fríggjadagur 29. januar 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 98. januar 2010 – Nr. 20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Robinho fer heim til Brasil
Við einum príslepa upp á £32 milliónir varð roknað við, at Robinho skuldi
verða bjartasta stjørnan av øllum, sum eru keyptar til Manchester City,
síðani felagið í fyrraárið fekk nýggjar eigarar. Veruleikin hevur verið ein
annar, tí hóast glottar, so hevur Robinho ongan tíð av álvara vunnið
hjørtuni hjá ljósabláu áskoðarunum. Nú er greitt, at Robinho næstu seks
mánaðirnar skal spæla við Santos í heimlandinum, og Roberto Mancini,
sum er manager í Manchester City, vónar, at hetta er tað, sum skal til fyri at
fáa fótbóltsevnini at blóma aftur. - Robinho er ein spælari, sum hevur tørv
á at spæla støðugt fyri besta liðið, og vit ynskja honum alt tað besta hesar
komandi seks mánaðirnar, sigur Mancini við enska Soccernet.
Fýra dystir til Ferdinand
Rio Ferdinand hjá Manchester United er dømdur
leikbann í fýra dagar, eftir at videomyndir sýndu, at hann
sló Craig Fagan, tá Manchester United leygardagin
spældi móti Hull. Í fyrstu atløgu mótmælti spælarin
ætlaða bannið, og tí kundi hann vera við, tá United basti
grannunum úr City í hálvfinaluni í Carling-Cup. Men nú
fall hamarin, og tað er dyggur smeitur hjá Manchester
United, har tey annars júst fegnaðust um, at Ferdinand
var tøkur eftir langan skaðasteðg.
Eydnast TB at vinna á
SÍ sunnudagin, minkar
munurin millum tey bæði
fremstu kvinnuliðini í
Eik-liguni niður í tvey stig.
Eisini hjá monnunum er
toppdystur, tá SÍ í morgin
tekur ímóti Mjølnir
Eftir dystirnar í Eik-liguni hjá
kvinnum um vikuskiftið kann
støðan broytast munandi, tí tá
verða stigini býtt í helvt. Tann stóri
munurin, sum hevur verið í báðum
endum, verður ikki so stórur, so tí
kveikjast óivað vónir um bata hjá
fleiri av liðunum.
Hesa ferð er toppdystur á skránni
í Trongisvági, har TB tekur ímóti SÍ,
sum hevur verið á odda alla
kappingina. TB, sum hevur vunnið
síðstu seks landskappingardystirnar
á rað, hevur ikki tapt síðani síðsta
dyst ímóti SÍ, sum var hálvan
november. Eydnast TB at taka odda-
liðið, kann tað broyta stigatalvuna
munandi, tí so eru bara tvey stig á
muni, eftir at stigini eru koyrd í
helvt.
Mjølnir, sum roynir at fylgja við
TB í jagstranini eftir einum
FM-finalusessi, skal á útivølli spæla
ímóti KÍF, ið enn eigur fyrstu stigini
til góðar. Og Fleyr, sum hevur tapt
tríggjar teir síðstu landskappingar-
og steypadystirnar, skal royna at
reisast aftur, nú ÍF vitjar.
SÍ er eftir Mjølnir
Í Eik-liguni hjá monnum eru stigini
langt síðani býtt í helvt, so skal
munurin minka millum liðini, kann
tað bara gerast á vøllinum. Hetta
umfarið er tað serliga í toppdyst-
inum í Sørvági millum SÍ og Mjølnir
leygardagin, at tað kann fáa
týdning. SÍ, sum síðstu dystirnar
hevur verið í framgongd, skal royna
at koppa oddaliðnum úr Klaksvík, tí
við sigri til heimaliðið minkar
munurin niður í eitt stig – og
vinnur Mjølnir, økist munurin upp í
fimm stig.
Samstundis liggur Fleyr og lúrir
aftanfyri, men óstøðuga havnarliðið
tykist tó vera í so langt aftanfyri, og
í løtuni er finalusessurin nakað
fjarur. Hesa ferð tekur Fleyr á
heimavølli ímóti ÍF, sum enn einki
stig hevur fingið.
Seks stig eru upp til bjarg-
ingina, nú VB-kvinn urnar
aðru ferð á rað skulu spæla
yvirlivilsisdyst. Og hjá
monnunum ganga fimm
av teimum seks liðunum
framvegis í einum bólki –
langt aftan fyri Neistan
Bæði í 2003 og 2005 átti VB besta
kvinnuliðið í Sunset-kappingini,
umframt at VB eisini hevur verið í
fimm av 10 teimum síðstu
steypafinalunum. Men tær
glæsiligu løturnar standa í
skríggjandi kontrasti til núverani
støðuna á stigatalvuni, har VB er
niðast – heili seks stig aftan fyri StÍF
og VÍF.
VB hevur nú bara átta dystir eftir,
og dysturin á Skála sunnudagin er
ein av teimum, VB undir ongum
umstøðum má tapa. Samstundis er
StÍF í tí støðu, at verður vunnið á VB
hesa ferð, er niðurflytingarvandin
mestsum ruddaður burtur.
Í hinum báðum kvinnudystunum
eru tey bæði oddaliðini, Stjørnan
og Tjaldur, at rokna sum stórfavo-
rittar, hóast bæði eru á útivølli. VÍF,
sum hevur havt viðrák síðstu vik-
urnar, tekur ímóti Stjørnuni, og
Neist in, ið enn situr rimmarfast á
bronsuplássinum, fær vitjan av
Tjaldri.
Ganga í einum bólki
Síðstu vikurnar hava ikki verið tær
stóru broytingar í Atlantic Airways-
kappingini. Bara eitt stig er millum
nummar tvey og nummar seks, og
skiftandi úrslitini hava gjørt, at liðini
bert hava flutt seg innanhýsis, men
einki er sloppið frá hinum.
KÍF, sum leingi lá aftast, er saman
við H71 eitt stig framman fyri hini
trý aftaru, sum eru VÍF, StÍF og
Kyndil. Hesa ferð skulu kollfirðingar
á útivølli spæla ímóti Neistanum, ið
er níggju stig frammanfyri. KÍF
hevur fyrr í vetur vunnið á Neistan-
um, so nú fæst at síggja, um tað var
eitt »lucky punch«, ella um KÍF kann
gera tað óvæntaða aftur.
H71 spælir longu í morgin ímóti
StÍF, sum hevur tapt síðstu fimm
dystirnar. Strandingar hava ikki
vunnið, síðani teir hálvan november
vunnu á júst hoyvíkingum. Triði
dysturin er gamli klassikarin millum
VÍF og Kyndil, og endar hann ikki
við javnleiki, er væl hugsandi, at tað
framvegis verður bara eitt stig
millum fimm tey fremstu, tá
vikuskiftið er farið afturum.
Toppdystur
í Trongis-
vági
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
TB-kvinnurnar eru til reiðar at taka ímóti oddaliðnum, SÍ, í Trongisvági sunnudagin. Í morgin er eisini
toppdystur hjá monnunum, tá SÍ og Mjølnir spæla í Sørvági Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Kollfirðingar eru annað av teimum báðum einastu liðunum, sum
hava koppað suverena Neista-liðnum í vetur. Sunnudagin møtast
Neistin og KÍF aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
VB berjist fyri lívinum
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen