Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 26 - 8. februar 2010 Føroya Banki hevur í dag víðkað munandi um virksemi sítt við uppkeypinhum av danska Sparbank, ið hevur níggju deild­ ir í Danmark og tríggjar í Grønlandi. Bankin hevur nú virksemi í Grønlandi, Íslandi, Danmark og Føroyum BANKAHANDIL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroya Banki hevur í longri tíð ligið fram við at víðka um sítt virksemi uttanlands. Bankin hevur eisini boðið upp á aðrar bankar áður, og í fjør keyptu teir meirilutan í íslendska tryggingar­ felagnum, Vørða. Í dag fylgdu teir so tí keyp inum upp við at yvir­ taka danska Sparbank fyri 335 milliónir krónur. Sparbank hevur níggju deildir í Silkeborg, Skander­ borg, Horsens, Kolding, Vejle, Esbjerg, Varde, Had­ er slev og Odense. Í Grøn­ landi verður Føroya Banki ein av bert tveimum bank­ um við deildum í Nuuk, Sisimiut og Illulissat. Útlna og ábyrgdir í teimum 12 deildunum eru 3,9 milliardir krónur. Triðja ársfjóðring vóru útlán og ábyrgdir hjá Føroya Banka 7,7 milliardir krónur, og økingin er sostatt 51%. Framman undan er Føroya Banki millum tíggju teir størstu bankarnir á danska virðisbrævamarknaðinum. – Deildirnar eru allar í áhuga verdum økjum og hóska sera væl inn í okkara ætlan at vaksa ut um Før­ oyar, her okkara markn­ aðarpartur er 40 prosent. Kundarnir í okkara nýggju marknaðarøkjum fara at merkja, at ein n´ðyggjur banki er komin til býin, ið bæði leggur dent á nærøkið og hevur kapitalstyrkina at gera mun, sigur Janus Peter sen, forstjóri í Føroya Banka. Hann vísir á, at bankin í fleiri ár hevur havt góð av lop og tí hevur fíggjarligu styrkina at keypa tær 12 deildirnar frá Sparbank. – Vit ætla at veita privat­ kundum og smærri vinnu­ virkjum tænastur og fara framvegis at leggja dent á at hava lágan kredittváða. Soleiðis reka vit bankan í Føroyum, og tað hevur havt við sær gott lønsemi og sera høgan solvens, sigur Janus Petersen. Tey 136 starvsfólkini í teimum 12 deildunum halda fram í sínum størvum og verða nú partur av starvs­ fólkaliðnum hjá Føroya Banka. Yvirtiknu banka­ deild irnar verða prýddar við navninum og búmerk­ inum hjá Føroya Banka. Føroya Banki keypt Sparbank Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041 Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo Brúktir bilar við lagaligari fígging NissaN Patrol 3.0 skrásetingarnr: JT 530 Km: 98.000 Árgangur: juli 2001 Útgjald: 60.000 Mðr. gjald: 3.516 (1,5 ár) kr. 115.000,- toyota Hiace 2.5 stuttur skrásetingarnr: TB 516 Km: 30.000 Árgangur: des. 2006 Útgjald: 44.500 Mðr. gjald: 2.805 (5 ár) kr. 178.000,- toyota yaris 1.3 luNa M/M skrásetingarnr: GB 420 Km: 36.000 Árgangur: august 2006 Útgjald: 34.000 Mðr. gjald: 2.125 (5 ár) kr. 136.000,- Vit bjóða 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit. Eingin gandur og eingir smáir bókstavir. Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu. Peugeot 206 2.0 diesel VøruV. skrásetingarnr: JU 505 Km: 53.000 Árgangur: jan. 2004 Útgjald: 22.000 Mðr. gjald: 2.179 (3 ár) kr. 74.000,- VW caddy 2.0 sdi diesel skrásetingarnr: UJ 435 Km: 45.000 Árgangur: apríl 2007 Útgjald: 32.000 Mðr. gjald: 2.033 (5 ár) kr. 128.000,- toyota Hilux 4x2 2.5 td skrásetingarnr: SP 526 Km: 23.000 Árgangur: aug. 2007 Útgjald: 43.750 Mðr. gjald: 2.760 (5 ár) kr. 175.000,- Peugeot 407 couPé 3.0 skrásetingarnr: BJ 455 Km: 42.000 Árgangur: juni 2006 Útgjald: 62.000 Mðr. gjald: 3.874 (5 ár) kr. 248.000,- Peugeot 307 1.6 stc, skrásetingarnr: FP 505 Km: 44.000 Árgangur: okt. 2006 Útgjald: 36.250 Mðr. gjald: 2.289 (5 ár) kr. 145.000,- BMW 118 2.0 skrásetingarnr: SH 570 Km: 5.000 Árgangur: jan. 2009 Útgjald: 59.500 Mðr. gjald: 3.730 (5 ár) kr. 238.000,- toyota Hilux 2.5 ex. caB sr skrásetingarnr: JD 261 Km: 30.000 Árgangur: mai 2008 Útgjald: 62.000 Mðr. gjald: 3.884 (5 ár) kr. 248 .000,-