mikudagur 27. januar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2010
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Sjálvandi fara vit at krevja
lønarhækking í samráð ing-
unum, sum verða nú.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag
er púra greiður, tá ið vit
spyrja hann, hvørjar vónir
hann hevur til sátt mála sam-
ráðingarnar, sum verða við
arbeiðsgevararnar
nú
í
næstu framtíð.
Sáttmálarnir
millum
ar beið arafeløgini
og
arbeiðs gevararnar ganga út
á midnátt 30. apríl og tí
skulu samráðingar verða
millum partarnar nú í vár.
Og formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
er
sann førdur um, at arbeiðara-
fel øg ini eiga at fara eftir
eini lønarhækking.
Hann er eisini leiddur og
keddur av kravinum, sum
javnan verða sett fak fel øg-
un um um, at tey skulu
tálma lønarkrøvini fyri at
vísa samfelagssinni.
- Tað er lítil meining í, at
vit vísa samfelagssinni og
tálma lønarkrøvini, sam-
stundis sum politikararnir
hótta við at hækka avgjøld
av øllum handa slagi, sigur
hann.
- Hjá mær er slíkt ómøgu-
ligt at góðtaka, leggur hann
afturat.
Hóttir við øktum
avgjøldum
Formaðurin
í
Havnar
Ar beiðsmannafelag heldur,
at hetta er ongantíð so aktu-
elt sum beint nú, eftir at
sjálv ur fíggjar málaráð harr-
in,
Jóannes
Eidesgaard,
fleiri ferðir hevur víst á, at
tað er neyðugt at breiðka
skattagrundarlagið, sum tað
so fínt eitur.
Seinast, hann gjørdi tað,
var í Sosialinum í farnu
viku, tá ið hann gjørdi
greitt, at tað ber ikki til at
spara hallið á fíggjarlógini
burtur, tí so detta væl ferðar-
tænasturnar í samfelagnum
sundur.
Tí er landsstýrismaðurin
sannførdur um, at tað eisini
verður alneyðugt hjá polit-
iska myndugleikanum at
hugsa um, hvussu lands kass-
in kann fáa hægri inntøkur.
Í hesum sambandi heldur
hann, at nøkur avgjøld, sum
tað ber til at hækka, eru
avgjaldini á olju og bensino
og kanska onnur umhvørv-
isgjøld við.
Hetta eru avgjøld sum
raka
vanliga
løntakaran
bein leiðis og tí heldur Hans
Joensen, at tað er ongantíð
so týdningarmikið hjá fak-
fel øgunum
at
vera
á
varðhaldi sum akkurát nú.
- Tað verður ómetaliga
tórført hjá mær at góðtaka,
at vit skulu tálma lønar krøv-
ini og vísa samhaldsfesti, nú
samfelagið er á grav ar bakk-
an um, tá ið sjálvur lands-
stýr is maðurin
í
fíggj ar-
málum
longu
framm an-
undan sam ráð ingunum hótt-
ir
okkum
við
hægri
av gjøldum.
- Tann stóri vandin er, at
so títt og knapt vit hava
skrivað undir ein nýggjan
lønarsáttmála við lítlari ella
ongari lønarhækking, verða
alskyns avgjøld hækkað.
Formaðurin
í
Havnar
Arbeiðsmannafelag hevur
so lítið álit á politisku skip-
anini, at hann ivast ikki í, at
politikarar bíða við vilja til
arbeiðarafeløgini
hava
skriv að
undir
nýggjan
sáttmála, so smekka teir til
við av gjaldshækkingum.
Hann leggur stóran dent á,
at við hesum hevur hann ikki
lagt upp til, at arbeið ara fel-
øg ini
skulu
tálma
lønarkrøvini, tí feløgini fara
sjálvandi at krevja hægri
løn.
Hann ivast heldur ikki í,
at tað fer at kynda uppundir
lønarkrøvini hjá fak fel øg-
un um, at politiski toppurin
longu nú er farin at tosa um
at hækka ymisk avgjøld.
- Tað sigur seg sjálvt, at
tað fer at ávirka sam ráð ing-
arnar
og
lønarkrøvini,
leggur hann afturat.
Sjálvandi fara vit
at krevja hægri løn
Fakfeløg og
politikarar mugu
seta seg niður at
tosa um, hvussu
lønarlagið skal vera
næstu árini fyri at
forða fyri, at lønirnar
verða etnar upp av
øktum avgjøldum,
heldur Hans Joensen,
formaður í Havnar
arbeiðsmannafelag
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit mugu tryggja okkum,
at politikarar ikki einaferð
afturat sleppa at lumpa fak-
feløgini til at vísa sam fel-
ags sinni og til at tálma
lønar krøvini.
