Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 23 - 3. februar 2010 tíðindi Listaverkið Bládýpið verður verandi á Lista savninum, stað­ festir formaðurin í stýrinum fyri Lista ­ savn ið. So statt tek ur stýrið ikki und ir við almennu út søgn­ unum hjá savns­ leiðar anum, Helga Fossadal, í spurn­ ing inum um, hvussu mál ið um Bládýpið best kann loysast Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo - Stýrið fyri Listasavnið hevur ongar ætlanir at flyta list a verkið Bládypið hjá Tróndi Patursson út á kaiu- na, staðfestir stýris for- maðu rin Martin Næs. Sostatt tekur stýrið ikki undir við leiðaranum á Lista savni num, Helga Fossa dal, sum nú fleiri ferðir hevur boðað frá, at hann vil hava Bládýpið flutt av økinum hjá Lista- savni num og yvir á Far- støðina, har hann heldur hana hóska betri millum hin ar bingjurnar. Loysn í samráð við listamannin Hóast stýrið enn arbeiðir við málinum, liggur eitt tó púra greitt longu nú. - Tað er ikki uppá tal at flyta Bládýpið út á far- støðina. Vit kenna treytirnar hjá Tróndi Patursson fyri at lata savninum verkið sum gávu, og hesum arbeiða vit út frá, sigur stýris- formaðurin Martin Næs, sum fer at kalla stýrið fyri Listasavnið á fund um mál- ið í næstum. Treytirnar hjá Tróndi Paturs son eru millum ann- að, at Bládýpið á onkran hátt verður bygt saman við Lista savni num. Hesi loysn- ini vildi leiðarin á Lista- savninum tó ikki vita av, tá listamaðurin legði hana fram í 2008, og í Sosial- inum her fyri staðfesti hann enn eina ferð, at: - Vit hava ongar ætlanir um at gera pláss fyri verki- num inni á Listasavninum ella á annan hátt knýta »Bláð dýpið« til listasavnið, segði Helgi Fossadal Hesi orðini mugu eftir øll um at døma standa fyri hansara egnu rokning, tí sam bært stýris for manni- num ætlar stýrið at lista- verk ið skal verða partur av savni num. - Eg eri vísur í, at vit fin- na eina loysn, sum miðar eftir at knýta Bládýpið at Lista savninum, sigur Mart- in Næs, sum annars ikki vil gera við merkingar til út søgn ir nar hjá Helga Fossa dal. Martin Næs vísir á, at talan er um eina heilt ser- liga gávu til eitt savn. Hann leggur afturat, at í flestu før um vera gávur latnar ein um savni treytaleyst, men verða tær latnar við treyt um, má støða takast til hetta, og tá fyrst og fremst í samráð við gevaran, har tað ber til. Sjálvur sigur Tróndur Paturs son at hann setti treyt ir við gávuna, tí hann var bangin fyri, at leiðarin annars fór at gera sum hon- um lysti við Bládýpið og tí Listasavnið ikki altíð hevur hildið seg til reglurnar hjá ICOM, Altjóða Stovninum fyri listasøvn. Fossadal ímóti stýrum Hetta er sostatt aðru ferð savns leiðarin, Helgi Fossa- dal, gongur beint móti ynski num hjá einum stýri fyri Listasavnið í málinum um, hvat skal henda við Blá dýpinum. Heldur ikki í 2008 vildi Helgi Fossadal vita av upp- skotinum hjá Tróndi Paturs- son um, hvussu Bládýpið kun di knýtast at Lista- savninum, hóast táverandi stýrið tók ímóti gávuni og feg ið vildi arbeiða víðari við uppskotinum. Hetta staðfesti táverandi stýris formaðurin, Jógvan Páll Lassen í Sosialinum 15. januar, har hann millum ann að segði: - Stýrið fyri Listasavnið varð samt um at taka ímóti verkinum sum gávu, og sam bært einum skrivi skul- di Listasavnið taka sær væl av verkinum framyvir. Skrivið, sum Sosialurin eisini hevur fingið innlit í, er eitt uppskot til eina loysn, sum er undirskrivað av listamanninum Tróndi Paturs son og stjóranum í Norður landa húsinum, Niels Halm. Norðurlandahúsið var Bládýpið verandi á Listas Soleiðis skjýtur arkitekturin, J. P. Gregoriussen upp at Bládýpið verður bygt saman við Føroya Listasavni