Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010 Klumma Heini í Skorini heini_skorini@ yahoo.com T ann heimskendi týski sosiologurin Ulrich Beck, sum helt ein fyrilestur fyri undirritaða og fleiri hundrað øðrum lesandi á University of London á vári í 2009, hevur eina yndissøgu, sum hann elskar at fortelja. Søgan snýr seg um ein danskan business­ mann, sum Ulrich Beck hitti í einum flogfari á veg til Helsinki. Hesin danin hevði heimin sum sítt arbeiðspláss. Hann var at kalla ongantíð heima. Hann búði fast á Hotel Hilton. Hann tosaði flótandi enskt. Hann forgudaði Evropasamveldið. Og tá hann bleiv spurdur, hvaðani hann kom, so svaraði hann við einum treystum brosi: “Eg eri heimsborgari!”. Men sum prátið ímillum týska sosiologin og danska heimsborgaran leið, gjørdist myndin eitt sindur gráari. Tí samstundis sum hesin danin var heimsborgari, so var hann eisini ein eldhugaður mótstøðumaður ímóti tilflytarum. Hann hataði multi­ kultural ismu. Hann kannaði altíð, um nakar dani búði á sama hotelli sum hann. Hann var ein meistari til at finna danskar ella norðurlendskar matstovur í fremm­ andum býum, so hann kundi fáa sítt reyð­ kál, sína Carlsberg og sítt small talk um Ritt Bjerregaard, Brian Laudrup ella Kim Larsen. *** T á eg nú eri biðin um at skriva nakrar reglur um tað at lesa uttanlands, so rennur hesin sjálvútnevndi heimsborgarin mær í hug. Hví ger hann tað? Fyrst og fremst tí hann minnir so nógv um hópin av føroyskum útisetum. Útisetar, sum so gjarna vilja vera heimsborgarar. Globali­ seraðir kosmopolittar, hvørs intellektuelli sjónarringur røkkur til enda jarðarinnar. Men sum í grundini eru hamrandi provin­ siellir. Syrgiliga nationalir. Super lokalir. Tann umvendi Kári Cool, sum jú roynir hvat hann kann at vera føroyingur við stóra F, men sum er ein útlendsk popptøs út í fingrasnipparnar. Eg havi búð í fimm londum – og lisið á trimum universitetum – seinastu fimm árini: Í Føroyum, Suðurafrika, Danmark, Ísrael og Stórabretlandi. Og lat meg vera tann fyrsti at játta, at eg eri sekur í oman­ fyri standandi lýsing av einum følskum heimsborgara. Í øllum førum lutvíst. Kanska eri eg ikki líka sekur sum tey allar ringastu oyrasundstrøllini á Amager í Keyp mannahavn. Men kortini. Tað verður knappliga so forkunnugt at dyrka tað ser­ føroyska, tá oyggjarnar eru so fjarðar. Kári P og Hanus G. Johansen finna brátt nýggjar krókar í sálardýpinum. Tað er so lívsjáttandi at lata mergjaða angan av før oyskum kjøti øsa útlendsku grannarnar. Tú hevur portalin sum byrjunarsíðu, og tú lurtar eftir Heina O. Heinesen, tá løgtingið viðger fíggjarlógina fyri komandi ár. *** O g alt hetta er fínt nokk. Men eigur søgan at enda her? Er tað ikki meiri spennandi onkuntíð at kobla frá og lata nýggjar impulsir koma inn undir húðina? Svarið er sjálvandi ja. Tey tíðarskeiðini, sum eru allar mest spennandi, eru tey tíðarskeiðini, tá tú sleppur bremsuni. Tá tú kvettir nationala nalvastrongin. Tá tú tilvitað investerar í upplivingar, sum av sonnum eru nýggjar. Fremmandar. Øðrvísi. Tá verða ótroyttar leiðir troyttar, og tín heimsmynd, tín vanahugsan og tín lívsstílur verða bjóðaði av. Tá fer heimurin at avdúka kenslur, litir, menniskju og upplivingar, sum tú ikki visti vóru til. Og lívið flytur inn í nýggjar alheimar. *** M en mást tú partú av landinum fyri at uppliva hetta? Svarið er nei, hóast eg hervið vil viðmæla øllum komandi lesandi at seta seg í eitt flogfar í Kastrup og flúgva so langt, sum tey tora. Um ikki annað so bara eitt ella tvey semestur. Men globalisering, hetta margtýdda hugtakið, sum fyrstu ferð varð brúkt av amerikanska akademikaranum Matthew Levitt í 1983, snýr seg í seinasta enda ikki um geografi, men um hugburð. Tað snýr seg ikki um, hvar í verðini tú ert staddur, men hvussu tú fyriheldur teg til heimin rundanum teg. Hvussu tú nýtir tín intellektuella kapasitet. Týski heimspekingurin Immanuel Kant búði ongantíð á Hotel Hilton. Hann ferð­ að ist ongantíð, men var alt lívið í heim­ býnum Königsberg. Kortini hugsaði hann einans um tann stóra samanhangin í og uttanfyri hesa verðina. Hann var upptikin av, hvussu vit mongu og fjølbroyttu menn­ iskju skulu liva saman á eini klótu, sum hevur plásstrot. Og hann festi filosofiskar og politiskar hugsanir á blað, sum eru meiri viðkomandi í dag enn nakrantíð. Immanuel Kant upplivdi ongantíð, hvussu stórt tað er at læra nýggjar mentanir og nýggj fólk at kenna. Og hann hevði allar­ helst havt eitt meiri spennandi lív, um hann av og á setti seg í ein hestavogn og fór tvørtur um landamørk. Men hann var globaliseraður, tveyhundrað ár áðrenn hetta orðið varð uppfunnið. Hann var ein kosmopolittur, hóast hann ongantíð var uttanfyri heimbýin. Einki er so spennandi sum at rannsaka heimin. Men ikki billa tær sjálvum inn, at tað snýr seg um, hvar tú ert. Tað snýr seg í seinasta enda um, hvussu tú ert. Oyrasund, Immanuel Kant og tann nationali nalvastrongurin