mánadagur 8. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 26 - 8. februar 2010
Alt alment virksemi
skal bjóðast út í fría
kapping og Landsverk
skal gera sum
minst sjálvur, sigur
landsstýriskvinnan í
innlendismálum
Byggivinna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Alt alment byggivirksemi
skal bjóðast út í fría kapping
í privatu vinnuni.
Tað hevur Annika Olsen,
landsstýriskvinna
givið
Landsverki boð um.
Og nú hevur hon eisini
givið boð um, at alt asfalt
arbeiði skal eisini bjóðast
út í almenna kapping.
Hon sigur, at tey einastu
arbeiðini, sum Landsverk
skal standa fyri sjálvur, eru
smáarbeiði, sum tað ikki
loysir seg at bjóða út, eisini
tá ið hugsað verður um,
hvat tað kostar at gera
útbjóðingartilfar.
Ein onnur orsøk til, at alt
ikki verður bjóðað út, er, at
Landsverk vil varðveita eitt
ávíst vitanarstøði á sjálvum
stovninum.
Landsverk
grópar til sín
Í
Løgtinginum
hendan
dagin vildi Bjørt Samuelsen
hava at vita frá landsstýris
kvinnuni um broytingar eru
hendar í virkseminum hjá
Landsverki so at stovnurin
sjálvur ger meiri og meiri
arbeiði, sum privat virki
annars kundu tikið sær av.
Hon vísir á, at Vinnuhúsið
hevur undrast á, at almennir
stovnar økja um sítt virk
semi, meðan vinnufyritøk
urnar kenna seg noyddar at
siga starvsfólkum úr starvi.
Almennir stovnar hava
ikki krøv um avkast og teir
fáa pening á fíggjarlógini
til at endurnýggja amboð
og útgerð.
Í øllum førum hevur
Bjørt Samuelsen frætt, at
Landsverk er farið at dubba
sína maskinhóp og at keypa
útgerð, sum styrkir almenna
stovnin
kappingini
við
privatu vinnuna.
Alt bjóðast út
Annika Olsen sigur, at
Landsverk sendur uppgávur
út í fría kapping í størri mun
nú, enn hann gjørdi fyrr.
Áður var vanligt, at
Landsverk
sjálvur
gjørdi
nýggjar landsvegir og nýggj
ar havnir, men tað kemur
næstan ikki fyri longur, uttan
har talan er um smáarbeiði.
Tað sama ger seg galdandi
fyri almennar bygningar,
sum eisini verða bjóðaðir
út í fría kapping.
Fyrr var eisini vanligt,
at Landsverk sjálvur pro
jekteraði vegir og havnir,
men tað verður bert í heilt
lítlan mun gjørt nú, tí eisini
projekteringsuppgávurnar
verða bodnar út í fría kapp
ing í privatu vinnuni.
Í 2008 og í fjør gjørdi
privata vinnan yvir 95% av
projekterings og byggi
arbeiðnum, sum Landsverk
stóð fyri.
Hvat projekering viðvíkur,
gjørdu privatu fyritøkurnar
100%
av
projekterings
arbeiðnum í 2008 og í fjør
gjørdu tær 99% privat og
Landsverk gjørdi bara 1% av
projekteringsarbeiðnum.
Hvat
sjálvum
byggi
arbeiðnum viðvíkur, gjørdi
Landsverk bara 3,5% av
arbeiðunum og í fjør gjørdi
Landsverk bara 4,1% av
byggiarbeiðnum
ímeðan
privata
vinnan
gjørdi
restina.
Sostatt er tað bert ein við
fáningur av játtanini til
Landsverk, sum ikki verður
boðin út til privatu vinnuna
at kappast um.
Seinastu árini hevur
Landsverk ikki bjóðað upp
á egin arbeiði, men av og á
hava arbeiðstakarar biðið
stovnin um tilboð upp á
ymsar undirveitingar.
Annika Olsen afturvísti
samstundis, at Landsverk
er farin at dubba hópin av
maskinum.
Tvørturímóti
upplýsti
hon, at hesi seinastu 10
árini er maskinhópurin hjá
Landsverki minkað næstan
niður í helvt.
Tinglimir tóku undir við,
at so nógv sum gjørligt
verður boðið út til privatu
vinnuna at kappast um, tí
try vóru púra vís í, at hetta
var besti mátin at fáa sum
mest fyri hvørja krónu.
