hósdagur 28. januar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 19 - 28. januar 2010
Hóast Tórshavnar
kommuna gjørt
umfatandi kanning av
dagstovnunum, kann
hon ikki upplýsa úrslitið
hjá minni umtóktu
stovnunum. – Teir
upplýsingarnar hevur
kommunan ikki biðið
um, og tí hevur hon teir
ikki, sigur umsitingin
Kanning
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tórshavnar kommuna hevur
ikki upplýsingar, sum kunnu
seta navn á, hvussu ymisku
dagstovnarnar í kommununi
hava klárað seg.
Hetta eru upplýsingarnir,
sum umsitingin í Tórshavnar
kommunu kemur við, eftir at
Sosialurin hevur biðið um
innlit í, hvørji skoðsmál
ymisku dagstovnarnir undir
Tórshavnar kommunu hava
fingið frá foreldrunum í nøgd
semiskanning, sum grein
ingarfyritøkan Lóður hevur
gjørt fyri kommununa.
– Tað er Lóður, sum hev
ur ráu upplýsingarnar, og
tað er Lóður, sum hevur
greitt ymisku stovnunum
frá, hvussu skoðsmálið hjá
ymisku stovnunum eru. Vit
hava ikki upplýsingarnar,
sigur Jóan Petur Hentze,
trivnaðarstjóri í Tórshavnar
kommunu, um kanningina,
sum kommunan júst hevur
rindað einar tveyhundrað
túsund krónur fyri, um
framt, at ymisku dagstovn
arnir sjálvir hava fingið at
vita, hvussu teirra stovnur
kláraði seg.
Fingið allar
upplýsingar
Sosialurin bað um at fáa
sett nøvn á prikkarnar í ein
um einstakum skjali í kann
ingini,
sum
kommunan
hevur latið gjørt.
Men í teimum yvir 80 ørk
unum,
sum
Tórshavnar
kommuna hevur latið, sum
var upp á umbønina um inn
lit, er bert upplýst navn sam
an við trimum av teimum
best umtóktu stovnunum.
Hetta eru teir somu tríggir
stovnarnir,
sum
vórðu
almannakunngjørdir á tíð
indafundi, sum Tórshavnar
kommuna kallaði til mána
dagin.
Nærri kemur Sosialurin
ikki svarinum, sambært
Katrini Petersen, deildaleið
ara á barna og ungdóms
deildini
hjá
Tórshavnar
kommunu.
– Hetta eru ikki upplýs
ingar, sum kommunan hev
ur biðið um, sigur Katrin
Petersen, tá hon verður
spurd, hví tað ikki ber til at
fáa upplýsingarnir, sum inn
lit er biðið um.
So Tórshavnar kommuna
hevur ikki áhuga í allari
kanningini, sum hon hevur
nýtt umleið 200.000 krónur
av skattaborgarans peningi
til?
– Sjálvandi hava vit tað,
sigur Katrin Petersen.
Tá Sosialurin spyr, hvussu
hetta hongur saman, er
svarið, at kommunan hevði
áhuga at vita, hvussu stovn
arnir sum heild klára seg, og
at tað gav eitt gott úrslit.
Betri enn Århus
Í almennu úrslitunum av
kanningini, sum Lóður hev
ur gjørt fyri Tórshavnar
kommunu, verður saman
borið við kanning, sum
greiningarfyritøkan Ram
bøll hevur gjørt fyri Århus
kommunu.
Úrslitið, sum er borið
fram í kanningini hjá Lóðri
fyri Tórshavnar kommunu,
vísir, at stovnarnir í Tórs
havnar kommunu í miðal
eru eitt vet betri umtóktir
enn teir í Århus.
Men í almennu úrslitunum
hjá Århus kommunu ber
eisini einfalt til at finna
fram til, hvussu nøgdsemið
er við einstaku stovnarnar.
Hetta úrslit verður millum
annað nýtt av foreldrum, tá
tey skulu velja dagstovn til
síni børn.
Nú vil Tórshavnar komm
una ikki samanbera meira.
– Tað er so Århus, sum
hevur valt at gera soleiðis,
sigur
deildarleiðarin
á
barna og ungdómsdeildini.
Tórshavnar kommuna:
Vil ikki kenna sannleikan
um dagstovnar
Lovaði arbeiðspláss
Amerikanski forsetin, Barack Obama, segði í einari røðu
fyri amerikanska fólkinum í nátt, at tann størsta uppgávan
hjá stjórnini í 2010 verður at útvega fólki arbeiðspláss.
Hann segði, at hjálparpakkin, sum stjórnin veitti í fjør, fer
at geva hálva aðru millión arbeiðspláss í ár. Hann boðaði
frá, at stjórnin fer at brúka 30 milliardir dollarar til at læna
smáum vinnuvirkjum, og at stjórnin hevur sett sær sum
mál at tvífalda amerikanska útflutningin tey næstu fimm
árini. Obama segði, at hann fer at seta eina serliga nevnd at
leita eftir fleiri sparingum innan tað almenna.
Bjartskygni í USA
Aftan á ein fund í gjár kunngjørdi amerikanski tjóðbankin
fyri fyrstu ferð, at afturgongdin í búskapinum er steðgað,
og at útlitini fyri búskapinum eru betur nú, enn tey hava
verið í seinastuni. Tað skrivar Bloomberg News. Christop
her Rupkey, sum er búskaparfrøðingur hjá Tokyo Mitshu
bishibankanum, sigur við tíðindatænastuna, at sambært
boðskapinum hjá bankanum er heimsbúskapurin komin so
mikið fyri seg aftur, at hann kann skapa vøkstur uttan
almennan stuðul. Um rentuna sigur amerikanski tjóðbank
in, at hon verður verandi søguliga lág eina rúma tíð afturat.
Hóast Tórshavnar kommuna
hevur rindað umleið 200.000
krónur fyri nøgdsemiskanning
av dagstovnunum í
kommununi, so finnast
skjølini – sum upplýsa, hvørji
ummæli ávísu stovnarnir
hava fingið – ikki innan
tjúkku veggirnar í býráðnum.
Orsøkin er, at kommunan
als ikki hevur áhuga í
upplýsingunum
Sosialurin hevur biðið um innlit hjá Tórshavnar kommunu at fáa at vita, hvørji nøvn eiga at setast á prikkarnar við spurnartekni.
Men millum tær yvir 80 síðurnar, sum Tórshavnar kommuna latið Sosialinum um kanningina finst hesin samanhangur ikki