Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 22 - 2. februar 2010 Einskiljið Royal Greenland! Í Grønlandi vil arbeiðsgevarafelagið hava tað almenna at einskilja Royal Greenland og at loyva útlendskum íleggjarum at gera íløgur í grønlendsku fiskivinnuna. Stjórin í arbeiðsgevarafelagnum, Henrik Leth, sigur, at skal tað grønlendska samfelagið fáa sum mest burtur úr fiskivinnuni í framtíðini, skal fiskiflotin nútímansgerast, samstundis sum útlendskir íleggjarar fáa atgongd til vinnuna. Harafturat skal Royal Greenland einskiljast, sigur Henrik Leth, sum sjálvur sat í leiðsluni í felagnum í sjey ár. Minni munur í Bretlandi Í Bretlandi er stjórnarflokkurin Labour í ferð við at taka seg inn á tann konservativa andstøðuflokkin. Ein meiningakanning hjá blaðnum The Independent vísir, at var parlamentsval nú, hevði tann konservativi flokkurin fingið 38 prosent av atkvøðunum, meðan Labour hevði fingið 31 prosent. Í einari tilsvarandi kanning fyri einum mánaði síðani var munurin níggju prosentstig. Kanningin vísir eisini, at bara fáir bretar halda, at tey konservativu høvdu dugað betur at loyst búskaparkreppuna enn stjórnin hjá Gordon Brown. FERÐSLUTRYGD Hvalba: Portalurin skrivaði leygardagin, so datt ein steinur undan loftini um fýra tíðina hendan dagin einar 100 metrar inni í norð­ ara enda í Hvalbiartunlinum. Ein persónbilur á veg suður­ eftir ígjøgnum tunnilin koyrdi á steinin. Eingin fólkaskaði var, men bilurin fekk nakað av skaða. Landsverk skrivar á heimasíðuni frá økisfor­ manninum hjá Landsverki í Suðuroy, Asbjørn Morten­ sen, at steinurin, sum datt niður undan loftinum og niður á koyribreytina í norð­ ara enda í Hvalbiartunlinum, er ein umleið 100 kg tungur steinur. Hann greiðir víðari frá, at ein saltbilur hjá Landsverki, sum var úti í sambandi við kavarudd­ ingina leygardagin, beint frammanundan hendingina, hevði koyrt ígjøgnum tunn­ ilin, og tá var einki óvanligt at síggja. Stutt eftir koyrir ein persónbilur norður ígjøgnum tunnilin og á ein stein á koyribreytini. Fólk hjá Landsverki í Suðuroy komu beinanvegin á staðið og ruddaðu økið og kannaðu loftið í tunlinum. Eingin ábending er um annað leyst tilfar í loftinum, sigur Landsverk á heima­ síðuni. Steinurin vigaði 100 kilo DANSIKAPPING Føroyska Luisa Sofía Eliasen hevur vunnið enn eitt Danmarksmeistaraheiti. 10 ára gamla Luisa Sofía Eliasen, sum í heyst gjørdist Danmarksmeistari í samba, vann sunnudagin í Kolding enn eitt Danmarksmeistaraheiti saman við dansipartnara sínum, Tore Lund. Tey vunnu í bólkinum undir 13 ár. Talan var um meistaraheiti í sonevndum standarddansi. Dansað var vals og quickstep. Tað gongur sera væl hjá Luisu Sofíu og Tore, sum eisini vunnu fyrstu styrkilistakappingina, ið var í Ålborg 9. januar. Um tríggjar vikur er stóra kappingin Copenhagen Open á skránni. Beint eftir páskir skal parið luttaka á Blackpool Open, ið hevur sama týdning fyri dansarar, sum Wimbledon hevur í tennis, so talan er um eitt spennandi og avbjóðandi vár fyri tey bæði. Millum føstu venjarar parið hevur kunnu nevnast Marianne Eihilt og Mads Vad, sum eru kend frá »Vild Med Dans«, og Lene James, sum var fyrsti danski heimsmeistarin í dansi. F y r r v e r a n d i evropameistarin, bretin Alan Winter, fyrireikar parið til altjóða kappingar. 10 ára gamla Luisa Sofía er Danmarksmeistari