hósdagur 4. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010
Navn:
Katrin M. Einarsson
Hvaðani ert tú:
Úr Trongisvági
Hvat lesur tú:
Eg lesi Illustration
(BA) hons
Hvar lesur tú:
í Blackpool í Onglandi
Hvussu kanst tú lýsa
skúlan:
Skúlin eitur Blackpool
and the Fylde College,
og hann samarbeiðir
við Lancaster universi
ty, so tað er møguligt at
fáa universitets
út búgving. Tað koma
30.000 næmingar hvørt
ár, og harav eru gott og
væl 1500 undir hægri
útbúgving. Næmingarnir eru í øllum aldursbólkum frá 14 til
60+.
Tað er ymiskt, hvussu nógvir næmingar eru í hvørjum flokki.
Vit eru bert 8 næmingar, meðan aðrir flokkar hava yvir 20
næmingar.
Lærararnir eru fyrikomandi, vinarligir og sera hjálpsamir.
Skúlin letur hvørjum næmingi eitt næmingakort, sum gevur
atgongd til bókasavnið og teldurúm.
Skúlin bjóðar harumframt nógv ymisk tiltøk, so sum at hitta
persónar, sum eru kend innan tey ymisku fakini. Tey hava eisini
nógvar nýggjar teknikkir at skapa list t.d. at tekna við ljósi.
Skúlin vísir á møguleikar og stuðlar okkum í at luttaka í
kappingum, t.d. í at designa reklamur fyri stórar fyritøkur.
Í fyrsta semestrið verður størsti dentur lagdur á kunning og
nýtslu av ymiskum media og útgerð. Hetta er sera áhugavert og
eg læri nógv nýtt hvønn dag.
Nærri upplýsingar kunnu finnast á www.blackpool.ac.uk
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið:
Lesnaðurin er ikki strævin, men eg eri bara á fyrsta ári enn. Eg
eri í skúla fimm dagar um vikuna, men tað er ymiskt hvussu
tíðirnar eru, onkuntíð fyrrapart og onkuntíð seinnapart. Til ber
at sita á skúlanum til kl 20.00, men situr tú við eini uppgávu,
eru tey lagalig.
Her eru næmingar úr øllum londum, umleið 40% frá útheim
inum og 60% úr øllum Englandi. Í mínum flokki eru tað eg og
ein genta úr Mexico, sum ikki eru bretskar. Tað eru heilt
ótrúliga fá fólk, sum vita hvar Føroyar eru, og nógv halda eg eri
pólsk, rumensk, írsk ella amerikonsk, tá eg snakki. Haldi, eg
havi møtt 3 fólkum sum vita hvar Føroyar eru. Tað er stuttligt,
tá fólk spæla klók og svara, "jú jú eg veit, hvar Føroyar liggur,
tað er ein oyggj við Egyptaland".
Aftaná skúlating og skúlatíð er nokk at fara til. Her er Coral
Island, sum er pinnpakkað av spælimaskinum, og har er eisini
bingo. So er Sea life, Zoo, South, Central og Northpier við
parisarahjóli, eini elli gamlari carousell, bowling o.m.a. Her er
eisini størsta “forlystelsepark” í Norðuratlantshavinum, sum
eitur Pleasure Beach.
Náttarlívið her er ikki sum heima. Fólk koma til Blackpool fyri
at halda føðingardag ella polterabend, men tað er mest
leygardagar. Næmingarnir fara fyri tað mesta út tórskvøld. Ofta
hevur 3. flokkur temaveitslur, sum tey halda fyri at samla
pengar inn, so tey kunnu hava framsýning av teirra seinastu
verkum. Her eru nógv dansistøð og barrir síð um síð, so um eitt
stað stongir so fer man til næsta stað. Tað er sum oftast opið til
kl 34 um náttina, og her fer man út um 2022 tíðina.
Tey siga at Blackpool er Las Vegas í Englandi.
