Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 23 - 3. februar 2010 Løgtingið var í gjár karmur um ein heldur margháttligan politiskan glantrileik. Misálitið móti Rósu Samuelsen var á skránni og orðaskiftið vardi fýra tímar. Í besta føri varð ein hálvur nýttur til at argumentera fyri ella móti sjálva misálitinum Politisk eygleiðing Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár reisti Miðflokkurin eitt misálit móti landsstýriskvinnuni í almannamálum, Rósu Sam­ uelsen. Høvið, sum flokk­ urin nýtti at reisa misálitið, var, at landsstýriskvinnan fríggjadagin lýsti tvær kunngerðir, sum millum annað hækka egingjaldið hjá pensjónistum, sum búgva á sambýlum ella røktarheimum. Men undir­ liggjandi vóru allar tær broytingar og skerjingar, sum eru framdar á almannaøkinum síðan Rósa Samuelsen tók við. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, legði mis­ álitið fram í einari kenslu­ bornari røðu og nýtti við støði í orðum hjá farna javnaðarmanninum, Petur Mohr Dam, at sosiali bardag­ in er eitt lívlangt stríð, høvið at heita á Løgtingið um at loysa Rósu Samuelsen úr starvinum sum landsstýris­ kvinnu í almannamálum, tí alt álit á hana var rokið. Eitt misálit er eitt tað ógvusligasta amboðið, lóggevandi valdið hevur at nýta móti tí útinnandi valdi­ num. Eitt slíkt amboð verður sjáldan nýtt og eigur at verða nýtt við varsemi. Tvinnar niðurstøður eru gjørligar, tá misálit verður reist. Tað er sum eitt tví­ eggjað svørð, sum antin gevur einum koppandi landsstýrisfólki mønusting­ in ella reisir tað fult upp­ aftur. Verður misálitið sam­ tykt, er niðurstøðan, at Løgtingið einki álit hevur á landsstýrisfólkinum. Verður misálitið hinvegin felt, er tað ein álitisváttan, sum sigur, at Løgtingið hevur fult álit á, at landsstýrisfólkið útinnir starv sítt á fullgóðan og ábyrgdarfullan hátt. Tí skuldi ein trúð, at eitthvør misálit verður viðgjørt í størsta álvara, og at løgtingslimir í slíkum føri gera sær størsta ómak at halda orðaskiftið á einum høgum og sakligum støði, og at teir, sum einki sakligt hava at siga kortini, halda sær frá at biðja um orðið. Glantrileikur burturav Í Løgtinginum seinnapart 2. februar 2010 fingu vit tó sjón fyri søgn, at hetta ikki var førið. Als ikki. Kropp á kropp komu løgtingslimir – aloftast teir somu umaftur og umaftur – upp á løgtingsins røðara­ pall. Hvat teir flestu gjørdu har, er ikki gott at vita. Í besta føri nýttu teir høvið at royna sær retorikkin eitt sindur. Orðaskiftið var í síni heild lítið sakligt, og snúði seg aloftast um alt møguligt annað, enn um at argumentera antin fyri ella ímóti at Rósa Samuelsen skuldi loysast úr starvi. Sum ikki einaferð í politiska gerandisdegnum á Løgtingi gekk ikki long tíð, fyrr enn orðaskiftið snúði seg um, hvørt blokkniður­ skurðurin hjá Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Sjálv­ stýrisflokkinum var orsøkin til, at alt gongur av skriðuni, ella um veruliga orsøkin nú mundi vera skattalættarnir, sum Fólkaflokkurin, Sam­ bandsflokkurin og Javnað­ arflokkurin samtyktu í sam­ gonguskeiðnum frá 2004 til 2008. Tunlar, fiskidagar, fiski­ loyvi, tú gjørdi hatta og tit gjørdu hatta. Ákærur flúgva aftur og fram