Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 22 - 2. februar 2010 FISKAVINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur einki arbeiði ver­ ið á Norðís í ár, og nú eru eisini øll fólkini, sum hava arbeitt á virkinum, upp­ søgd. ­ Tað hevur verið so tungt at koma í gongd í ár, at vit hava valt at leggja arbeiðið stilt fyribils, sigurJóhan Páll Joensen. Virkið hevur roykt hýsu til bretska marknaðin, men nú tá keypararnir ikki vilja avtaka føroysku hýsuna, tí teir siga, at fiskiskapurin ikki er burðardyggur, hevur leiðslan valt at steðga á fyri­ bils, og tey 35 fólkini, sum hava arbeitt á Norðís, eru nú leys av virkinum. ­ Vit fara nú at kanna, hvat vit kunnu gera, fyri at fáa bretar at síggja øðrvísi upp á føroyska hýsufiski­ skapin, og tað verður eitt drúgt og stríggið arbeiði, sigurJóhan Páll Joensen. Stjórin á Norðís sigur, at tá tað kemur til roykta hýsu er Bretland marknaðurin. ­ Tað finnast nokk markn­ aðir aðrastaðni, men eingin, sum er so góður sum tann bretski, sigurJóhan Páll Joensen. Spurningurin um bretska boykottið av føroyskari hýsu hevur verið uppi og vent í Løgtinginum, og Jac­ ob Vestergaard, fiskimála­ ráðharri, vísti í einum svari upp á ein munnligan fyri­ spurning á, at vinnan sjálv eigur at loysa trupulleikan við bretska boykottinum. Fakfelagið fíggjar Fyribils hevur leiðslan á Norðís so gjørt av at steðga á og royna at gera støðúna upp. ­ Tað ber í løtuni ikki til at siga nakað um, nær ella um virkið fer í gongd aftur. Í ringasta føri kann tað henda, at virkið fer á húsa­ gang, sigurJóhan Páll Joen­ sen. Tað er annars ikki so langt síðani, at Eiðis Arbeiðsmannafelag hevur veitt Norðís eitt lán. ­ Ja tað er rætt. Arbeiðs­ mannafelagið hevur verið ógvuliga positivt, og teir hava veitt okkum eitt lán, váttarJóhan Páll Joensen. Hann vil ikki nevna upp­ hæddna, men viðgongur, at hetta lánið eisini hongur í leysum lofti í løtuni. ­ Í løtuni mugu vit bert staðfesta, at tað fæst ikki rakstur í framleiðsluna, og tí valdu vit at steðga á. Og beint nú er framtíðin rætti­ liga óviss, men vit kanna sum nevnt møguleikarnar fyri at sannføra bretar um, at okkara hýsuveiða er burðar­ dygg, sigurJóhan Páll Joen­ sen. 35 arbeiðsleys á Norðís Einki arbeiði hevur verið á Norðís í ár, og nú eru eisini tey 35 arbeiðsfólkini á virkinum søgd upp Saab avlop í 2012 Niðurlendska bilverksmiðjan Spyker, sum hevur keypt svensku bilverksmiðjuna Saab frá General Motors, hevur góðar vónir um framtíðina hjá svensku verksmiðjuni. Niðurlendska fyritøkan sigur, at í framtíðini skal Saab leggja seg eftir at framleiða trý ella fýra ymisk modell, og málið er, at fyritøkan skal hava avlop í rakstrinum í 2012. Spyker ásannar tó, at ein tílík umskipan fer at krevja íløgur fyri meiri enn sjey milliardir krónur. Spyker ætlar, at Saab skal selja millum 100.000 og 125.000 bilar um árið ella á leið tað sama, sum áðrenn Saab kom í kreppu. Vil ikki kanna leka Í Danmark vil verjumálaráðharrin, Søren Gade, ikki skipa fyri einari kanning, sum skal staðfesta, um tað var ein av hansara medarbeiðarum, sum lat fjølmiðlunum loyniligar upplýsingar um servandar danskar hermenn í Afghanistan. Hinvegin er verjumálaráðið sinnað at samstarva við løgregluna, sum hevur fingið eina áheitan um at kanna málið. Kunningarstjórin hjá Søren Gade, Jacob Winther, er lagdur undir at hava latið fjølmiðlunum upplýsingarnar, men tað avsannar hann. Fríggjadagin vórðu Jón Danielsen frá Articon og Tormóður Stórá frá Psykiatriska deplinum kosnir ársins leiðarar ÁRSINS LEIÐARAR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Tað er altíð hugaligt við einum herðaklappi. Tað segði Jón Danielsen, stjóri á Articon, við Rás2, eftir at hann á leiðaradegnum hjá Synergi varð avdúkaður sum ársins privati leiðari. Hann nevndi í takkarrøðu síni, at hóast tíðirnar ikki eru tær bestu, so kann tað í ávísum førum vera lættari fyri ein leiðara at fáa tað besta burtur úr tí tilfeingi, hann hevur uttan um seg. ­ Tað er eingin loyna, at støðan innan byggivinnuna ikki er hin besta í løtuni, men eg haldi at vit hava tað rímiliga gott kortini, og vit síggja upp á framtíðina rími­ liga positivt, segði Jón Danielsen. Hann heldur, at hetta gev­ ur áræði at halda fram, eins og tað er eitt prógv fyri starvsfólkið, at fyritøkan er á rættari leið. ­ Tað krevst eisini í dag, at allar góðar kreftir ganga saman, segði Jón Danielsen við Rás2. Fyri almenna sektorin var tað Tormóður Stórá, stjóri á Psykiatriska deplinum árs­ ins leiðari. Sum eina grundgeving nevndi dómsnevndin, at Tormóður Stórá hevur víst á gongdar leiðir innan psykiatriska økið, eins og hann hevur verið sjónligur í almenna rúminum. Men verður nóg nógv ljós varpað á økið hjá Tor­ móði Stórá. ­ Nei, tað verður tað ikki, og tað er so ein av uppgáv­ unum hjá okkum, sum arbeiða innan økið. Hetta er jú eitt øki, sum nógv tabu er knýtt at, og tabu er jú vantandi vitan, so tað ræður um hjá okkum at skapa meiri vitan um psykiatriina, segði Tormóður Stórá. Og tað, at stjórin á Psykiatriska deplinum nú er valdur til ársins almenna leiðara vísir, at fólk hava fingið eyga á økið. ­ Eitt slíkt herðaklapp er ógvuliga fløvandi og gevur áræði at halda fram við tí arbeiði, sum eg havi gjørt, segði Tormóður Stórá. Altíð hugaligt við herðaklappi Tormóður Stórá, stjóri á Psykiatriska deplinum, og Jón Danielsen, stjóri á Articon, vórðu kosnir ársins leiðarar 2010 Mynd: Jens Kristian Vang - Worst Case Scenario er, at virkið fer á húsagang, men vit arbeiða við at kanna, hvussu vit aftur kunnu fáa eina lønandi avtalu við bretsku keypararnar, siguJóhan Páll Joensen, stjóri