Hvørjir fyrimunir og vansar eru við at lesa har, tú ert:
Tað er ongin møguleiki at læra innan list á hægri støði í
Føroyum. Tí valdi eg útlandið. Eg metti møguleikarnir í
Englandi vóru betur, bæði listarliga og málsliga, og kundu geva
mær møguleika at koma víðari út í heim.
Ein fyrimunur við skúlanum er eisini at man fær hjálp til alt,
lærararnir eru saman við okkum 48 tímar um vikuna.
Vansin er, at man er so langt heimanífrá, men tá er gott at
kunna tosa við og síggja familju og vinir yvir Skype ella MSN.
Eg eri 25 ár, búgvi í einum húsi mitt í Blackpool saman við
trimum øðrum, sum eisini ganga á sama universiteti. Tað tekur
umleið 10 min at ganga til universitetið og umleið somu tíð til
miðbýin.
Hvussu eitur tú?
Karin Háskor
Hvaðani ert tú?
Úr Tórshavn
Hvat lesur tú?
Sálarfrøði
Hvar lesur tú?
University of Western Sydney,
Avstralia.
Hvussu kanst tú lýsa skúlan?
Á skúlanum ganga á leið 35.000
næmingar, sum so at siga eru úr
øllum heiminum. Tískil er skúlin
nógv merktur av tí fjølbroytni,
sum ymisku mentaninar føra við
sær.
Karmarnir, sum skúlin veitir
næmingunum, eru nútímans og
góðir. Hetta inniber millum ann
að, at samskifti millum næm ing ar
og lærarar er gott, og at hentleikar
– so sum atgongd til bókasavn,
alnótina og lesiøki – eru góðir.
Hvussu kanst tú lýsa
lestrarlívið?
Hóast lestrarlívið er sera strævið
til tíðir, so eru tað eisini nógvar
hugnaligar og stuttligar løtur. Av
tí, at so nógv fólk eru savnað á
einum stað, so gerst lestrarum
hvørvið sera livandi, har nógvir
spennandi aktivitetir fara fram.
Skúlin veitir ikki bara nú tím ans
karmar, tá tað kemur til sjálvan
lesnaðin, men eisini tá tað snýr
seg um trivnaðin millum næm
ing ar. Tað verður skipað fyri
nógv um tiltøkum, so sum skeiðum
í at læra at surfa, skíferðum,
dagstúrum til aðrar býir, veitslum
o.a. Eisini verður nógv gjørt burt
ur úr ymiskum ítróttargreinum og
kappingum.
Fyrimunir og vansar við at lesa
har tú ert?
Persónliga haldi eg, at tað eru
fleiri fyrimunir enn vansar við at
lesa í Sydney. Eg haldi, at tað er
sera jaligt, at eg sum føroyingur
havi so góðar møguleikar at fara
út um Føroyar og Danmark at
útbúgva meg. Hetta ger, at eg
kann fáa innlit í hvussu onnur
samfeløg eru uppbygd, og ikki
minst hvussu mítt fakøki verður
skipað í Avstralia í mun til her
heima. Av tí sama kann eg
vónandi, eftir loknað útbúgving,
koma heim við einum øðrvísi
ískoyti, sum kann vera við til at
skapa fjølbroytni innan økið.
Tað er eingin loyna, at veður
lagið stendur frammalaga á listan
um hvat fyrimunum viðvíkur.
Veðr ið er gott bæði um summarið
og veturin. Harafturat hevur ein
óteljandi møguleikar at vitja
ymisk vøkur og spennandi støð,
bæði í Avstralia og øðrum londum
í Avstralasia. Men Avstralia er
langt heimanífrá, og tí vil ein
vansi sjálvsagt vera kostnaðir og
langa frástøðan millum Føroyar
og Avstralia.
