hósdagur 4. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010
ÚTBÚGVINGAR
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er
ein alternativ miðnámsútbúgving,
ið gevur atgongd til víðari lesnað
á hægri lærustovnum, men tú
kanst eisini fara í beinleiðis starv
í vinnuni, eftir lokna útbúgving.
Skúlin húsast í spildurnýggjum
hølum á gomlu ferjuleguni í Vest
manna. Eftir nógv ár í trongum
hølum er Fiskivinnuskúlin nú sera
nýmótans, og hann er útgjørdur
við øllum hugsandi hentleikum.
Umframt undirvísingina verður
eisini farið út í vinnuna av og á,
t.d. verður vitjað á flakavirkjum.
Útbúgvingin gevur eitt HIF
prógv, sum kann sammetast við
HH og HT. Tað er ein sonevnd
yrkis gymnasial útbúgving. Sam
stundis sum hon er vinnulívsrætt
að, er hon eisini lestrarfyrreik
andi.
Prógvið gevur sostatt førleikar
til bæði vinnulívsarbeiði og hægri
lestur.
Undirvísingin er skipað soleið
is, at fyrsta árið er eitt støðisár og
síðani eru tvey ár við bæði val
lærugreinum og kravdum læru
greinum. Bæði yrkislærugreinum,
men eisini vanligu gymnasialu
lærugreinunum.
Fiskivinnuskúlin snýr seg ikki
bert um fiskivinnu, men um vinnu
og tilfeingi sum heild. Dentur
verður serliga lagdur á matvørður,
íverksetan og verkætlanararbeiði.
Fiskivinnuskúlin tekur ein flokk
inn árliga, og hann byrjar eftir
summarferiuna. Tað vil siga, at
umleið 24 næmingar byrja hvørt
summar.
www.fiskvest.fo
Heilsu
skúlin
Á Heilsuskúla Føroya kanst tú
útbúgva teg til Heilsuhjálpara og
Heilsurøktara.
Útbúgvingin til heilsuhjálp
ara tekur 1 ár og 3 mánaðir, har
skift verður ímillum at vera á
skúla og úti í starvsvenjing á
stovn um og røktarheimum. Til
heilsuhjálpara krevst 9. flokkur +
eitt ára starvs royndir ella 10.
flokksprógv.
Sum
útbúgvin
heilsu hjálpari, kanst tú útbúgva
teg víðari til heilsurøktara. Starvs
pláss hjá heilsuhjálparum eru til
dømis Nærverkið, Ellis og røktar
heim, Sambýli, ella starv sum
stuðul.
Í Heilsurøktaraútbúgvingini,
sum tekur 1 ár og 10 mánaðir, er
helvtin ástøði og helvtin starvs
venjing. Til heilsurøktara krevst
heilsuhjálparaútbúgving ella onn
ur útbúgving og arbeiðs royndir,
sum svara til heilsu hjálpara út
búgvingina í longd.
Sum heilsurøktari kanst tú fara
víðari til fysioterapeut, ergoter
peut, sosial ráðgeva, sjúkra røktar
frøðing ella námsfrøðing í Dan
mark. Flestu víðari útbúgvingar
krevja tó ískoytislærugrein. Eisini
ber til at útbúgva seg til sjúkra
flutningstarvsfólk.
Starvspláss
hjá heilsuhjálparum og røktarum
eru til dømis Nærverkið, ellis og
røktarheim, sambýli, starv sum
stuðul, Sjúkrahúsverkið og psyki
atriska økið.
Tað er stórur eftirspurningur
eftir heilsuhjálparum og heilsu
røktarum, tí er lætt at fáa
arbeiðiðeftir lokna útbúgving.
Heilsuskúlin húsast í spildur
nýggja skúladeplinum í Hovi, har
eisini studentaskúlin í Suðuroy
heldur til.
heilsuskulin.fo
Sjómansskúlin í Klaksvík bjóðar
tríggjar útbúgvingar.
Skiparaútbúgvingin tekur 1,5
ár, Skiparaútúgvingin gevur rætt
til at vera stýrimaður og skipari á
øllum støddum av fiskiskipum.
Eisini gevur skiparaprógvið rætt
til at vera stýrimaður ella skipari
á handilsskipum upp til 3000 BT.
Fyri at sleppa inn á skipara
útbúgvingina krevst 12 mánaða
samlað siglingartíð við skipum
yvir 20 BT. 3 mánaðir av hesum
við fiskiskipum yvir 20 BT.
Harafturat krevst góðkend sjón
og hoyrnarroynd, sum er yngri
enn 3 ár, og fráfaringarroynd
fólka skúlans ella líknandi.
Hevur tú tikið sjóvinnuskúlan,
so gevur tað 9 mánaða sigl
ingstíð.
Kokkaútbúgvingin tekur 6
mánaðir. Kokkaskúlin í Klaksvík
gevur fyrst og fremst førleikar til
kokkaarbeiði umborð á skipi, men
tey eru fleiri, ið við pappírunum
eru farin á dagstovn og røktarheim
at arbeiða sum kokkar. Kokka
skúlin tekur næmingar inn tvær
ferðir um árið, og eingin førleiki
krevst fyri at sleppa inn á skúlan.
Tikið verður inn tvær ferðir um
árið.
