Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 244 - 18. desember 2001 Nr. 244 - 18. desember 2001 27 Sosialinum tørvar blaðfólk Hevur tú hug at royna teg á einum arbeiðs- plássi, har tað er ferð á allan dagin, har ein deadline er partur av hvørjum einasta arbeiðs- degi, og har tú allatíðina fært nýggjar og spennandi uppgávur, so er hetta kanska møgu- leikin hjá tær. Okkum tørvar blaðfólk, og vit bjóða eitt hend- ingaríkt og fjølbroytt starv, har tú verður partur av eini vælvirkandi redaktión og sleppur at royna teg við alskyns uppgávum. Seinastu tíðina hava vit økt um virksemi við at skriva tíðindi til www.portal.fo. Hetta hevur eisini ført til økt krøv til redaktiónina, men er eisini við til at menna tíðindaflutningin, sum støðugt verður dagførdur á internetinum. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella jour- nalistiskum royndum hava fyrimun. Tað er ein treyt, at tú dugir at orða teg lætt og neyvt á før- oyskum, og at tú fylgir væl við í tí, sum hendir og rørist í samfelagnum. Sosialurin er eitt blað, har tað hendir nakað. Vit eru alla tíðina úti um okkum, og fimm ferðir um vikuna koma vit á gøtuna, umframt støðugu tíð- indi á internetinum. Umsóknir við møguligum prógvum og við- mælum skulu sendast okkum innan mánadagin 8. januar 2002. Starvið verður sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Sosialurin Postsmoga 76 110 Tórshavn Viðmerkjast skal »umsókn« Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóra, á telefon 211820 ella Eirik Lindenskov, blaðstjóra, á telefon 216409 Sosialurin er eitt livandi og spennandi arbeiðspláss. Her starvast umleið 25 fólk. Uppgávurnar eru bæði áhugaverdar og fjølbroyttar. Blaðið kemur út fimm ferðir um vikuna. (GG: Hetta er sama starv, sum varð lýst leyst síðstu viku í november. Eftir áheitan er freistin longd) Avloysari fyri fulltrúa Starvið Av tí at eitt av okkara starvsfólkum fer í farloyvi, er eitt starv sum fulltrúi í Mentamáladeildini leyst at søkja. Setanartíðin er frá 1. februar 2002 til 31. au- gust 2002 Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a.: • At røkja samskiftið við teir mentanar- og gransk- ingarstovnar, ið eru undir Mnetamáladeildini og at taka sær av málsviðgerð í hesum sambandi • At røkja samskifitið við mentanarlívið • At umsita ymiskar stuðulsjáttanir • At taka sær av málsviðgerð sum heild • At røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur Førleikakrøv • Útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkom- andi útbúgving • Kann arbeiða sjálvstøðugt umframt samstarva í arbeiðsbólkum o. l. • Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við prógvum o. ø. skulu sendast til: Mentamálastýrið stílað Jóannes Dalsgaard Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. desember 2002, kl. 12.00. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, á tlf. 215052, Jeanetta E. Blåsvær, fulltrúa, á tlf. 215030 ella til Mentamálastýrið 355050. Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru upp- gávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðar- virksemi. Mentamálastýrið er skipað í tríggjar deildir – Menta- máladeild, Fólkaskúladeild og Vinnu- og miðnámsskúladeild. Mentamáldeildin hevur fyrisitingina av hægri útbúgvingum, mentamálum, gransking, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðar- virksemi. Harafturat fyristiur deildin ávísar uppgávur viðvíkjandi kirkjuni. Mentamálastýrið Mentamáladeildin Seinasta freist at lata lýsingar inn til leygardags- blaðið 22/12 er hósdagin 20. desember kl.15.00 Freistin at bíleggja litlýsingar ella lýsingar, sum eyka-arbeiði stendst av, er kl. 14.00 Hotel Runavík Sjómansheimið Vit hava stongt millum jól og nýggjár. Stongt verður 23. des. 2001, og latið verður upp aftur sum vanligt 2. jan. 2002. Vit ynskja øllum okkara viðskiftafólki eini gleiðilig jól, og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. 2 lærarastørv við Tofta skúla Vegna farloyvir, verður søkt eftir 2 lærarum til Tofta skúla. Bæði størvini eru tíðaravmarkað: – frá 7/1-2002 til 28/2-2002 (uml. 2 mðr.) – frá 7/1-2002 og skúlaárið út (uml. 6 mðr.) Bæði størvini eru til fulla tímatalvu. Tann, ið settur verður til starvið fyri 2 mðr., skal hava royndir í svimjiundirvísing, meðan hin skal kunna undirvísa í føroyskum og enskum. Størvini verða lønt sambæt sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknirnar skulu verða skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 3. januar 2002. Leggið vði ljósrit av prógvi og møguligum viðmæl- um. Skúlastýrið fyri Tofta skúla v/ Jóhannus Danielsen 650 Toftir www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Nú ber til at gera rættuligt kvetti hjá Útsølan heldur fram til jóla! JÓLA ÚTSØLAN BERG MOTORS Vit hava samlað avlops bilarnar fyri 2001 - nýggir sum gamlir og selja teir út fyri her og nú prísir BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 KPMG statsaut. revisorar Sp/f Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35 Roknskaparleiðari til Faroe Cold Stores Fyri Faroe Cold Stores í Vági verður søkt eftir roknskaparleiðara at byrja 1. februar 2002. Faroe Cold Stores rekur eina frystigoymslu, felagið tekur sær eisini av lossing og lasting av skipum. Starvið fevnir um: · alt vanligt bókhaldsarbeiði · gerð av fíggjarætlanum · gerð av mánaðar- og ársroknskapum · umsiting av goymslustýring, og · luttøku í marknaðarføringini av virkinum v.m. Talan er um eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv. Tann, sum settur verður, skal hava: · góðan kunnleika til bókhald · kunnleika til Concorde, Word og Excel · evni at arbeiða sjálvstøðugt · góðan kunnleika til enskt í skrift og talu, og · góð samstarvsevni Lønin verður sett eftir nærri avtalu við atliti til royndir og útbúgving. Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda til KPMG statsaut. revisorar Sp/f skjótast til ber ella í seinasta lagi 15. januar 2002. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Súna Schwartz Jacobsen ella Finnbjørn Zachariasen. Starvið Umsøkjarin Umsóknin -tað loysir seg C M Y K 27 26