Privata vinnan yvirtekur
virksemi hjá Landsverki
Landsverk letur privatu
vinnuna gera mest sum alt
arbeiði fyri seg og seinastu
10 árini er maskinhópurin
hjá stovninum minkaður
niður í helvt
Savnsmynd
Nú er næstan ikki vika, har tað ikki
frættist um hópuppsagnir á onkrum
føroyskum virki.
Og aftur dagurin í dag er ein døpur
løta í so máta, tí nú er tað Bakka
frostVestlax samtakið, sum stóð fyri
tørni at siga fólki upp.
Í morgun varð arbeiðsfólkið á
Vestlaxi í Kollafirði kallað saman til
fundar á virkinum og har fingu tey
tað váttað, sum tey høvdu illbatan av,
tí longu áðrenn fundin vóru leysa
søgur farnar at ganga um, at fólk í
hópatali skuldu sigast úr starvi.
Á fundinum vórðu 22 fólk søgd
upp á virkinum
Talan er bæði um mannfólk og
konufólk, men tað er verri enn so alt
kollfirðingar, tí tey eru nógva staðni
frá.
Nógv teirra eru nýliga byrjað í
starvi, men onkur av teimum upp
søgdu hava verið á virkinum í yvir
10 ár.
Á Vestlax hava tey arbeitt í
tveimum vaktum og tað er mestsum
ein heil vakt, sum er søgd upp.
Eitt av uppsøgdu starvsfólkunum
sigur, at tey fingu at vita frá leiðsluni,
at tað er ikki nóg mikið av fiski at taka
til at hava tvær vaktir til arbeiðis.
Neyðugt við tillagingum
Beint fyri døgverða segði Bakkafrost
í tíðindaskrivi, at eftir at føroyska
alivinnan í 2009 seldi útvið 60.000
tons av aldum fiski, verður nakað
minni av tøku í ár enn undanfarna ár.
Orsøkin er, at færri smolt vórðu
sett út í 2008 enn í 2007.
Bakkafrost hevur tvey kryvjivirki,
sum við fullari orku kryvja umleið
1.000 tons av laksi um vikuna. Nú
mongdin av laksi í 2010 er minkandi,
verður neyðugt at tillaga orkuna, og
tí verður farið frá skiftivakt skipanini
á kryvjivirkinum í Kollafirði niður á
eina vakt.
Á virkinum í Klaksvík er bert ein
vakt, og har verður eingin broyting.
Avleiðingin av minnu nøgdini í ár
er tíverri, at tað er neyðugt at siga 22
fólkum úr starvi á virkinum í Kolla
firði, sigur Regin Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost.
Í 2009 varð meira smolt sett á
sjógv aftur, og eftir ætlan verður
mongdin av laksi í 2011 aftur á minst
somu mongd sum í 2009, leggur
Bakkafrost afturat.
Hópuppsøgn í Kollafirði:
22 fólk uppsøgd á Vestlaxi
Gassverk sprongdist
Myndugleikarnir í amerikanska statinum Connecti
cut vita ikki, hvussu mong fólk vóru til arbeiðis, tá
ein hørð spreinging var á einum gassverki har í gjár.
Borgarstjórin í býnum Middletown segði á tíðinda
fundi í gjárkvøldið, at minst fimm fólk høvdu latið
lív í spreingingini, og at tólv høvdu fingið skaða.
Umleið 200 fólk arbeiða á gassverkinum, men í
morgun vistu myndugleikarnir ikki við vissu, hvussu
mong teirra vóru á verkinum, tá spreingingin var.
Summir fjølmiðlar skrivaðu, at vanlukkan kann hava
kravt umleið 50 mannalív.
RG skal ikki einskiljast
Leiðslan í Royal Greenland heldur ikki, at grøn
lendska landsstýrið eigur at taka stig til at einskilja
fyritøkuna ella í hvussu er ikki enn. Í fjør hevði
Royal Greenland næstan 200 milliónir krónur í
halli, og forstjórin, Flemming Knudsen, sigur við
kringvarpið KNR, at tað er burturvið at tosa um
einskiljing, so leingi tey niðastu tølini í roknskapi
num eru reyð. Grønlendska arbeiðsgevarafelagið
hevur mælt politiska myndugleikarnum til at selja
privatum Royal Greenland ella í minsta lagi partar
av fyritøkuni.
Mynd: Jens Kristian Vang