Hvussu eitur tú:
Ólavur Ólavsson
Hvaðani ert tú:
Hoyvík
Hvat lesur tú:
Cand.merc. innan altjóða handil
Hvar lesur tú:
Eg lesi vanliga á Copenhagen
Busi ness School (CBS), men eri
stutt síðani afturkomin úr Prag,
Tjekkia, har eg havi tikið eitt
semester.
Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
Skúlin eitur Vysoká škola eko
nomická (VSE) og er tann fremsti
innan leiðslu og búskap í Tjekkia.
Tað eru umleið 15.500 lesandi og
1.000 starvsfólk knýtt at skúl an
um. Í høvuðsheitum verður undir
víst á tjekkiskum og enskum, men
tað finnast eisini spennandi val
greinar á týskum, fronskum og
russiskum, um áhugi er fyri tí.
Hvussu kanst tú lýsa
lestrarlívið:
Eg væntaði ein fornan eystur evro
peiskan undirvísingarhátt, men á
mangar hættir minti bygnaðurin
og undirvísingarhátturin um tað,
eg var vanur við á CBS. Undir
vísingin var latin við stórum fyri
lestrum (uml. 150 næmingar) og
smærri fyrilestrum (umleið 25
næmingar). Eisini høvdu vit
bólkaarbeiði og løgdu ofta fram.
Tað var møtiskylda, men ógvuliga
ymiskt, hvussu álvarsamt undir
vísararnir tóku tað.
Tað komu ofta køn fólk uttanifrá
at halda fyrilestur fyri okkum.
T.d. var eg til ein fyrilestur um
altjóða fíggjarkreppuna, ið for
stjórin í bankanum Ceska Spori
telna helt. Og eisini til ein um
retorik, PR og Obama, sum eitt
umboð fyri amerikonsku sendi
stovuna stóð fyri.
Støðið og krøvini eru uttan iva
hægri á CBS enn á VSE. Sum
dømi kann nevnast, at tey á VSE
hava nøkur sokallað intensiv
skeið, har tú uppá tveir dagar
kanst tjena líka nógv ECTS stig,
ið vanliga taka 23 mánaðar at
tjena á CBS.
Á sosiala frontinum var skipað
fyri einari ørgrynnu av ymiskum
tiltøkum hvørja viku. T.d. veitslur
fyri øllum skúlanum og útferðir í
Tjekkia og grannalondunum.
Fyrimunir og vansar av at lesa
har tú vart:
Eg valdi at fara til Prag, tí mín
út búgving tekur útgangsstøði í
altjóða marknaðinum, og harvið
er henda uppliving við til at
styrkja
mína
útbúgvingarligu
vanga mynd. CBS hevur samstarv
við fleiri enn 370 líknandi skúlar
kring knøttin og tað er rættiliga
líkatil at sleppa avstað. At uppliva
eina øðrvísi mentan víðkar um
sjónar ringin og gevur sjálv sagt
dygga vit an um vitjaða land ið,
men tað gevur tær sanniliga eisini
eina øðrvísi sjón á títt egna land.
Nakað, tú ikki kanst læra í nakrari
bók.
Prag er ein ótrúliga vakur og
hugnaligur býur. Har er rættiliga
bíligt at liva, serliga tá ið tú hevur
SU við heimanífrá. Tó eru gøt ur
nar rundan um Gamla Torg og
Karlsbrúnna ein stór turistfella
við sera høgum prísum. Býurin
hevur eina rúgvu at bjóða á ment
anarliga økinum, og tað er sera
lætt at ferðast við metro, sporvogni
og bussi.
Ein vansi er, at tey eldru ofta
ikki skilja enskt, men í summum
førum ber tað til at stama seg í
gjøgnum á týskum. Tjekkar minna
eitt sindur um føroyingar av lyndi,
í nógvum førum torførir at koma
inn á, men tá ið ísurin ordiliga er
bráðnaður, kemur alt í senn.
Sum heild eru fyrimunirnir
nógv fleiri enn vansarnir, og Prag
kann avgjørt viðmælast sum
lestrar býur.
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com