Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FEBRUAR 2010 • LESTRARBLAÐIÐ 25 Kantinan er miðdepil Komin út aftur av skrivstovunum hjá báðum skúlaleiðarunum, Ole Laursen og Jórun Petersen, er tíð at hyggja seg um á skúlanum eina løtu. Stóra og høga kantinan, har kokkurin hevur góðan mat at bjóða, er miðdepil í skúlanum, og útsýnið er gott gjøgnum stóra og rundaða glasveggin, ið vendir móti Hovsbygd og fjørðinum. Inni ferðast næmingar og lærarar eftir nútímans sniðgivnum trappum millum ymsu hæddirnar. Umframt vanligar stovur, eru arbeiðsrúm til bólkaarbeiði, fimleikar- og samkomuhøll, ið eisini ber brá av rundum formum. Har eru serstovurnar hjá heilsuskúlanumæmgum, har er tón leika stova, bókasavn og alis- og evnafrøðistova. plinum í Suðuroynni Heilsuskúli Føroya Heilsuskúli Føroya húsaðist undir trongum korum á Tvøroyri, innan skúlin flutti í nýggja depilin. Jórun Petersen er skúlaleiðari. Hon greiðir frá, at 100 næming- ar eru á Heilsuskúla Føroya. Teir eru í fýra liðum, ið skifta millum skúla og starvsvenjing. Jórun sigur, at stórur munur er á um - støð unum nú, og so teimum, ið tey komu frá, t.d. er alt undir sama taki nú. Útgerðin er sera góð, skúlin hevur nútímans serstovur, har t.d. sengur eru inni, so lærast kann at fara rætt um sjúklingar, og ein skúlakøk, har lærast kann at gera góðan og sunnan mat. – Hølini eru góð, sambandið er gott við bussi, og skúlin liggur sum heild væl fyri, sigur Jórun Petersen. Menning – Tað er eisini menning av fólkinum, at slíkur skúli er í landinum. Øll hava ikki hug at fara av landinum at fáa útbúgving. Og talan er eisini um økismenning, tí her verða fólk útbúgvin, og samstundis fáa fólk við útbúgving møguleika at flyta til, tí tey fáa arbeiði, tað eri eg sjálv dømi um, sigur Jórun Petersen. Mannfólk – Arbeiðsmarknaðurin ger vart við, at heilsuøkið avgjørt eisini er fyri mannfólk, og nógv verður gjørt fyri at fáa mannfólk at søkja á heilsu- skúla og fyri at fáa tey at trívast, og nøkur eru eisini á skúlanum í dag. Tað hevur týdning, at førleikar hjá báðum kynum eru umboðaðir á heilsuøkinum. Vit vilja fegin, at mannfólk søkja á skúlan, tí boð er eftir teimum á arbeiðsmarknaðinum innan heilsuøkið, sigur Jórun Peter- sen. eisini, at næmingarnir eru, og hann minnir á, at hetta jú er nakað heilt annað, enn tað tey koma frá. Liggur væl í Hovi Um meldurin, sum var, tá ymisk uppskot komu um, hvar skúlin skuldi vera, eftir at spakin var sett ur í á útvaldum øki í Vági, sigur Ole: – Skúlin skuldi liggja í Suður- oynni, og um tað var ongin ivi hjá okkum. Men annars hava vit roynt at hildið okkum uttanfyri politisk áhugamál viðvíkjandi hvar skúlin skuldi vera, sigur Ole, sum tó við- gongur, at tá spakin var settur í, og grivið varð út í Vági, so helt hann, at nú var tað avgjørt. – Men so var ikki, leggur hann smílandi afturat. Men samstundis metir Ole Laur sen, at skúlin liggur væl í Hovi, og skúlin hevur alt, t.d. kantinu. Men Ole vildi tó ynskt, at næmingar ikki koyrdu so nógv í privatbili, men heldur nýttu bussarnar. – Her er jú alt, og ongin orsøk er at koyra nakrastaðni, sigur Ole Lausen. Sama støði sum onnur Skúlaleiðarin er fegin um, at skúlin í Suðuroynni bjóðar eitt skúlatilboð, sum er á sama støði, sum onnur hava at bjóða. – Umframt er hetta vakurt um - hvørvi, og stutt er til alt, serliga eftir at tunnilin kom, sigur Ole Laursen. Hallur Djurhuus, miðnámsskúla­ næmingur: Eg trívist væl á skúlanum. Eg haldi samanhaldið er gott. Hetta er góður skúli, góð undirvísing og hølisviðurskiftini eru góð. Skúlin liggur væl fyri mitt í oynni, og tað er fínt ­ Skúlin skuldi liggja í Suðuroynni, og um tað var ongin ivi hjá okkum. Men annars hava vit roynt at hildið okkum uttanfyri politisk áhugamál viðvíkjandi hvar skúlin skuldi vera, sigur Ole Laursen, leiðari á Miðnámsskúlanum, sum tó viðgongur, at tá spakin var settur í, og grivið varð út í Vági, so helt hann, at nú var tað avgjørt. ­ Men so var ikki, leggur hann smílandi afturat ­ Tað er eisini menning av fólkinum, at slíkur skúli er í landinum. Øll hava ikki hug at fara av landinum at fáa útbúgving. Og talan er eisini um økismenning, tí her verða fólk útbúgvin, og samstundis fáa fólk við útbúgving møguleika at flyta til, tí tey fáa arbeiði, tað eri eg sjálv dømi um, sigur Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúla Føroya