fríggjadagur 29. januar 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2010
35
lýsingar
Pedagogar
Dagstovnurin Birkilund ynskir sær 3 pedagogar at
starvast millum 30 og 40 tímar um vikuna. Størvini
eru í vøggustovuni og verða sett 01.03.2010 ella
eftir avtalu.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Birkilund er ein sjálvsognarstovnur við 33 børnum
í vøggustovuni og 69 børn í barnagarði. Vit hava 7
stovur og 3 til 4 starvsfólk á hvørjari stovu.
At starvast á dagstovni, meta vit er eitt av heimsins
týdningarmiklastu størvum. Birkilund leggur tí
dent á at menna starvsfólkini. Vit luttaka á fleiri
skeiðum, ráðstevnum og tiltøkum, bæði sum vit
sjálvi skipa fyri og, ið verður bjóðað okkum.
Vit eru í støðugari menning, eindirnar eru lagdar
saman í 2008 og vit eru í holt við at finna felags
stev. Vit arbeiða við at tillaga menningarætlanirnar
og arbeiða miðvíst við TRAS.
Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv, har tú
sleppur at verða við til at mynda títt dagliga arbeiði
og gerandisdagin hjá børnunum.
Vit liggja í einum náttúruríkum umhvørvi tætt við
Hoyvíkstjørn og við øllum sniðgøtunum á Kon-
mansmýru.
Vit ynskja at umsøkjarin:
Er útbúgvin pedagogur.
Er fyrikomandi og erligur.
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult í
samráð við børn og starvsfelagar.
Heldur at arbeiðið á einari vøggustovu er
spennandi og avbjóðandi.
Dugir at síggja avbjóðingar fram um
avmarkingar.
Er nærverandi og dugir at lurta.
Raðfestir foreldrasamstarv høgt.
Vil verða við til at menna stovnin og arbeiða við
tí vit seta okkum sum mál.
Meira fæst at vita hjá leiðaranum Katrin Bjarnadóttir
á tlf 215458 ella hjá álitisfólkunum Jóhanna Laksá
tlf 313131(vøggustovan) ella Allan Mortensen tlf
257832 (barnagarðurin)
Skrivlig umsókn við pedagogprógvi (um tú verður
liðug í vár, er tú eisini vælkomin at søkja) og
møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi
seinast 10.02.2010
Dagstovnurin Birkilund
Hoyvíksvegur 41 B
FO – 100 Tórshavn
Barnagarðurin á
Svangaskarði, Toftir
søkir eftir 1 námsfrøðingi
Til Barnagarðin verður søkt eftir:
• 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um
vikuna í tíðaravmarkað starv, at seta frá
01. mars 2010 til 28. februar 2011, fyri
námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi.
Barnagarðurin er ein ítróttarbarnagarður
Barnagarðurin hevur tríggjar stovur – Sóldøgg, Sólar
eyga og Sólarglottin.
Í barnagarðinum eru 56 børn.
Barnagarðurin liggur við stadionøkið á Svangaskarði,
tætt við náttúruna og við nógvum møguleikum at
vera úti.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka
barninum
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan dag saman við børnunum
• Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
• Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
• Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í skala 11
– 18
Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk
sett ístaðin.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
leiðarin í Barnagarðinum á tlf 448760/565021
Umsóknir
saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu
verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 12. feb
ruar 2010.
Nes KommUNa
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo
N e S K o m m u N a
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
Joensen Auto El-verkstað
Vit umvæla og selja startarar og
dynamo'ir til øll bilmerkir.
Vit testa eisini tín bil við landsins besta testara.
Joensen Auto El-verkstað
FO-370 Miðvágur · Tel. 211669
Vit gera smáskaðar, polera, bona og
lakkforsegla bil tín við Nano Cover
Bilur tín verður
sum nýggjur
Quick Repair
Á Hjalla · tlf. 21 33 23
Útgerðin á tannlæknastovu
í Kollafirði til sølu
Útgerðin á tannlæknastovu míni í Kollafirði, er
til sølu. Tannlæknastovan hevur 2 viðgerðarrúm
umframt onnur tilhoyrandi hølir. Í sambandi
við søluna er møguligt at leiga hølini til
tannvirksemi í eina tíð.
Áhugað kunnu seta seg í samband við:
Terja Davidsen, tannlækna
Traðaveg 3, 410 Kollafjørður
Tlf. 421418, fax 421406
t-post: terjed@kallnet.fo