mikudagur 3. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 23 - 3. februar 2010
Landsstýrismaðurin
í Suðuroy hevur
onki ímóti, at verða
møttur av kravgongu,
tá ið hann kemur til
Suðuroyar í morgin
at tosa um læknaligu
støðuna í oynni
Kravgonga
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er fínt, at suðuroyingar
vilja hitta meg og eg havi
onki ímóti at fáa eitt prát
við teir.
Tað nervar aldeilis ikki
Aksel V. Johannesen, lands-
stýrismann í heilsumálum,
at hann fer at verða móttikin
við kravgongu, tá ið hann
fer til Suðuroyar í morgin at
viðgera læknaligu støðuna í
oynni.
Hann skal til Suðuroyar í
morgin at tosa um støðuna
á Suðuroyar Sjúkrahúsi og
um kommunulæknaskipan-
ina í oynni.
Somuleiðis hava borgar-
stjórarnir í oynni biðið um
fund við landsstýrismannin
og tað umbønini ætlar hann
at eftirlíkað, so tað verður
eisini fundur við teir.
Vælkomin at
mótmæla
Í sambandi við suðuroyar-
ferðina er boðað frá krav-
gongu ímóti landsstýris-
manninum fyri at fáa hann
at ganga nøkrum ynskjum á
møti.
- Tað havi eg onki ímóti.
Tað eru suðuroyingar væl-
komnir til. Eg eri fegin um,
at suðuroyingar vilja hitta
meg og eg vil eisini fegin
tosa við teir, sigur lands-
stýrismaðurin.
Hann sigur, at hann fer at
fortelja kravgongufólkunum
og suðuroyingum sum heild,
at hann tekur læknaligu
støðuna í Suðuroy í størsta
álvara og hann fer at fortelja
teimum, hvørjar ætlaninir,
hann hevur á økinum.
- Eg fari at fortelja suð-
uroyingum, at tað er avgjørt
ongin sum helst ætlan um
at niðurlagað Suðuroyar
Sjúkrahús, heldur tvørtur
ímóti.
Tryggja læknar
í Suðuroy
Aksel V. Johannesen sigur,
at á fundunum í morgin fer
hann at tosa við kommunu-
læknarnar,
læknarnar
á
sjúkahúsinum og borgar-
stjórarnar um, hvussu tað
ber til at tryggja, at læknar
støðast í Suðuroy, bæði
læknar á sjúkrahúsinum og
kommunulæknar.
- Tað er høvuðsendamálið
við ferðini.
Læknarnir
í
Suðuroy
hava áður sagt fyri Sosialin-
um, at teir meta, at heilsu-
verkið í oynni skal hava
eina meirjáttan upp á 4,5-5
milliónir afturat til narkosu-
lækna og yngri læknar, tí
tað er hetta sum skal til fyri
at lætta vaktarbyrðuna hjá
kommunulæknunum
og
bøta um arbeiðsumstøðurnar
hjá serlæknunum.
Aksel V. Johannesen held-
ur, at kanska ber tað til at
gera tað bíligari, tí hann er
ikki sannførdur um, at tað
er grundarlag fyri at seta
narkosulalækna í fult starv
í Suðuroy.
- Tað ber til at fáa atgongd
til narkosulækna á annan
hátt, sigur hann. Í hesum
sambandi hevur hann áður
sagt, at ætlanin er at seta
ein narkosulækna, sum skal
hava skyldu at arbeiða á øll-
um trimum sjúkrahúsunum
eftir tørvi.
Sum er hevur landsstýris-
maðurin 600.000 krónur til
endamálið og hann væntar,
at tað verður tórført at tosa
um nakra eykajáttan í ár.
- Vit hava lagt eina fíggj-
arlóg og vit hava fingið
greið boð um, at eykajáttanir
koma ikki upp á tal.
- Men eg havi ikki læst
meg fastan á nakra ávísa
loysn. Eg fari á fund við
opnum sinni at tosa um,
hvørjir møguleikar eru og
so taka vit tað haðani frá.
Aksel gleðir seg til
at hitta suðuroyingar
Í morgin skal Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hitta
suðuroyingar andlit til andlits í sambandi við læknaligu støðuna
í Suðuroy. Hann er fegin fyri hetta høvi og hann fer at á fund við
opnum sinni, sigur hann
- Vit fara at taka ímóti
Aksel V. Johannesen
við røðum, sangi og
skeltum, men tað
skal sjálvandi vera í
allari friðarligheit,
siga tey, sum fyrireika
kravgongu á Tvøroyri
í morgin
Kravgonga
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hetta skal vera ein friðarlig
kravgonga, har vit fara at
gera vart við okkara sjónar-
mið.
Tað staðfestir Rudi Niel-
sen Bruhn, sum er ein av
teimum,
sum
fyrireikar
kravgonguna í morgin í
sambandi við, at Aksel V.
Johannesen, landstýrismað-
ur í heilsumálum, kemur til
Suðuroyar í morgin at við-
gera læknaligu støðuna í
oynni saman við læknum
og leiðslu á sjúkrahúsinum,
kommunulæknum
og
borgarstjórunum í oynni.
Tað er langt síðani, at
boðað varð frá kravgongu í
sambandi við fundin og í
løtuni eru tey í holt við at
fyrireika seg til at taka ímóti
landsstýrismanninum.
Rudi
Nielsen
Bruhn
sigur, at talan skal avgjørt
vera um eina friðarliga
kravgongu, men hon vónar
at so nógv fólk, sum gjørligt
fara at møta, tí talan er um
álvarsmál fyri Suðuroy.
Á fundinum verða skelti,
røður og sangur og annars
tað, sum hoyrir eini krav-
gongu til.
Hon sigur, at fólk er boð-
send at møta á sjúkrahús
økinum klokkan 11 í morg-
in og so fer Eyðun Nolsøe
at spæla ímeðan bíðað verð-
ur eftir landsstýrismannin-
um, sum kemur við Smyrli
klokkan 11.30.
Tey eru í løtuni í ferð við
at fyrireika eina røðu fyri
landsstýrismanninum
og
tey eru eisini í ferð við at
skera skelti við boðskapin-
um til landsstýrismannin á.
Suðuroyingar gera seg út til friðarliga kravgongu
Tycho Brahe skal kannast
Í meiri enn 400 ár hava gitingar verið um, hvørjum tann
danski vísindamaðurin Tycho Brahe doyði av, og nú er
ætlanin at gera eina roynd at loysa gátuna. Tycho Brahe er
jarðaður í Tyn-kirkjuni í kekkiska høvuðsstaðnum Prag, og
myndugleikarnir har hava nú givið kekkiskum og donskum
serfrøðingum loyvi til at kanna leivdirnar av honum.
Serfrøðingarnir vóna, at teirra kanningar kunnu svara
spurningunum, um Tycho Brahe doyði av kyksilvureitran, ella
um hann bleiv myrdur, skrivar Politiken. Tycho Brahe doyði í
1601.
Bók skrivast um Frelsunarherin í Føroyum
Arbeitt verður við at skriva bók um Frelsunarherin í
Føroyum, og verður nú sóknast eftir myndum, ið eru
tiknar í samband við ymisk arbeiði og tiltøk.
Frelsunarherurin hevur hildið til í Tórshavn og í Vági,
og hevur sett dám á gerandisdagin á hesum støðum í
mong, mong ár. Nú verður sagt frá Frelsunarherinum í
Vági, at tey, ið hava myndir, sum kunnu hugsast at
vera nýtiligar í bók um Frelsunarherin í Føroyum,
kunnu venda sær til Ben Eli á telefon 588558 ella
373150.