Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2010 41 lýsingar SKRIVSTOVUFÓLK Apoteksverkið søkir eftir einum skrivstovufólki til bókhaldið at arbeiða fulla tíð. Starvið fevnir um bókhald og annað skrivstovuarbeiði. Verður sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Neyðugt er at umsøkjarin hevur: • góðan kunnleika til bókhalds-og roknskapararbeiði • skrivstovuútbúgving el. líknandi • góðan teldukunnleika • góð samstarvsevnir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjar- málastýrið og Starvsmannafelagið. Bókhaldsdeildin heldur til hjá Landsapotekaranum, har tað í løtuni starvast 4 fólk. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jonnu Djurhuus telefon 350150, teldupost: jonna.djurhuus@ apotek.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu sendast í seinasta lagi 14.februar 2010 til: Landsapotekarin Staravegur 15 Postboks 3087 110 Tórshavn www.apotek.fo