saman við stórum orðum sum populis­ ma, fjølmiðlaspæl og kenslu­ porno. Lutvíst smápersón­ ligar, lutvíst partapolitiskar. Cost-Benefit Tó so, viðgangast skal, at onkur var somikið at sær komin, at viðkomandi tók orðið við tí eina endamáli at argumentera fyri ella móti. Onnur nýttu høvið til, í stórum ideologiskum vendingum at tváa sær hendurnar eitt sindur og skjóta partar av skuldini á onnur, meðan onkur nýtti høvið at minna veljaran á, at tit kundu bara valt okkum, so var alt øðrvísi. Í flestu førum vóru stórir, innantómir flosklar tað berandi í viðmerkingunum. Flest øll mundu vita, hvat úrslitið av hesum misáliti fór at vera, longu áðrenn orðaskiftið fór í gongd. At lagt sakligu argumentini á borðið og atkvøtt átti ikki at tikið stórt meira enn tann eina tíman, kanska tveir. Men orðaskiftið í Løg­ tinginum vardi góðar fýra tímar, áðrenn atkvøtt varð. Eitt heilt dagsverk hjá politikarum. Sjálvir hava politikar ofta hugtakið cost­benefit á lofti, tá tosað verður um íløgur. Hvat vit fáa búrturúr fyri tann kostnað, tað hevur. 33 løgtingslimir vóru til staðar. Fleiri av landsstýris­ fólkunum tað sama. Løn teirra er góðar 34.000 krón­ ur um mánaðin, hjá lands­ stýrisfólkunum góðar 45.000 krónur um mánaðin. Við 20 arbeiðsdøgum í hesum mánaðinum er dags­ lønin ávikavist 1700 og 2250 krónur. Tilsamans er kostnaðurin hjá lands­ kassanum fyri arbeiðsdagin í gjár sostatt góðar 75.000 krónur, umframt eftirløn og yvirtíð hjá starvsfólkum løgtingsins. Benefittið veldst um eyg­ að, ið sær. Rósa Samuelsen fekk eina álitisváttan. And­ støðan fekk høvið at rósa sær sjálvari og ákæra sam­ gonguna. Samgongan tað sama um andstøðuna. Hvat fólkið, veljarin og skatt­ gjaldarin fingu burturúr hes­ um arbeiðsdegnum í løg­ tinginum, er ivasamt. Helst einki. Kanska var tað bara ein politiskur glantrileikur fyri 75.000 krónur. Politiskur glantrileikur fyri 75.000 krónur Løgtingið í gjár. Karmur um ein margháttligan glantrileik Mynd: Álvur Haraldsen Thailendsk massaga í Havn Í gjár lat upp nýggj thailendsk massagustova í miðbýnum í Havn, ið ber heiti Sabai. Walai West, sum eigur og rekur nýggju massasgustovuna, er úr Thailandi, og er hon er útbúgvin á WatPo templinum í Bangkok, ið verður mettur sum ein tann besti skúlin í Thailandi, og hevur hon eisini drúgvar royndir innan økið. Thai massaga, stavar frá teimum siðbundnu templunum har munkarnir lærdu og lótu frá sær hesa massagu­viðgerð frá ættarlið til ættarlið. Kroppurin verður mýktur, við at brúka hendur, føtur, knø, albogar og likamsvekt við tí endmáli at geva kundanum betri heilsu, størri smidleika og økta vælveru. Klovnar og krossfesting í Lítluvík Hetta vikuskifti letur upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er listamaðurin Harry Knudsen, ið sýnir fram. Listamaðurin hevur fyrr sýnt fram í Føroyum og í Danmark, tá einamest við landskapsmyndum, men hevur síðani flutt seg til meira at mála portrettir og støðumyndir. Við á fram­ sýningini eru bæði nýggj og eldri verk, umleið 40 í tali. Myndaevnini fevna víða yvir hálvabstrakt landslag og portrett. Framsýningin letur upp fríggja­ dagin, og opið er til og við sunnudagin. Allar dagar frá klokkan 14 til 19.