fót undir egið borð.
Vit hava nøkur grund
stykki leys, sum vit hava
boðið út, og mánakvøldið
samtyktu vit at játta fýra
umsóknum, sigur Jóhan
Christiansen, borgarstjóri í
Eysturkommunu.
Hann veit at siga, at
nakrar
umsóknir
aftrat
verða avgreiddar í næstum.
Jóhan Christiansen held
ur, at áhugin fyri at byggja
hevur alla tíðina verið, men
sum allastaðni í landinum
hevur hjá nógvum verið
trupult at fáa fígging frá
peningastovnunum.
Fleiri vilja byggja
í Leirvík
Byggihugurin er stórur í Leirvík
Mynd: Álvur Haraldsen
Bankabókin hevur altíð
verið nakað serligt, sum
fólk høvdu stóra virðing
fyri, sigur undirhúslimurin
Viljormur Tórsheim, uttan
til høgru á myndini. Teir
hava onkuntíð verið betur
mannaðir í Undirhúsinum
enn fyrrapartin, men eina
løtu vóru teir mannaðir til
nøkur whistspøl
Mynd: Álvur Haraldsen