Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 19 - 28. januar 2010 Tað er ikki so lætt at skriva lættan tekst. Tí skipa Skúlabóka­ grunnurin og Bóka­ deildin fyri skeiði í at skriva lættlesiligan tekst til børn Undirvísing Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Í apríl skipa Føroya Skúla­ bókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri skeiði í at skriva lættlesiligan tekst til børn. Forløgini greiða frá, at hetta við at skriva lættlisnan tekst er eitt serligt handverk, ikki minst í sambandi við fyrstu lesingina. Á skeiðinum fara lesi­ frøðingar at greiða frá, hvat lættlesiligur tekstur er, og hvat høvundurin skal hugsa um, tá hann skrivar lætt­ lisnan tekst. Eisini fer Lydia Didriksen, lærari, skúla­ bókavørður og rithøvundur, at greiða frá tilgongdini frá handriti til lidna bók. Hetta eru somu forløg, sum geva út sonevndu krabbabøkurnar, ið eru lætt­ lisnar bøkur til børn og ung. Síðani 2008 eru 45 krabba­ bøkur komnar út í sjey tor­ leikastigum, og í 2010 koma 28 krabbabøkur út. Forløgini siga, at hetta eru góðar bøkur um evni, ið børn og ung hava áhuga fyri; mestsum allir fólka­ skúlarnir hava teknað seg sum haldara av bókunum, og afturmeldingarnar hava verið serstakliga góðar. Meginparturin av bókun­ um eru týddar, men í heyst komu tær fyrstu uppruna­ føroysku krabbabøkurnar út. Hetta vóru fýra bøkur til fyrsta torleikastig. Lydia Didriksen hevur skrivað, og tvey ung listafólk hava myndprýtt. Í heyst koma tær næstu fýra uppruna­ bøkurnar út. Forløgini greiða frá, at tey miða eftir at geva nakrar upprunaføroyskar krabba­ bøkur út á hvørjum ári. Skeiðið verður í Norður­ stovu í Norðurlandahúsi­ num 14. apríl klokkan 13­ 16. Freistin at tekna seg er 26. mars, og luttøkan er av­ markað. Skeiðið er ókeypis, og áhugað kunnu venda sær til forløgini. Tungt at skriva lættan tekst Krabbabøkurnar eru lættlisnar bøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út í felag. Tær eru ætlaðar at fáa glið á lesingina hjá næmingum, ið nýliga hava lært at lesa, og bøkur, ið eru lættar at lesa hjá næmingum, ið ikki hava so lætt við at lesa. Krabbabøkurnar eru skrivaðar á einfaldan hátt við stuttum orðum og stuttum setningum. Endamálið við krabbabókunum er: • at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa • at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa • at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa • at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Tekna teg sum haldara nú 495,- um ársfjórðingin Sparið 560,- í mun til leysasølu! ...vit eru allastaðni Boks 76 · FO-110 Tórshavn Send lepan til: