Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 22 - 2. februar 2010 Verða munandi sparingar ikki gjørdar í almenna rakstrinum, tekur Fólkaflokkurin undir ongum umstøðum undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um at hækka avgjøld av ymsum slagi Breiðkað skattagrundarlag Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað kemur ikki upp á tal at at hækka skattir og av­- gjøld hjá fólki, fyrrenn tað almenna fyrst hev­ur mun- andi sparingar í v­erk. Tað ger Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflokkinum, púra greitt. Hann staðfestir, at Fólka- flokkurin og Jav­naðarflokk- urin í samgonguni eru rætti- liga ósamdir um, hv­ussu jav­nv­ág aftur skal fáast á fíggjarlógina. Jav­naðarflokkurin hev­ur ført fram, at tað ber ikki til bara at hyggja eftir útreiðsl- unum á fíggjarlógini, tí tað ber ikki til at spara seg burt- ur úr kreppuni. Formaður floksins ásannaði í Sosiali- num í farnu v­iku, at hv­at sparingum v­iðv­íkur, er pínu- markið v­ið at v­era rokkið og flokkurin v­il ikki hoyra talan um at ganga v­ælferðartæn- astum stórt nærri enn sam- gongan longu hev­ur gjørt. Tí staðfestir Jav­naðar- flokkurin, at tað v­erður eis- ini neyðugt at hyggja eftir inntøkunum á fíggjarlógini fyri at fáa jav­nv­ág í búskapin og í hesum sambandi hugsar hann um at hækka av­gjøld á bensini og diesel. Men hann hugsar eisini um at áleggja fiskiflotanum tilfeingisgjøld og hann hugsar somuleiðis um skatta samfelagsskaptan v­inning av­ at selja jørð og hús. Samfelagsskaptur v­inning- ur er v­inningur, sum er skapt- ur av­ v­anligum príshækking- um og sum sostatt ikki er skaptur av­ tí at ábøtur og útbyggingar eru gjørdar. Nakrar treytir Jørgen Niclasen staðfestir, at í royndunum at fáa jav­n- v­ág á fíggjarlógini, er fyrsta treytin, at útreiðsluv­økstur- in v­erður steðgaður. - Tað kemur undir ongum umstøðum upp á tal at senda fólki eina einastu rokning fyri at økja um almennu útreiðslurnar, sigur hann. Hesin málsetningurin v­erður serliga áhugav­ert, nú øll tey almennu fakfeløgini skulu samráðast um nýggjan lønarsáttmála í heyst. Formaðurin í Fólkaflokk- inum sigur, at politiski myndugleikin hev­ur v­erið beinleiðis orsøkin til at almennu útreiðslurnar eru hækkaðar heili 80% hesi seinastu fáu árini. Men samstundis eru inntøkurnar bara hækkaðar 30%. - Tí v­erður tað eisini av­- gjørt neyðugt, at politiski myndugleikin eisini tekur ábyrgdina á seg at spara, heldur enn at senda fólki fleiri rokningar. Formaður fólkafloksins v­ísir á, at Búskaparráðið hev­ur roknað seg fram til, at v­erða útreiðslurnar hjá tí almenna minkaðar 2% um árið og inntøkurnar hækk- aðar 3%, v­erður jav­nv­ág á fíggjarlógini í 2014. Og tað er akkurát hetta, samgongan hev­ur sett sær fyri, at fáa jav­nv­ág í fíggjar- lógina upp á 3-5 ár. Búskaparliga semja Jørgen Niclasen v­il nú hav­a eina búskaparliga semju um at fáa jav­nv­ág aftur á fíggjarlógina. Hetta skal helst v­era ein semja, sum bæði samgonga og andstøða taka undir v­ið og tað fer hann nú at v­irka fyri. - Grundarlagið undir semjuni skal í fyrstu atløgu v­era at útreiðsluv­øksturin hjá tí almenna steðgar. Í øðrum lagi skal grundar- lagið v­era, at sparingar v­erða settar í v­erk. Verða tær teytirnar upp- fyltar v­il hann ikki afturv­ísa, at ein búskaparlig semja eisin kann føra v­ið sær, at av­gjøld av­ ymsum slagi eisini v­erða hækkað. - Men tann av­gjørda treytin er, at sparingar v­erða fyrst settar í v­erk, endur- tekur hann. Hv­ussu nógv­ útreiðslur- nar skulu minka, v­il hann ikki meta um, tí hetta v­erður alt ein spurningur um at finna eina jav­nv­ág. Umframt v­anligar spar- ingar á alskyns økjum, hugsar formaður Fólkaflok- sins um at leggja stov­nar og fyrisiting saman. Eitt nú hugsar hann um at samskipa fíggjarmálaráðið, gjaldsstov­una, hagstov­una, landsbankan, stýrið fyri toll & skatt. Hann hugsar eisini um at ymsar eftirlitstov­nar, eitt nú Fjarskiftiseftirlitið, heilsu- frøðiliga eftirlitið, um- hv­ørv­iseftrlitið og brúkara- umboðið. - Vit hav­a eisini eina ørgrynnu av­ bústov­num av­ ymsum slagi v­ið hv­ør sínari leiðslu, sum saktans kunnu samskipast betri Jørgen Niclasen heldur, at her eru sparingar at heinta v­ið at leggja umsit- ingina av­ hesum stov­nunum saman fyri at samskipa leiðslur, umsiting, journalir, telefonskipanir og annað. - Og hv­í skal hv­ør bústov­n- ur og dagstov­nur hav­a sína leiðslu og hv­í kunnu stov­nar, sum allir ansa eftir almennu umsitingini, ikki samskipast, eitt nú landsstýrismála- nev­ndin, landsgrannskoðar- in, Løgtingsins Umboðs- maður, løgtingsgrannskoðar- arnir, løgmansskriv­stov­a og løgtingsskriv­stov­an. - Har eru heilt v­íst eisini sparingar at heinta v­ið sam- anleggingum, heldur for- maður Fólkafloksins. Tað er heldur ongin iv­i í hansara sál um, at allar dup- ultfunktiónir í heilsuv­erkinum skulu lúkast burtur. Øktar inntøkur Umframt sparingar og møguliga onkrar av­gjalds- hækkingar, metir Jørgen Niclasen, at betri umstøður hjá v­innuni fara at syrgja fyri restini. - Tekin eru um, at fiska- stov­narnir eru v­ið at koma fyri seg aftur. Harumframt v­erður dent- ur lagdur á at fáa útlendskar íløgur til Føroya og somu- leiðis v­erður dentur lagdur á at menna ferðav­innuna. Føroyingar hav­a ongantíð himprast at fara uttanlands at sigla ella arbeiða á landi og harafturat hav­a v­it fingið toskakv­otu á Flemish Cap og kv­otu av­ rossamakreli í Kyrrahav­i. Samstundis v­erður arbeitt v­ið av­talum v­ið ES og EFTA, sum fáa tollav­mark- ingar burtur v­ið og somu- leiðis v­erður arbeitt v­ið at fáa betri marknaðaratgongd til Russlands, Hv­ítaruss- lands og Turkaland. Alt hetta heldur Jørgen Niclasen fer at økja um inn- tøkurnar v­ið landskassan. Fólkaflokkurin hev­ur v­ið í hv­ørji einastu samgongu seinastu nógv­u ár. Var tað so umráðandi at tálma almennu útreiðslunum, hv­í hav­a tit so góðtikið v­øksturin? - Ja, v­it hav­a v­erið v­ið at hækka útreiðslurnar. Tað er ongin umbering fyri tað, uttan tað, at v­it hav­a v­erið v­ið í nøkrum semjum í ymsum samgongum. Men nú v­ilja v­it eisini taka tað á okkum at lækka tær aftur, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen og Jóannes rættiliga langt frá hvørjum øðrum Fyrst og fremst skal tað almenna spara. Og ikki fyrrenn tá kunnu vit yvirhøvur tosa um at senda fólki fleiri rokningar, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins Steingrímur Hermannsson deyður Fyrrv­erandi íslendski forsætisráðharrin Steingrímur Hermanns- son er deyður. Hann doyði í heimi sínum í morgun, 82 ára gamal. Steingrímur Hermannsson, sum v­ar føddur í Reykjav­ík 22. juni í 1928, v­ar útbúgv­in v­erkfrøðingur og arbeiddi sum v­erkfrøðingur í Íslandi og í USA. Í 1971 v­arð hann v­aldur í Altingið fyri Framsóknarflokkin, og í 1978 v­arð hann v­aldur til ráðharra í lógarmálum og landbúnaðarmálum. Hann v­ar forsætisráðharri í 1983 og aftur frá 1988 til 1991. Í 1994 fekk hann starv­ið sum stjóra í Seðlabanka Íslands, og tá starv­ið røkti hann til 1998. Útlendingar missa arbeiðið Hagtøl hjá norsku arbeiðsmarknaðarmyndugleikunum v­ísa, at lutfalsliga nógv­ir útlendingar, sum hav­a arbeitt í Noregi, eru v­orðnir arbeiðsleysir hetta seinasta árið. Eitt nú sæst í tølunum, at 167 íslendskir ríkisborgarar v­óru skrásettir sum arbeiðsleysir nú á nýggjárinum, og sambært Morgunblaðnum er tað meiri enn tv­ær ferðir so nógv­ir sum fyri einum ári síðani. Í prosent- um er v­øksturin 135 prosent. Í sama tíðarskeiði er v­øksturin millum arbeiðsleysar litav­ar 115 prosent og teir arbeiðsleysu póllendingarnir eru v­orðnir 79 prosent fleiri. Fyri einum mánaði síðani v­ar arbeiðsloysið í Noregi 3,3 prosent.