Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2010 34 Tað er sum um, at har er ein fuglur í einum búri, og onkur forherðaður fani hevur tveitt eitt lakin yvir tað Frakland umhugsar at sam­ tykkja eina lóg, ið bannar konu­ fólki at ganga í burka. Treiskast tær ímóti, tá fáa tær eina bót á knappar seks túsund krónur. Bótin vendir seg til øll “hvørs andlit er heilt krógvað í almennum høpi”. Jean Francois Copé frá stýrandi konservativa stjórnarflokkinum, UMP, segði við álvarablaðið Le Figaro, at lógaruppskotið er enn ein liður í herferðini ímóti kvinnukúgan og almennari trygd, og hevur tí einki við trúgv sum so at gera. “Vit hava verið í samráð við oddafiskar innan átrúnaðarliga og verðsliga heimin, og allir hava váttað, at burkain ikki er ein átrúnaðarlig fyriskipan. Kravið, at fullkomiliga fjala seg sjálvan, er um ekstremistar, ið vilja testa republikkina”, segði Copé. Eg hugsi nokk, at hann eisini sipar til nikabina, av tí at henda er vanligari enn burkain (og sum, ístaðin fyri eina netgardinu, hevur eina lítla rivu til eyguni). T að er longu ólógligt at vera í høvuðturriklæði í almennum skúlum í Frak landi; ein lóg, sum kom í gildi í 2004, og sum valdaði mikið rok. Franska grundlógin krevur jú ein staðiligan skilnað millum kirkju og stat. So sjálvt í einum landi, ið er katólskt av navni, er eingin morgunbøn, eingir krist kross­ ar í flokshølunum, eingin átrúnaðarlig samkoma av nøkrum slag og so framvegis. Hasin seinasti bitin haldi eg vera serliga skilagóðan, men spurningurin um høvuðturri klæðið er tó munandi meiri torgreiður – lógin er óskilliga orðað, og vísir bert til “reyp andi” átrúnaðarlig symbol. Hevði ein sikhur í fronskum fólkaskúla verið tvingaður at beint fyri vavhúgvuni og klipt hárið, til dømis? Hevði ein jødiskur óviti sloppið at verið í sínum kalotti? Ella er lógin bert ætlað at arbeiða ímóti muslim um verandi næststørsti trúarbólkur í Fraklandi? F aktiskt, so kenni eg meg eitt sindur illa til passar, tá ið tað kemur til burka­kjakið, sum jú eisini trivnast væl í Dan mark. Hetta, tí fyri fyrstu ferð í langa tíð, veit eg ikki heilt, hvat eg skal halda, og broyti tí meining konstant. Eg byrji, eins og flest gera, við áskoðanini, at øll eiga at sleppa at vera í tí, tey nú einaferð hava hug til, hvussu ófantaligt og ónæriliga ílatin— ella mangul uppá sama – tey eru. Altso, eingin skal diktera fyri mær, hvat eg fari í. Tað, at mær mislíkar ikki at vera førur fyri at síggja andlitið hjá onkrum øðrum, rakar ikki meg: tað er teirra andlit! Eitt andlit, tey kunnu avhylja ella dylja, piersa ella tatovera, júst sum tey ynskja. Ja, smyrja inn í sjokulátu, um hugur er til tess. K ortini, hasin “eingin skal diktera fyri mær”­parturin er eitt tvíeggjað svørð: tað er altíð hasin illgrunin, at konu fólk í burka ella nikab ikki eru í hasum plaggdúkinum av sjálvsvild. Og hvussu, í allari víðu verð, kanst tú vita hetta? Nú veit eg ikki rættiliga, hvussu tað er fyri teg, men fyri meg ger teirra framkoma tað nokkso ringt at koma í samband við tær. Eg meini, teirra útsjónd eggjar meg ikki endiliga til at spáka yvir til hana og spyrja: “Orsaka meg, men, heilt seriøst, fórt tú í hatta av