hósdagur 28. januar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 19 - 28. januar 2010
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað hevur loypt órógv á
føroysku arbeiðarafeløgini,
at
Jóannes
Eidesgaard,
landsstýrismaður í fíggjar
málum, hevur almannakunn
gjørt, at tað verður neyðugt
at breiðka skattagrundar
lagið við hægri avgjøldum,
bæði á vinnulív og á borgar
ar.
Arbeiðarafeløgini
og
arbeiðsgevarar skulu undir
lønarsamráðingar nú í vár í
sambandi við, at sáttmálin
gongur út á midnátt 30.
apríl.
Í Sosialinum í gjár førdi
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag,
fram, at tað fer at ávirka
samráðingarnar og lønar
krøvini, at Jóannes Eides
gaard hevur hótt við at
skerja livistøðið enn meiri
við øktum avgjøldum.
Og Ingeborg Vinther, for
kvinna í Føroya Arbeiðara
felag, er púra samd.
Sjálvandi fer tað at seta
síni spor í samráðingunum,
at sjálvur landsstýrismaður
in í fíggjarmálum longu
frammanundan hevur hótt
okkum við at leggja enn
fleiri avgjøld á okkum.
Skuldi tikið
um rótina
Ingeborg Vinther heldur, at
vanligi
løntakarin
tolir
hvørki fleiri avgjøld ella
hægri skatt, tí hann er iva
leysa hart kroystur framm
anundan.
Hinvegin er hon av teirri
áskoðan, at bæði Jóannes
Eidesgaard og restin av
politikarunum skuldu held
ur víst ein góðan vilja og
gingið undan við sparingum,
áðrenn lagt verður eftir van
ligum løntakarum, pensjón
istum, veikum og sjúkum,
sum hon málber seg.
Samgongan kundi víst
vegin við at spart í miðfyri
sitingini, áðrenn hon legði
á aðrar bólkar í samfelag
num
Hon sipar til at fyri nøkr
um árum síðani vóru fimm
ella seks landsstýrisfólk,
men nú eru tey níggju í tali
við hvør sínari umsiting.
Eitt aðalráð, sum hon
heldur átti at verðið niður
lagt, er uttanríkisráðið, sum
er nýtt og sum átti at verðið
niðurlagt aftur.
Annars heldur hon eisini,
at
politikararnir
kundu
avtikið teir skattafríu ágóðar
teir hava fyri at gingið und
an sum eitt gott fyridømi,
nú sparast skal allastaðni.
Jóannes
Eidesgaard
forstýrar
samráðingar
Ingeborg Vinther
hevur ikki álit á, at
tað ber til at gera eina
avtalu við politiska
myndugleikan
um lønarkarm og
fíggjarlig inntriv
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg havi verið fakfelags
leiðari í 30 ár, men trýrt tú
virkuliga, at eg havi álit á,
at tað ber til at gera eina
avtalu við politikarar?
Ingeborg Vinther ljóðar
rættiliga uppgevandi, tá ið
vit spyrja hana, hvat hon
heldur um uppskotið hjá for
manninum í Havnar Arbeiðs
mannafelag um trýpartasam
ráðingar millum fakfeløgini,
arbeiðsgevararnar og polit
iska myndugleikan.
Endamálið
við
slíkum
samráðingum skuldi verið at
fingið eina avtalu við polit
iska myndugleikan um fíggj
arlig inntriv fyri at forða fyri,
at lønin verður etin upp aftur
av skattum og avgjøldum.
Afturfyri kundi lønarkrøv
ini so verður tálmað fyri at
bøta um kappingarførið hjá
vinnuni og livistøðið hjá
løntakarunum.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað ljóðar dámligt at gera
trýpartaavtalur um ein ávísan
lønarkarm, sum politikarar
sostatt ikki binda seg til at
eta uppaftur við øktum
avgjøldum og skattum
Púra onki álit
Men hon staðfestir í sama
andadrátti, at hon hevur
ikki tað allarminsta álitið á,
at tað hevði borið til at gjørt
eina slíka avtalu millum
fakfeløg, arbeiðsgevarar og
politiska myndugleikan.
Eg vísi ikki hugskotinum
frá mær, men tíverri hava
vit ikki teir røttu politikarar
nir til at vit kunnu hava álit
á, at ein slík avtala hevði
verðið hildin.
Hon sigur, at hetta eru
tær beisku royndirnar hon
hevur gjørt sær eftir 30 ár í
fakfelagsarbeiði.
Eg havi langt síðani
mist álitið á politikararnar.
Hon sigur, at hon hevur
ov nógv dømi um, at politik
arar hava brotið avtalur, teir
hava gjørt við fakfeløgini.
Hon sigur, at tað seinasta
dømið var serliga groft.
Tað var tá ið politiski
myndugleikin vildi gera tað
lættari at fáa útlendska
arbeiðsmegi til Føroya.
Tá lovaðu politikararnir
okkum, andlit til andlits, at
tað skuldi ongin trupulleiki
vera at ganga krøvum frá
fakfeløgum á møti um eftir
lit og mannagongdir.
Men tá ið avtornaði
vóru okkara ynski ikki eftir
líkað, tí lógin varð smíðað
fullkomiliga eftir arbeiðs
gevarans høvdið.
Ingeborg Vinther sigur, at
hennara tykki var hetta so
stórt álitisbrot, at tað bøtist
ikki aftur.
Tí er tað eftir hennara
tykki ikki møguligt at gera
slíkar trýpartaavtalur við
politiska
myndugleikan,
hóast tankin er góður.
Mist alt álit á politikarunum
Politikararnir skuldu gingið á odda sum eitt gott fyridømi og spart hjá hjá sjálvum, áðrenn teir leggjasta gomul, sjúk og veik, sigur
Ingeborg Vinther, sum langt síðani hevur mist álitið á, at tað ber til at gera bindandi avtalur við politiska myndugleikan
Tað fer at órógva
lønarsamráðingarnar við
arbeiðsgevarnar, at landsstýris
maðurin í fíggjarmálum hevur
hótt við at leggja størri byrðar á
okkum, sigur Ingeborg Vinther
Langur sjókaðal
Fyritøkan Kodiak Kenai Cable Company, sum er skrásett í
Alaska, hevur ætlanir um at leggja ein sjókaðal ímillum
London og Tokyo. Kaðalin verður 15.000 kilometrar lang
ur, og kostnaðurin er mettur til seks milliardir krónur. Verk
ætlanin hevur fingið heitið Arctic Line, og tað kemst av, at
ætlanin er at leggja kaðalin eftir havbotninum úir Atlants
havinum vestur um Grønland og norður um Kanada og
haðani vestur í Kyrrahavið. Tey, sum hava fyrireikað verk
ætlanina, siga, at tann nýggi kaðalin fer at stytta samskiftis
tíðina millum London og Tokyo meiri enn 50 prosent.
Svii fyri norðmann
Um ein góðan mánað leggur tann serligi STsendimaðurin í
Afghanistan, norðmaðurin Kai Eide, frá sær. Síðani tað
frættist, at hann skuldi úr starvinuum, hava fjølmiðlarnir
gitt, hvør skuldi taka við, og í gjár kunngjørdi ST, at tað er
ein svii, sum skal loysa norðmannin av. Ban Kimoon, ST
aðalskrivari, segði í gjár, at hann hevur gjørt av at senda
svenska diplomatin Staffan de Mistura til Alghanistan sum
nýggjan STsendimann har. Staffan de Mistura (myndin)
hevur fyrr verið serligur STsendimaður í Irak. Hann byrjar
í Kabul tann 1. mars.