Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 24 - 4. februar 2010 Spælið er sannførandi og stuttligt, og serliga flowið er frálíkt í glantrileikinum »Stundum, stundum ikki«, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag spælir í Løkshøll í hesum døgum Umrøða Nikolina og Heini Olsen Hóast Klaksvíkar Sjón­ leikarafelag ikki hevur havt bestu umstøðurnar seinnu árini, so sæst hvørki til vantandi hug ella vantandi dygd hjá klaksvíkingum – heldur er tað tvørturímóti. Tað frættist í Klaksvík, at felagið er virkið við ambi­ tiónunum á røttum stað; seinastu mánaðirnar hava bæði ung og eldri vant í kjallaranum á gomlu Brandstøðini í Klaksvík saman við íslendska leik­ stjóranum Sagu Jónsdóttur. Sama kvinna stóð eisini fyri vælumtókta Emil úr Lønnibergi, ið felagið framførdi fyri einum ári síðani. Nú eru tey aftur á palli. Hesaferð í Løkshøll í Runavík og aftur við ein­ um altjóða leiki, nevniliga skemtileikinum Stundum, stundum ikki, ið byggir á Weekend in Paradise eftir týsku Arnold & Bach. L eikurin gongur fyri seg á tveimum støðum: í einum aðalráði í Havnini – ella “málaráði”, sum tað skemtiliga verður kallað – og á einum baðihotelli við Múrin í Kirkjubø. Hetta umframt verður sipað til eina vátliga forsøgu, har ein av høvuðspersónunum hevur verið í býnum, men bert minnist til brotpartar av tí. Einari farsu líkt verða pettini stig fyri stig borð­ reidd fyri áskoðaranum, men tað í einum heldur eldfimum mosaikki; áskoð­ arin skilir, at drukkið varð kátt, at einki var óført, at váta kvøldið var ein rokan í fjøruni, har menn vóru menskir, og hjúnabandið var nakað, ið stillisliga varð gingið um; inn í ger­ andisdagin hjá gifta og nú edrúa manninum trína eiggilig sprund, samstundis sum blá eygu og hovnar høkur kasta óunniligar metonymiskar skuggar frá gildinum, og onkrastaðni djúpt inni í minninum daga fram pappageykar, konu­ fólkarevar og forsagdir gamlir dreingir. L jóðar hetta fløkt? Tað er tað eisini! Og greið­ ari verður tað ikki, tá ið leikurin verður kryddaður við moralprædikandi goml­ um gentum, fráhaldandi frelstum mammudreingi við eini skuggasíðu, sum vildi fingið ein Don Juan at rodna av skomm, makt­ girnd, øvundsjúku, grenji, óætlaðum partnarabýti, lættlivandi monnum og skjótum kvinnum o.s.fr. Ólagið, sum forsøgan setur gongd á, verður størri og størri, sum leikurin líð­ ur, og spenningurin økist líka til síðstu pallmynd, tá ið træðrirnir samlast aftur. Alt plottið skal sjálvandi ikki avdúkast her, tí tað skulu tit, sum ikki hava sæð leikin, sjálv sleppa at gleða tykkum til. Á skoðarin varnast bein­ anvegin, at sjónleik­ arafelagið hevur tikið bæði meira og minni royndar leikarar inn í leikin. Summ­ ir av leikarunum eru gaml­ ir kenningar, ið hava staðið á palli í mong ár, og aðrir leikarar eru blaðung óskriv­ að bløð. Kortini riggar heildin. Spælið er sannfør­ andi og serliga tempoið/ flowið er frálíkt. Tað er stuttligt at síggja onkrar gamlar kenningar aftur á palli saman við Klaksvíkar Sjónleikarafelag eftir drúgvan steðg. Og tað er eisini stuttligt at síggja, at summi av teimum ungu falla natúrligt inn í spælið á pallinum, hóast royndir­ nar ikki kunnu vera mang­ ar hjá øllum. Júst hetta at byggja brýr millum ættar­ liðini er skilagott og gevur góða vón um framtíðina. Tey ungu skulu læra og koma fram, men brúk er sanniliga eisini fyri teim­ um meira tilkomnu. Karmarnir um leikin eru eisini frálíkir – eitt er Løks­ høllin, sum stendur ikki nógv eftir Norðurlanda­ húsið – og annað eru pall­ myndin, tónleikurin og ljósið. Leikurin er væl framførdur, og umstøður­ nar eru serstakliga góðar. Vilja tit hava eitt gott kvøld, so er valið lætt: farið í Løkshøll og hyggið at »Stundum, stundum ikki«! Skemtiligar stundir í Løkshøll Bæði eldri og yngri leikarar fáa roynt seg í »Stundum, stundum ikki«. Her eru tað Jórun Ljóstein sum løgtingskvinnan Hermina og Jógvan Salomon Joensen í leiklutinum sum Sofus, vertur á Kirkjubøar Baðilandi Leikarar: Jan Gardar Hálvdan Hálgadal, skrivari í málaráðnum Jórun Ljóstein Hermina, løgtingskvinna Jógvan Eliasen Gerhard, skrivstovustjóri í málaráðnum Bjarni Ziska Dahl Grímur Karlsen og løgreglumaður Per Johannesen Dagfinn Finnson, fulltrúi í málaráðnum Jógvan Salomon Joensen Sofus, vertur á Kirkjubøar Baðilandi Susan Gudjónsson Tutti Eliana Svøðstein Dorit, skrivstovukvinna í málaráðnum Høgni Olsen Ásbjørn, assistentur í málaráðnum Erla Jacobsen Katrin, kona Hálvdan Hálgadal Finn Stampe Bogi, duravørður í málaráðnum, gestur á baðilandinum Danny Baldursson Hotelvørður Harriet Joensen Lilly Óli G. Samuelsen Karl Smart og ráðharri Saga Jónsdóttir Leikstjóri Kaldur januar Tað hevur verið óvanliga kalt í grannalondum okkara fyri eystan í vetur. Norska tíðindastovan NTB skrivar, at í meðal frysti tað 8,1 stig í Oslo í januar, og tað er næstan fýra stig kaldari enn meðal undanfarin ár. Samanumtikið var januar í ár tann kaldasti í Suðurnoregi síðani 1987, og nógvastaðni har suðuri í landinum var januar ein tann kaldasti, síðani mátingarnar byrjaðu fyri 110 árum síðani. Harafturímóti hevur tað ikki verið óvanliga kalt í Norðurnoregi ­ bara 0,1 stig kaldari enn meðal, skrivar NTB. Bashir nærkast fólkamorði Altjóða revsirætturin í Haag hevur ákært sudanska forsetan, Omar Hassan al­Bashir, fyri sjey ymisk lógarbrot, og nú bendir alt á, at hann verður ákærdur fyri fólkadráp eisini. Higartil hevur revsirætturin sýtt fyri at ákæra al­Bashir fyri fólkadráp, tí málið var ikki nóg væl lýst í ákæruritinum. Men nú hevur ein kærudómstólur góðkent ákæruritið, og tí bendir alt á, at forsetin eisini verður ákærdur fyri fólkadráp í Darfur, skrivar AFP. ST hevur met, at umleið 300.000 fólk hava latið lív í ágangi í Darfur, og at 2,7 milliónir eru flýdd frá húsi og heimi.