Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2010 33 lýsingar Tilmelding og Skrá: sí www.alzheimer.fo Hvør kann luttaka? Ert tú hjúnafelagi, sambúgvi, barn, barnabarn, vinur ella í familju við ein, sum hevur demenssjúku, er skeiðið júst til tín. Um pláss er, kunnu onnur áhugaði luttaka. Endamálið við undirvísingini er at geva luttakarunum vitan og innlit í:  Demenssjúkur, sjúkueyðkenni, viðgerð og sjúkugongd  Hvørjir møguleikar eru fyri hjálp og stuðli  Hvussu ein best umgongst ein, sum er raktur av demens  Samskifti við ein minnisveikan og kensluligar reaktiónir Hesi og onnur viðkomandi evni verða viðgjørd. Eru ynskir ella væntanir til undirvísingina, vinaliga boða okkum frá hesum. Endamálið er eisini at geva luttakarunum møguleika:  At fáa eyga á egnar møguleikar og avmarkingar  Eitt stað at luta royndir Undirvísarar: Heidi Hvidbro, Poula Sørensen og Jónvør Christiansen, demenssamskiparar – Sigrún Mohr, Alzheimerfelagið, verður eisini við. Væntanir til luttakarar:  Royndir at varða av einum við demenssjúku  Tagnarskylda Kostnaður: Tvøroyri: 300 kr. og Runavík 400 kr (við mati) Skeið fyri avvarðandi hjá minnisveikum Tvøroyri á Seglloftinum 27. februar kl. 10–17 Runavík á Røktar- og Ellisheiminum 25. og 26. mars kl. 9–16 Íslandvegur 10 • FO-100 Tórshavn 31 31 02 • alzheimer@alzheimer.fo Útgjalding úr Gramex-grunninum Heitt verður á øll, ið framleiða føroyskar fløgur, um at senda skjalprógvað tilfar um, hvussu nógvar eindir hvør einstakur framleiðari ella virki hevur framleitt í tíðar- skeiðnum 01.01.2009. til 31.12.2009. Allar eindirnar verða síðani taldar saman i stigum ið so verða nýtt tá samlaða upphæddin frá GRAMEX skal býtast. Útgjaldingin verður i feb/marts 2010. Alt tilfar skal sendast til: Framleiðslufelagið/Gramex Tórugøta 14, FO 100 Tórshavn. Minnist til hesar váttanir: 1. Váttan um framleiddar eindir. (skal vera undurritað) 2. Avrit av faktura. 3. Váttan frá studio um tal av eindum ella tvítøkum kann eisini nýtast. 4. Tvey eintøk av verkinum. 5. Kontonummar, har peningurin skal flytast. SEINASTA FREIST FYRI INNLATING ER 1. FEBRUAR 2010 Eru ivamál, so set teg i samband við: Kristian Blak 314815 ella send ein teldupost til: gramexgissur@gmail.com Sosialurin / KvR 34 18 00 Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Pedagogur til Verkhúsið Stíggj í Saltangará Søkt verður eftir pedagogi til Verkhúsið Stíggj í Salt­ angará til setan 1. mars 2010 ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran á tlf. 763270 Umsókn Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Verkhúsið Stíggjur Heiðavegur 37 600 Saltangará Stílað: Poulina Johannesen, leiðara Umsóknarfreist: 19. februar 2010 kl. 12.00 Lesið alla lýsingina á heimasíðu okkara: www.naerverk.fo / leys størv Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum. Eiðis kommuna Leiðari til barnagarðin á Eiði Barnagarðurin Korndalsgarður søkir eftir leiðara at starvast fulla tíð. Byrja 01.03.2010 ella skjótast til­ ber. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn Umsókn við avrit av prógvi og møguligum við­ mælum skulu vera hjá Eiðis Kommunu, Brekku­ vegur 22, 470 Eiði, í seinasta lagi 15.02.2010 Nærri fæst at vita Um starvið við at venda sær til Rólant Poulsen, Borgarstjóra, telefon 213312. Aðalfundur hjá Vága Bjargingarfelag Sunnudagin, hin 7. februar 2010 kl. 15.00, verður aðalfundur hjá Vága Bjargingarfelag á brandstøðini í Miðvági. Skrá sambært lóg felagsins. Øll eru vælkomin, møtið fjølment, nýggir limir kunnu tekna seg. Í Sandavági, hin 29. januar 2010 Sofía Jacobsen, formaður. Estetiskur fimleikur Fyrra steypakapping verður í høllini í Runavík hetta vikuskiftið. Leygardagin kl. 14.00 fyri smágentum, unglingum og kvinnum. Sunnudagin kl. 15.00 fyri pinkum og gentum. Kostnaður: Vaksin: 100,00 kr. og børn 20,00 kr. Møtið fjølment! Føroya Fimleikasamband