Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 21 - 1. februar 2010 tíðindi Fólkakirkjan Snorri Brend snorri@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Dómkirkjan: Nógv var gjørt burtur úr, nú føroyska kirkjan á fyrsta sinni skuldi innseta bæði Una Næs í starvið sum dómpróst og Ann Dahl Hansen sum sókn­ arprest undir eini og somu gudstænastu. Umframt høvuðspersón­ arnar sjálvar, vóru m.a. Kaj Leo Johannesen, løgmaður; mentamálaráðharrin, Hel­ ena Dam á Neystabø; nær­ um allir prestarnir í kirkjuni og familjurnar hjá prestun­ um báðum. Haraftrat setti Havnarkórið sín serstaka dám á gudstænastuna við sínum vakra sangi. Miðlarnir vóru eisini til staðar, tí Kringvarpið sendi hesa hátíðargudstænastuna beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi, eins og Miðlahús­ ið hevði síni fólk á stað­ num. Trygg lívsmeining Í langa tíð er eingin prestur settur í fast starv í føroysku fólkakirkjuni. Tey formligu viðurskiftini við hesum komu í rættlag í heyst, og stutt eftir komu fyrstu lýs­ ingarnar til tey fimm presta­ størvini kring landið og til dómpróst. Higartil eru tveir prestar settir í starv ­ Hanus á Gørð­ um í Klaksvík og Símun Jac­obsen á Strondum. Nú stóðu so sóknarpresturin í Suðurstreymoy og dóm­ prósturin fyri. Tá slíkt hendir, og ikki minst tá tveir prestar verða innsettir ísenn, er altíð talan um ein hátíðarligan dám yvir gudstænastuni. Tað var kortini eitt sum breyt frá við gudstænastuni í Dómkirkjuni í gjár: Umframt hátíðarløtuna, var gudstænastan eisini merkt av sorgblídni, nú Bjarni Bæk er farin úr starvinum sum dómpróstur. ­ Vit fingu eina staffett at bera víðari frá Jesusi sjálv­ um. Lærusveinar hansara løgdust ikki á boðini, men bóru hana víðari til síni fólk og víðari til okkara. Vit eru eisini boðin at bera hann víðari ­ Um henda stafettin, ella hesin boðskapurin, sleppur at bera við mannahjørtuni, ja, so verður tað til vælsign­ ilsi, ­ tað vil siga, so fer lív­ ið at trívast, eins og menn­ iskju fáa eina trygga lívs­ meining til øll lívsins viður­ skifti, legði Bjarni Bæk dent á. Við hesi gudstænastuni eru fýra av teimum seks prestunum settir í føst størv. Sum skilst verður Derhard Olsen innsettur í starv sítt í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi sunnudagin, og sunnudagin eftir verður Theodor E. D. Olsen inn­ settur í starv sítt í Kvívík. - Stafettin má berast víðari - Tann góði virkningurin av tænastu tíni og tínum vælvaldu orðum, er ikki í tínum valdi. Men hann er Guds góði gerningur! Soleiðis tók nú fyrrverandi dómprósturin, Bjarni Bæk til í talu síni, tá hann í gjár innsetti bæði nýggjan dómpróst og sóknarprest í Suðurstreymoy. Hetta er 39. ferðin at hann er við til eina slíka innseting Bjarni Bæk handar setanarbrævið til nýggja sóknarprestin í Suðurstreymoy, Ann Dahl Hansen Prestar við Jógvan Fríðriksson bispi og Bjarna Bæk á odda koma í skrúðgongu inn til hátíðargudstænastuna Nýsetti sóknarpresturin, Ann Dahl Hansen heilsar uppá konu dómpróstin, Emmely Næs Familjan hjá Ann Dahl Hansen var eisini til staðar í kirkjuni. Mannin, Jens Jákup Hansen kenna vit frá Kringvarpinum