Frálæran í Sjóvinnuflokkin
um tekur somuleiðis 6 mánaðir,
og tik ið verður inn í januar og í
august. Útbúgvingin svarar til tað,
sum í Danmark eitur Søfartsskolen,
og sum í Danmark er kravt fyri at
kunna mynstra. Her heima verður
útbúgvingin í stóran mun tikin av
teimum, ið ætla sær víðari til
naviga tør. Hetta skúlaskeiðið gev
ur gott grundarlag undir víðari
nautiskari útbúgving. Fleiri av
næmingunum
taka
umframt
sjóvinnuflokkin eisini Dugna
skaparskeið í sigling, sum gevur
loyvi at føra bátar upp til 100 tons
út á 30 fjórðingar.
Í løtuni eru 14 kokkar og 25
skiparar á skúlanum. Undirtøka
var ikki fyri fyri einum sjó vinnu
flokki í vár, men tikið verður
innaftur í heyst.
www.klaknav.fo
Vinnuháskúlin bjóðar fýra út
búgv ingar: Skipara, Skipsførara,
Maskinist og Maskinmeistara.
Upptøka av næmingum fer
fram tvær ferðir um árið, eftir
nýggjár og eftir summarfrítíðina.
Somuleiðis er próvtøka tvær ferð
ir um árið til allar útbúgvingar.
Maskinmeistari: Maskin meist
ara útbúgvingin tekur 3 ár. Hon er
bygd upp sum ein modul skipan,
har modulini vara eitt hálvár.
Hvørt hálvár vera undir vís ingar
modul koyrd, sum í flestu førum
enda við próvtøku við endan á
hálvárinum. Næsta hálvár koyra
so nøkur onnur modul. Útbúgv
ingin gevur førleika til fáa sjó
vinnubræv, tá ið krøvini til
starvsvenjing eftir manningar
lógini eru lokin. Hetta gevur rætt
indi at sigla sum maskinmeistari,
við rang sam svarandi starvs venj
ing, á øllum støddum av motor
skipum.
Maskinist: Maskinistútbúgvingin
tekur umleið 9 mánaðir. Her
ganga næmingarnir fyrst í skúla í
1⁄2 ár, og fáa undirvísing í tekn
isku fakunum. Eftir próvtøku í
teknisku fakunum, verða neyðug
skeið tikin og hetta tekur á leið 3
mánaðir.
Útbúgvingin gevur førleika til
at sigla við rang upp til 2.maskin
meistara á øllum skipum, og við
rang upp til maskinstjóra við
skipum við framtøkumegi upp til
2999 kW, tá ið neyðug starvs
venjing er nádd.
Skipari og Skipsførari: Skúla
gongdin til skipara tekur 1 1⁄2 ár.
Upptøkukravið til skipara er, at tú
hevur minst 12 mánaða samlaða
siglingstíð við skipum yvir 20
BT. 3 mánaðir av hesum við fiski
skipum yvir 20 BT. Harafturat
krevst góðkend sjón og hoyrnar
roynd (bláabók), sum er yngri enn
3 ár, og fráfaringarroynd fólka
skúlans við próvtalinum 6 í við
komandi lærugreinum.
Upptøkukravið til skipsførara
er, at tú hevur staðið útbúgvingina
til skipara.Skúlagongdin til skips
førara tekur 1 1⁄2 ár til skipara og
síðani 1 1⁄2 ár til Skipsførara, tað
vil siga trý ár í alt. Harumframt
skalt tú sigla 6 mánaðir við skip
um yvir 500 BT. Harafturat krevst
góðkend sjón og hoyrnarroynd
(bláabók), sum er yngri enn 3 ár.
Skúlin lýkur STCW krøv, og
tað merkir, at útbúgvingarnar eru
á altjóða støði og geva arbeiðspláss
kring allan heim. Í dag ganga yvir
200 næmingar á skúlanum.
www.vinnuhaskulin.fo
Vinnuháskúlin
Klaksvíkar sjómansskúli
Húsarhaldsskúlin
Fiskivinnu skúlin í Vestmanna
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Húsarhaldsskúlin hevur hvørt
heyst eitt langt húsarhaldsskeið,
sum varir 26 vikur. Har er frá
læra í lærugreinum sum brúk
aralæra, reinføri, samfelagslæra,
fyrstahjálp, brandskeið og eisini
verður kunnað um onnur evni í
samráð við næmingarnar. Frá
læra er eisini í aerobic og drama,
og arbeitt verður tvørfakliga við
ymiskum verkætlanum.
Á hondarbeiðsøkinum er fjøl
broyttar lærugreinar eitt nú
seyming, leður og skinnarbeiði,
brodering, føroysk bond, silki
máling, patchwork.
Næmingarnir skulu vera fyltir
16 ár, áðrenn skúlin byrjar, og
búð verður á skúlanum.
Skúlin hevur búpláss fyri 21
næmingum.
Í frítíðini er virksemi ein tíð
andi partur av uppihaldinum, og
tí verður skipað fyri hugna
kvøldum eina ferð um mánaðin
Skeiðsvirksemi: Í várhálvuni
bjóðar skúlin ymisk styttri skeið.
Til dømis eru skeið í heilsu
góðum mati og hond arbeiðskeið,
m.a. ber til at læra at gera ymisk
pløgg til føroyska búnan.
Styttru skeiðini eru skipað
bæði sum vikuskiftisskeið og
sum vikuskeið. Undirvíst verður
í seyming av vestum og buksum
til føroyska mannfólkabúnan.
Skeið sum ”Heilsugóður matur
og handarbeiði” eru aftur vend
andi tiltøk og skeiðluttakarnir
koma úr øllum landinum.
www.husarhaldsskulin.fo