Tað heldur Hans Joensen,
formaður í Havnar Arbeiðs-
mannafelag, nú samráðingar
skulu vera í vár millum
arbeiðarafeløgini
og
arbeiðs gev ar arnar
Hann hevur fleiri ferðir
gjørt seg til talsmann fyri
trý partasamráðingum mill-
um
arbeiðarafeløgini,
arbeiðs gevararnar og polit-
iska
myndugleikan
um,
hvussu lønarlagið skal vera
næstu árini.
Endamálið
við
slíkum
sam ráðingum er at avtala,
hvussu lønarlagið skal verða
næstu árini og at forða fyri at
lønin verður etin upp av
avgjalds hækk in gu m.
Tað, sum liggur í tí er, at
skal talan vera um, at fak-
feløgini skulu tálma lønar-
krøvini fyri at vísa sam fel-
ags sinni, mugu tey fáa
trygd frá politiska myndug-
leikanum fyri, at tey ikki
fáa tað afturlønt við hægri
avgjøldum.
Og hann heldur, at hetta
er ongantíð so týdn ing ar-
mik ið sum nú, tá ið hugsað
verður um, hvussu støðan
er í samfelagnum.
Hinvegin er hann eisini
greiðir yvir, at hetta er sum
at vísa hundi brand, tí nógv
fakfelagsfólk
vilja
ikki
hoyra talan um politiska
upp ílegging í sáttmála sam-
ráð ingar.
Men Hans Joensen held ur,
at tað nyttar lítið at biðja pol-
itiska myndugleikan halda
fingr arnar vekk í sátt mála-
samráðingum og so standa
sum ryssa yvir deyð um fyli
og onki gera, tá ið skattir og
avgjøld verða hækk að.
- So eiga vit eisini at fara
á barrikadurnar fyri at forða
fyri, at politikararnir sleppa
at hækka avgjøldini, sigur
Hans Joensen.
- Tað er lítil meining í at
sam ráðast um lønir, tá ið løn-
in verður etin upp við tað, at
pol itikarar leggja av gjøld á
okk um, akkurát sum teir
hava hug, leggur hann aft ur-
at.
- Eg skilji væl, at løntak ar-
ar eru misnøgd um av gjalds-
hækkingar og tí mugu vit
royna at binda fyri, so at vit
sleppa undan avgjalds hækk-
ing um og tí eiga vit at hava
betri samband við polit ik ar-
arnir, sigur formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafelag.
Mugu ikki sleppa at lumpa arbeiðsfólk einaferð afturat
- Eg kann ikki góð taka, at politikarar krevja, at vit skulu vísa
samfelagssinni og tálma lønarkrøvini, samstundis sum teir hótta
við at hækka øll møgulig avgjøld, staðfestir formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
- Eg ivist ikki í, at politikarar bara
sita og bíða til vit hava gjørt nýggjan
lønarsáttmála, so smekka teir til, sigur
Hans Joensen, formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag
Seldu nógv seyðakjøt
Tað lága virðið á íslendsku krónuni hevur gjørt, at
útlendingar kunnu keypa bíligt seyðakjøt í Íslandi, og tað
sást aftur á útflutningstølunum í fjør. Morgunblaðið
skrivar, at íslendingar seldu 2.399 tons av seyðakjøti av
landinum í fjør, og at tað var heili 60 prosent meiri enn í
2008. Tað mesta varð selt í grannalondunum og í USA,
men nakað fór eisini til lond í Asia. Orsakað av tí lága
krónuvirðinum fingu íslendingar fleiri krónur fyri
seyðakjøtið í fjør. Tað sama var galdandi fyri øl, vatn og
aðrar matvørur, sum fóru av landinum.
Seldu Grønland í Madrid
Tey, sum vitjaðu ferðavinnustevnuna FITUR í spanska
høvuðsstaðnum Madrid í síðstu viku, fingu millum annað eitt
vinarligt tilmæli um at fara til Grønlands at ferðast. FITUR er
serliga ætlað teimum londum, ið hava spanskt sum
høvuðsmál, og sambært grønlendska kringvarpinum høvdu
spaniumenn stóran áhuga fyri Grønlandi sum ferðamáli. Í fjør
vóru umleið 600 sponsk ferðafólk í Suðurgrønlandi, og talið
hevur verið veksandi tey seinastu árini, sigur KNR. Grønlands
Turist og Erhvervsråd stóð fyri tí grønlendska básinum í
Madrid.