Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 LESTRARBLAÐIÐ • FEBRUAR 2010 At velja rætt: Tað eru óendaligir møguleikar, tá tað kemur til lestrarmøguleikar. Set tær góða tíð av til at leita á alnetinum. Tað eru fleiri heimasíður, ið kunnu vegeiða tær í, hvørjar útbúgvingar kundu verið viðkomandi fyri teg. Lestrarstovnarnir hava eisini allir gjøllar frágreiðingar um útbúgvingarnar á netinum. Tað er eisini altíð eitt gott hugskot at tosa við lestrarvegleiðarar á skúlanum, har tú umhugsar at søkja. Ger tær eisini dælt av lestrarvegleiðarunum á miðnámsskúlunum, vegleiðarunum á LFÚ (Landsfelag Føroyinga undir Útbúgving) og vegleiðarunum á ASK (Altjóða Skrivstovuni). Tað kann eisini vera hent at tosa við fólk, ið longu eru farin undir ta útbúgvingina, tú kundi hugsað tær. Fleiri av útbúgvingarstovnunum hava eisini tiltøk, nevnd "opið hús", har til ber at fara út á skúlarnar at fregnast um tær útbúgvingarnar, tú ert áhugaður í. Soleiðis kemur tú ígjøg At halda GEISTINUM uppi Tað er sera ymiskt hvussu vit velja, tá vit velja útbúgving. Summi velja við høvdinum og hugsa í karrieru, arbeiðsmøguleikum og inntøku, meðan onnur velja við hjartanum og hugsa um áhugamál og hvat tey tíma. Uttan mun til hvør drívmegin til lesnaðin er, munnu øll, sum hava lisið, havt tíðarskeið, tá tey hvørki tímdu ella orkaðu meiri. Men tað er ymiskt, tú kanst gera fyri at halda geistinum uppi. Set tær smá mál. Um tú bert hugsar um próvhandanina sum einasta málið, verður tað tungt at koma ígjøgnum, serliga um útbúgvingin er long. Fleiri útbúgvingar skifta ímillum skúlagongd og praktikk, t.d. lærara-, journalista-, lækna-, og handverksligu útbúgvingarnar. Men nú gerst tað eisini alt meiri vanligt at universitetini loyva lesandi at arbeiða í eitt semester, og fáa lesturin góðskrivaðan fyri eitt ella fleiri lærugreinir. Arbeiði skal vera viðkomandi fyri útbúgvingina og skal góðkennast av lærustovninum áðrenn, men tað er ein góður møgu- leiki, um tú kennir teg skúlatroyttan. Til ber eisini at fara í starvs- venjing í einum øðrum landi enn lestrarlandinum. Til ber eisini at fara í onnur lond at lesa í eina lestrarhálvu ella tvær, um tú ynskir at skifta umhvørvi og fáa nýggjar avbjóðingar. Spyr lestrarvegleiðaran ella eitt av starvsfólkunum á Altjóða Skriv- stovuni, um hvørjar møguleikar tú hevur. www.ask.fo (Altjóða Skrivstovan) www.mfs.fo (Meginfelag Føroyskra Studenta) At fáa PENGARNAR at strekkja Man verður ikki ríkur av at lesa. Men føroyingar eru í eini ógvuliga hepnari støðu, tí vit hava eina av heimsins bestu stuðulsskipanum. Vit fáa SU frá danska Stuðulsstovninum, og frá 2010 fáa eisini tey, ið enn ikki eru fylt 18 ár, eisini SU. Eina ferð árliga fáa vit ferðastuðul til okkum og børnini, um vit hava nøkur. Fara vit longur út í heim at lesa, fáa vit stuðul til skúlagjaldið frá Stuðulsstovninum og málskeið, um málið er annað enn norðurlendskt ella enskt. Til ber eisini at taka SU-lán, um tú ikki fært endarnar at røkka saman. Tey flestu hava tó lestrarstarv við síðunar av lesnaðinum, antin allatíðina ella í summar- og jólafrítíðini. Føroyingar, sum eru lesandi, kunnu forvinna eina skattafría upphædd her heima árliga, og føroyingar, sum lesa og arbeiða í Danmark kunnu harumframt eisini fáa Føroyafrádrátt, sum er eitt serligt skattafrádrag, sum verður latið í Danmark. Fleiri fyritøkur, handlar, café'ir, biografar og frisørar lata avsláttur til lesandi, um tú hevur eitt lestrarprógv, og til ber at spara nógvan pening við at keypa brúktar bøkur á netinum. Um trupult er at fáa krónurnar at røkka, ber til at tosa við ein bankaráðgeva, ið kann gera tær eina fíggjarætlan. www.studul.fo (Stuðulsstovnurin) www.su.dk (Statens Uddannelsesstøtte) www.taks.fo (Taks) www.radgevingin.dk (Ráðgevingin í Keypmannahavn) www.pensum.dk (brúktar bøkur til sølu) www.studieportalen.dk (her er eitt yvirlit yvir lestraravsláttir í DK) At halda skil á tí FAKLIGA Tað er týdningarmikið, at tú frá fyrsta degi fært tær góðar lestrarvanar. Á flestu lærustovnum er lesturin egin ábyrgd, og tað er eingin lærari, sum pískar teg ígjøgnum. Tí er gott, at tú leggur ítøkiligar lesiætlanir, so tú nært at lesa alt. Finn tær lesibólkar, sum hava somu mál sum tú. Og minst til, at tú møguliga ikki arbeiðir best saman við vinfólki. Ofta kann tað vera gevandi at arbeiða saman við nýggjum fólki. Á útbúgvingarstøðunum eru vegleiðarar, sum kunnu hjálpa tær at leggja lesturin til rættis, og fleiri skipa eisini fyri lestrar- og notatteknikki. Fært tú tær góðar vanar við notatum, hjálpir tað tær ósigiliga væl, tá eksamiur og uppgávur eru fyri. Hevur tú eitt lestrararbeiði við síðuna av lestrinum, lat so vera við at arbeiða so nógv, at tað gongur út yvir lesnaðin. Tú hevur bara 24 tímar um døgnið. Tað er ikki viðmælt at arbeiða meiri enn 12 tímar um vikuna afturat lestrinum. EMU, ið er danski undirvísingarportalurin til lestrarvanar. www.emu.fk (danski undirvísingarportalurin) www.ug.fo (udannelsesguiden) www.hvadkanjegblive.dk (hvad kan jeg blive) www.ask.fo (Altjóða Skrivstovan) www.lfu.fo (Landsfelag Føroyinga undir Útbúgving)