Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2010 37 tíðindi Nýggi próvtalsstigin, tann sokallaði 7-tals- stigin, sum skal av loysa verandi 13-tals stigan, verð ur settur í verk í Før- oyum frá skúla árs- byrjan 2011 Skúlaverk Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Á skúlaleiðarafundinum 22. januar kunnaði lands­ stýris kvinnan í menta­ málum, Helena Dam á Neystabø, um, at frá skúla­ árs byrjan í 2011 verða nýggj ar námsætlanir settar í verk í øllum lærugreinum frá 1. flokki í fólkaskúlanum til endan á vinnu­ og mið­ náms útbúgvingunum, og náms frøðilig stevnumið verða ásett fyri dagstovna­ økið. Í eini námsætlan verður ásett endamálið við læru­ greinini, og hvørji mál og krøv verða sett á ymsu floks stigunum. Námsætlanirnar koma at avloysa tær lesiætlanir, sum eru galdandi fyri fólka­ og miðnámsskúlarnar, og sum í fleiri førum hava tørv á at verða dagførdar. Seinastu tvey árini hava fleiri enn 50 bólkar av virknum lærarum úr øllum skúlaverkinum arbeitt við at gera uppskot til nýggjar námsætlanir frá fyrsta flokki til miðnám. Í september og oktober 2009 varð skipað fyri hoyr­ ing ar­ og kunn ingarfundum kring landið. Í fleiri førum er víst á, at tørvurin á nýggjum námsætlanum er stór ur. Mentamálaráðið hev ur sett eina ritstjórn at við gera tilfarið, sum komið er frá skúlunum, og at rit­ stjórna teimum umleið 50 uppskotunum til nýggjar nám s ætlanir. Í ritstjórnini eru: • John Dalsgarð, ritstjóri • Sólvá Jónsdóttir, lærugreinaráðgevi • Mortan Zachariassen, formaður fyri námsætlanararbeiðið Á skúlaleiðarafundinum 22 januar segði lands­ stýriskvinnan millum annað, at tað hevur stóran týdn ing at tryggja, at náms­ ætlanir nar fáa eina gjølliga við gerð, áðrenn tær verða settar í verk. Tí er tað skila­ best at lata ritstjórnina fáa hetta árið til arbeiðið. Før­ leika málini í nám s ætlan­ unum og nýggi próv tals­ stigin fylgjast, og verða tí sett í verk samstundis í august 2011. ­ Eg vil á henda hátt trygg ja, at lærarar fáa stund ir til at fyrireika seg væl til nýggju náms æt lan ir­ nar og próvtalsstigan, sigur Helena Dam á Neystabø, lands stýriskvinna í Menta­ málum. 7-talsstigin kemur í 2011