Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2010 37 lýsingar Lektari í samfelagsvísindi Starv á Fróðskaparsetri Føroya Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í sam- felagsvísindi leyst at søkja. Starvið verður sett sum lektarastarv, og tann, ið settur verður, skal virka fyri at menna gransking, útbúgving og undirvísing í sam- felagsvísindi á deildini. Starvsøki: Granskingarparturin verður tengdur at serøki um- søkjarans. Samstarv innan- og uttanseturs er týdn- ingarmikið í starvinum. Undirvísingarparturin fevnir um undirvísing og fak- liga ábyrgd av bachelorútbúgving í samfelagsvísindi/ stjórnmálafrøði og at fyrireika masterútbúgving . Førleikakrøv: Umsøkjarar skulu umframt samfelagsvísindaliga kan- didatútbúgving sum sosiologur, stjórnmálafrøðingur ella líknandi hava granskaraútbúgving á PhD umframt undirvísingar- og fyrisitingarroyndir. Við umsóknum skulu umframt CV og yvirlit yvir egna gransking eisini fylgja avrit av vísindaligum avrikum í trimum eintøkum. Sett verður serkøn metingarnevnd at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum. Gjørt verður vart við, at hvør umsøkjari fær sendandi metingina um sínar førleikar. Starvið verður at seta 1. mai 2010. Umsóknarfreistin er 16. februar 2010. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til rektaran, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo ella fyrisitingarstjóran, Rúnu Hjelm runah@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. Umsóknir skulu sendast til: Fróðskaparsetur Føroya J.C. Svabos gøtu 14 · Postrúm 272 FO-110 Tórshavn FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Røktar- og umlættingarheimið Endurlýsing: Fysioterapeutur til eldraøkið Í samstarvi við Nærverkið og Tórshavnar kommu­ nu, er farið undir verkætlan at samskipa og menna tilboðini til eldri heimabúgvandi borgarar og tey, sum búgva á eldrabústovnum í Tórshavnar kom­ munu. Lýst verður eftir avloysara fyri: • Fysioterapeuti frá 1. januar 2010 til 31. juli 2010 við tilvísing til Lágargarð, á lønarbrøki 1,0 ella eftir nærri avtalu. Ella starvsfólk, sum hevur royndir við og áhuga í at venja eldri fólk. Høvuðsuppgávan hjá fysioterapeutinum er at fremja og varðveita heilsu og fyribyrgja sjúku, til tess at brúkarin longst møguligt kann klára seg sjálvur. Endamálið við verkætlanini er, at gagnnýta til­ feingið av terapeutum sum arbeiða á røktarheim­ unum og skipa soleiðis fyri, at flest møguligt: eldri borgarar, heimabúgvandi og tey sum búgva á røktarheimi, fáa gagn av venjingartilboðunum ið eru í Tórshavnar kommunu. 7 ergo­ og fysioterapeutar arbeiða saman í toymi, har høvuðsuppgávan er at venja eldri fólk, undir­ vísa røktarstarvsfólkið, vegleiða í nýtslu av hjálpar­ tólum og at skjalfesta árinini av venjingini. Førleikakrøv: • Ert útbúgvin fysioterapeutur • Hevur royndir innan eldraøkið • Kann leggja til rættis og fremja venjingarætlanir • Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi • Kann undirvísa starvsfólki innan arbeiðsrørslur • Kann vegleiða um hjálpartól Vit bjóða tær: • Eitt dynamiskt og fleksibult arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum og menningarmøgu­ leikum • Vera við til, at bróta upp úr nýggjum og soleiðis hava møguleika at seta títt persónliga fingramerki á toymið og avrik tess Starvs- og setanarviðurskifti: Eftir sáttmála við Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið ella avvarðandi yrkisfelag. Tú kemur at starvast í ergo­/fysioterapiini á Lág­ argarði, á Tjarnargarði og heima hjá borgarunum. Meiri fæst at vita um starvið og verkætlanina við at venda sær til: Marjun Poulsen Toymisleiðara tlf. 35 67 95 fartlf. 22 67 95 marjunp@torshavn.fo Umsókn við avrit av prógvi og viðmælum skulu sendast til: Metu av Fløtum Leiðari Lágargarður Stoffalág 84 Postsmoga 1188 F0­100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 22. februar 2010