týsdagur 2. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 22 - 2. februar 2010
Kina ávarar Obama
Teir seinastu dagarnar hevur Kina átalað, at USA ætlar sær at selja
Taiwan nútímans hernaðarútgerð, og stjórnin í Beijing hevur hótt
við avleiðingum. Nú er kinesiska leiðslan komin við einari ávaring
afturat. Nú ávarar hon Barack Obama, forseta ímóti at tosa við tann
andaliga leiðaran úr Tibet, Dalai Lama. Stjórnin í Beijing sigur, at
tað fær álvarssamar avleiðingar fyri viðurskiftini millum Kina og
USA, um Obama játtar at hitta Dalai Lama. Tann fyrsta
viðmerkingin úr Washington er, at enn er eingin tílíkur fundur
avtalaður.
Ov lítil CO2-skerjing
ST kunngjørdi í gjárkvøldið, at 55 lond hava kunnað
heimsfelagsskapin um, hvussu nógv tey ætla sær at skerja
útlátið av CO2 hetta til 2020. Sagt verður, at 78 prosent av
heimsins CO2-útláti kemur frá teimum 55 londunum.
Formaðurin í veðurlagsnevndinmi hjá ST, Yvo de Boer,
sigur, at tilsagnirnar frá londunum eru ikki nøktandi.
Hinvegin heldur hann, at tær eru eitt týðandi stig og geva
eina ábending um, at eitt veruligt úrslit kann koma burtur
úr næsta samráðingarumfari, sum verður í Meksiko.
Av tí at arbeiðsloysi
í Føroyum er farið
upp um 3,5%, koma
herdu reglur um
arbeiðsloyvi aftur í
gildi
ARBEIÐSLOYSI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Danska Integratiónsminist-
eriið hevur nú sett úr gildi
serligu reglurnar frá juni
2008, sum gjørdu tað lættari
hjá ES-borgarum at fáa
arbeiðsloyvi í Føroyum,
enn eftir vanligu útlendinga-
lógini fyri Føroyar. Stigið
er tikið í samráð við Inn-
lendismálaráðið, grundað á
at arbeiðsloysið í Føroyum
nú er farið upp um 3,5%.
Útlendingastovan boðar
frá, at fyri tey, ið hava nýtt
skipanina,
er
hetta
nú
galdandi:
Eitt arbeiðsloyvi, ið er er
givið undir serligu skipanini
fyri
ES-borgarar,
hevur
framvegis gildi, til tað er
gingið út.
Allar umsóknir, latnar
myndugleikunum
áðrenn
27. november 2009, verða
viðgjørdar
eftir
serligu
reglunum fyri ES-borgarar,
sum var galdandi tá.
Allar umsóknir frá ES-
borgarum, latnar myndug-
leikunum eftir 27. november
2009, verða viðgjørdar eftir
vanligu
útlendingalógini
fyri Føroyar (Anordning nr.
182 af 22. marts 2001).
Undangóðkendir arbeiðs-
gevarar kunnu nú ikki
longur fráboða nýsetan av
ES-borgarum
við
AR8
skjali, tí nú krevst aftur, at
øll hava persónligt arbeiðs-
loyvi.
Danska Udlændingeser-
vice hevur kunngjørt, at tey
skjótast møguligt senda
kunning um broytingina til
undangóðkendar
arbeiðs-
gevarar, fakfeløg, arbeiðs-
gevarafeløg og aðrar avvarð-
andi partar.
Innlendismálaráðið sigur,
at kunnað verður samstundis
um, hvørji umsóknarbløð
teir arbeiðstakarar, ið raktir
eru av broytingini, skulu
nýta, um tey framvegis ætla
at søkja um loyvi at arbeiða
í Føroyum.
Herða
reglurnar um
arbeiðsloyvi
Trivnaðarkanningin
í politinum vísir, at
í Føroyum eins og í
ríkinum sum heild
trívast kvinnurnar
verri enn menninir
TRIvnAÐuR
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Líka aftur til 2005 hava
trivnaðarkanningarnar
,
sum gjørdar eru millum
starvsfólk
í
politinum,
víst, at kvinnurnar hava
verið betur nøgdar við
arbeiði sítt enn menninir.
Í 2007 og í 2008 var tó
minni munur.
Men
í
fjør
fóru
kvinnurnar afturum. Tølini
vísa, at kvinnurnar trívast
væl verri enn menninir, og
tað er galdandi bæði fyri
Føroyar og ríkið sum
heild.
Einki verður viðmerkt
um, hvat kvinnurnar eru
mest ónøgdar við.
Kvinnurnar trívast
verri í politinum
Trý umboð fyri Svimji
skúla Føroya hava í
vikuskiftinum verið
á norðurlendskari
ráðstevnu í Asker
nær Oslo, har grund
leggjandi svimjifrálæra
var evnið
SvIMJInG
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nordic Conference in Ele-
mentary Swimming Teach-
ing er árlig ráðstevna um
grundleggjandi
svimjifrá-
læru, sum í nú 10 ár hevur
verið fyriskipað á skift í
ymiskum
Norðanlondum,
við svimjisambandinum í
vertslandinum og Nordic
Education Group sum sam-
skiparar. Málbólkurin er
svimjivenjarar og lærarar
sum fáast við grundleggjandi
svimjifrálæru og lívbjarg-
ing, har innihaldið í ár til
dømis var spurningurin um
nýtslu av flótiamboðum í
svimjiundirvísing, og frá-
læra til børn við breki.
Svimjiskúli Føroya er sam-
starv millum Mentamála-
ráðið og Svimjisamband Før-
oya, at fáa til vega skeiðstilboð
til svimjilærarar og venjarar í
føroyskum fólkaskúlum og
svimjifeløgum. Í løtuni kann
Svimjiskúlin bjóða skeið í
vatntilvenjing og svimjigrein-
unum, umframt at fólk gjøg-
num skipanina kunnu fáa
lívbjargingarprógv. Ætlanin
er seinni at víðka um Svimji-
skúlan, við frálæru eisini í
venjingarlæru og líknandi,
so hvørt sum orka verður til
tess.
Svimjiskúlin á
ráðstevnu í Noreg
Savnsmynd