Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26 Ferdinand nýggjur liðformaður John Terry varð fríggjadagin sekkjaður sum liðformaður á enska fótbóltslandsliðunm, eftir at hann hevur verið í andgletti fyri privat viðurskifti. Nýggjur liðformaður er maðurin undir liðini á John Terry í miðverjuni, Rio Ferdinand úr Manchester United. Ferdinand hevur verið nógv skaddur seinastu mánaðirnar, men hann hevur spælt aftur fyri United í januar mánaði. Arsenal royndi at keypa Sørensen Enska blaðið Daily Telegraph sigur seg vita, at Arsenal beint fyri evstamark í hesum flytingarvindeyganum royndi at keypa danska landsliðsmálmannin Thomas Sørensen úr Stoke. Málmaðurin Manuel Almunia hevur ikki verið sannførandi fyri Arsenal, og tað fekk felagið at lata eitt boð inn upp á Thomas Sørensen, men boðið varð avvíst av leiðsluni í Stoke. Við at vinna útidystin móti StÍF syrgdu Neista­ kvinnur fyri, at niður flyt­ ingarspurningurin ikki verður avgreiddur, fyrr enn innanhýsis uppgerðirnar millum bontliðini verða á skránni StÍF hevði í gjár møguleikan at vinna seg heilt úr niðurflytingar­ vandanum. Tað tykist ikki, sum um Stjørnan og Tjaldur hava hug at tveita nøkur óneyðug stig burtur, og tí tykjast stig móti Neistanum at vera fremsta vónin hjá teimum trimum niðastu liðunum í teirra stríði um at sleppa úr vandanum. Men hetta eydnaðist tó ikki hjá StÍF í gjár. Og tað kundi verið lagt aftur, at tað eydnaðist langt ífrá. Fyrsta korterið gekk hampuliga javnt á, men so skræddi Neistin seg púrasta leyst. Frá 7­7 vunnu tær seg upp á 16­9, og tann munin fekk StÍF ongan tíð vunnið aftur. Hjá Neistanum er kynstrið fyrst og fremst at halda motivatiónini, nú liðið er at kalla læst á á bronsu­ plássinum, og fyribils tykist hetta ikki at vera nakar trupulleiki. Hjá StÍF ræður enn sum áður um at bjarga sær tilveruni í deildini. Enn er liðið fýra stig framman fyri VB, men skal vissa fáast fyri sessinum í deildini, verður neyðugt við sigri á annað hvørt VB ella VÍF. Kerr trýr upp á Jóan Símun Tað eru vøkur orð, sum landsliðsvenjarin hevur at bera Jóan Símun Edmundsson, nú toftamaðurin hevur skrivað undir sáttmála við Newcastle Um vikuskifti hevði enska Sunday Sun grein um Jóan Símun Edmundsson, sum nú hevur skrivarð undir sáttmála við Newcastle. Ein sáttmáli, sum í fyrsta umfarið er galdandi fram til endan av enska kappingarárinum. Blaðið hevur tosað við Brian Kerr, og føroyski landsliðsvenj­ arin sigur við blaðið, at hann roknar við, at Jóan Símun hevur tað, sum skal til. – Eg rokni ikki við, at hann spælir á besta liðnum longu hetta kappingarárið. Men eg rokni við, at hann veruliga prógvar sítt virði, og at hann kann stríðast um pláss á besta liðnum komandi kappingarár. – Og hann hevur avgjørt sínar dygdir. Hann dugir at sleppa fram við einum mótstøðu manni, og hann veit, hvussu tú skjýtur mál, sigur Brian Kerr. Hetta við málunum hevur Jóan Símun eisini prógvað á føroyska U21­landsliðnum, har hann við trimum málum varð føroyskur toppskjútti. Eitt av málunum kom í Gundadali móti Russlandi, tá hjálpar venj­ arin hjá Newcastle, Colin Calder wood, var millum áskoð­ ararnar til dystin. mørk Tað var greiður munur á toppi og botni, tá Stjørnan vann trivaligan sigur á VB sunnudagin VB fekk av at vita, tá tær vóru í Klaksvík sunnudagin. Frá fyrsta bríksli setti Stjørnan sær fyri, at eingin sum helst ivi skuldi verða um úrslitið, og við fullari ferð runnu tær undan VB, sum ikki hevði nakran livandi kjans at fylgja við. Og hóast Stjørnan longu hevði tryggjað sær sigurin, tá farið varð til hálvleiks, so hildu tær fram við somu øði eftir steðgin. Tað var nú heldur ikki væntandi, at tað var í hesum dystinum, at VB skuldi fáa nakra hjálp í niður­ flytingar stríðnum. Munurin millum topp og botn í deildini er snøgt sagt ov stórur til at nøkur sensatión er í væntu. StÍF­Neistin 24­34 (12­18): Neistin helt spenninginum Stjørnan­VB 37­17 (17­9): Stórsigur til Stjørnuna jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Stjørnan-VB 37-17 (17-9) 10 min: 6­2 20 min: 10­6 40 min: 26­9 50 min: 29­13 Málskjúttar Stjørnan: Valentina Suciu 6, Joan Midjord Djordjevic 5(1), Edith Hansen 5, Simona Petersen 5(1), Durita Ljós stein 3, Judith Hansen 3, Annika Ljósstein 3, Durita Mikkelsen 2, Bára Skaale Klakstein 2, Una Olsen 2, Ella Petersen 1 VB: Migle Senvityte 5(3), Svava Vestergaard 4, Monika Samuelsen 3(1), Bára K. Mortensen 2, Sára Samuelsen 2, Christina Holm 1 Brotskøst: Stjørnan 3, VB 8 Útvísingar: Stjørnan 1, VB 2 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA UM DYSTIN StÍF-Neistin 24-34 (12-18) 10 min: 2­5 20 min: 7­11 40 min: 16­23 50 min: 19­30 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 10(2), Fríðrun Danielsen 4, Roxanna Bodirlau 3, Adriana Bobra 3(1), Rósa Danielsen 2, Annika L. Petersen 1, Anna Petersen 1 Neistin: Rakul Augustinussen 8, Katrin á Neystabø 6(2), Anja Heinadóttir 5, Marjun Danberg 5, Birita Wardum 5, Lina Andriulyte 2, Jacklin Durhuus 2, Unn Kragesteen 1 Brotskøst: StÍF 3, Neistin 2 Útvísingar: StÍF 2, Neistin 2 Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason FAKTA UM DYSTIN Neistakvinnur kunnu neyvan flytast annan ella annan vegin á stigatalvuni, men enn tykist motivatiónin ikki at bila Mynd: Álvur Haraldsen