fríggjadagur 5. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2010
Kafelív
Orð og myndir:
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Vit kenna hana mest sum
Einglabarrin. Síðani fekk
hon nýggja útsjónd og
nýggjan samleika, og fekk
heitið Nýggja Apotekið.
Hetta var ein góð roynd
men kanska ikki so smart
ella í so smart, tí eigarin av
Hotel Hafnia, sum rekur
staðið, varð verða krav frá
øðrum noyddur at skifta
navn enn einaferð til Kafe
KASPAR. Og tað var smart,
tí
hetta
vælklingandi
navnið, sum vit m.a. kenna
frá vælumtóktu og fólksligu
søguni um Kaspar, Jaspar
og Jonatan, er heldur ikki
tikið burtur úr ongum. Tað
hevur so sanniliga sín
søguliga samleika júst í
hesum umhvørvinum. Tí
má sigast, at hetta hevur
verið eitt heppið val, nú
onnur matstøð í býnum
kanska í alt ov stóran mun
hava fingið sær útlendskan
samleika.
So Kafe Kaspar er so
føroysk hon yvirhøvur kann
vera tað. Og havnaslig ikki
minst. Her í hjartanum á
Havnini. Men hvør var ella
er so hesi góði Kaspar!
Skrivað stendur, also í kunn
ingarblað, sum liggur á
borðunum í hugnaligu
nýggju kafeini m.a.:
Bakar Hansen
“Ein einsamøll violin hoyr
ist spæla í einum húsum í
Havn. Ein stillan melodi,
sum spakuliga fyllir rúmið,
sveimar út gjøgnum opna
gluggan, út millum fólk á
havnargøtum og upp á loft,
har ein nakin smádrongur
situr í eini vaskibalju og
lurtar. Alsknu violinstrokini
tøla og gykla fram óspiltar
kenslur í honum, og í flógva
vatninum fær hann sína
poetisku jomfrúuppliving.
Drongurin
æt Wiliam
Heinesen,
maðurin
við
violinini æt Georg Kaspar
Hansen, vanliga nevndur
Bakar Hansen, sum við
sínum
bakarakynstri
og
musisku gávum søtaði og
ríkaði Havnina á so mangan
hátt.
Hann búði skamt her
niðanfyri á Áarvegnum, og
Kafe Kaspar eitur eftir
honum. Við virðing fyri tí,
sum hann kveikti í hesum
býi, bjóða vit tær væl
komnum í kafer okkara.”
Ein innbjóðing við manér
og sum man kann finna seg
í. Við hesum orðum letur
nú nýggja Kafe Kaspar
dyrnar upp í sjálvum hjarta
num á Havnini, í bygning
inum hjá Hotel Hafnia við
Áarvegin.
Grør
Ikki kann sigast annað enn
at tað grør um gangandi fót,
tá vit tosa um matstovur og
kafeir í høvuðsstaðnum.
Hóast kavi og kuldi í løtuni
seta sín dám á gerandisdagin,
so kemur aftur ein dagur
við sól og hita og lívi í
havnargøtum, og eingin ivi
er um, at mongu tilboðini
til havnarfólk, avbygdafólk
og fremmandafólk tá fara at
koma sera væl við, og ikki
minst við seinasta nýggja
og spennandi innrættingini
av Kafe Kaspar. Hetta er
eitt stað fyri fólk flest og
lætt at koma inn frá gøtuni.
Brádliga ber til at velja
millum tvey spildurnýggj
og spennandi støð við
Áarvegin bert fáar metrar
millum, Kafe Kaspar og
Etika.
Á Kaspar fær tú fjøl
broyttan og lættan kafemat.
Og ymiskt at sløkkja tostan
við. Enn ein kærkomin
gáva til Havnina og alt tað
fólk, sum vitjar henda
heimsins nalva.
Leiðari á Kafeini er
Oddbjørg Højgaard.
Frá Nýggja Apoteki til Kafe Kaspar