tínum egna fría vilja?” Hinvegin, so dámar mær heldur ikki handa niðurlátandi varhugan, bleik konufólk í eini forførandi blusu við ógvusligari bringulægd hava um sínar brúnu systrar í einum klæði so vavmikið og so óseksut, at tað hevði verið vrakað av Haiti­ hjálpini, ið grundliggjandi er, at tær allar sum ein eru syndarliga málleys offur fyri einum herviligum fedraveldi, hvørs mannfólk buka og seta eld á tær, um tær ovkóka suppuna. Kanska er tað so; kanska er tað rætt fyri rættiliga nógv muslimsk konufólk, men ikki fyri allar. Og, sum vit jú væl vita, so er ein asins rúgva av konufólki, uttan mun til hvussu tær eru ílatnar ella hvørja mentan, tær hoyra til, ið dagliga verða misnýttar og hølvaðar av. T að vil siga, at alt hatta “á, vit mugu bjarga hasar teltkløddu konurnar; tær mugu vera líka sum vit; tær skula sleppa at viga 120 kilo og vera í lærstuttum kjóla og drekka seg so etandi skít av alkopops, fyri síðani at fortelja um tað á FaceBook”, tað ger meg faktiskt illa við. Tí snarar tú “tær mugu vera líka sum vit” nøkur fá stig, íðan, tá endar tú við totaliterum landsleiðslum grundað á hatta bølnaða fyribrigdið, ið eitur “ótolsemi” – og sum træ klemm­ andi vinstravongurin heldur seg hava patent uppá at hata. Nei, ikki tí frágera “tolerance of intolerance is cowardice”­ sitatinum hjá Aayan Hirsi Ali, hin mest hvassoygda og hvass­ mælta røddin á lívi í dag, og sum, í mun til fronsku stjórn ina, snýr tosið um um strídda lógaruppskotið inn á hvussu vit siðbøta islam og fría muslimsk­ ar kvinnur, men heldur, og nett­ upp við at fría tær, geva teimum møguleikan sjálvar at sanna sína lívsáskoðan – um tað so er eitt elendigt lív í einum myrk um telti við andlitsopilsi ella í einum niðurringaðum kjóla og Bacardi Breezer í kavaler­ gongini. M en, og aftur, so er tað hatta hugskotið, ella argumentið, at um ein kona so sanniliga er í burka av egnum fríum vilja, tá má tað vera av tí, at hon hevur verið indoktrin erað – ella viðfarin sum ein ognarlutur – síðani føðing. Eg skilji argumentið, og hetta er sjálvandi ikki góðtakiligt. Men eitt raffinerað samfelag má for hundan vera nóg sam­ kennandi ikki at tvinga hana at gera nakað so traumatiskt sum at lata seg úr burkaini eftir einum degi og, við hesum, vísa andlitið fyri ókunnufólki fyrstu ferð í fleiri áratíggju. Ein eldri omma ílatin burka ella nikab er treyðugt ein “ekstremistur, ið vil testa republikkina”. Og so er tað hatta uppá hald ið, at burkain ger konufólk til lutir – ja, kríatúr, um tú vilt! Tú hugsar ikki: “Áh, har er frøkun So­og­so”. Nei, tú hugsar: “Har fer ein av hasum kvinnunum starandi út úr einum rimaverki”. Tað er sum um, at har er ein fuglur í einum búri, og onkur forherðaður fani hevur tveitt eitt lakin yvir tað. Við verðsins besta vilja, trúliga, er tað heilt forbistrað ringt at síggja (bók­ stavliga), hvussu hugtøkini borgaraskapur, frælsi og fólka­ ræði eginliga virka fyri fuglapersónin. H vat spurninginum um kvinnukúgan viðvíkur, eigur Copé at gera sær fylgj andi greitt: jú, líkarættur er super, vit eru øll fyri honum, og kvinnulig misnýtsla er alt ov vanlig innan islam, og sostatt mentanarliga treytað, men tú kanst ikki tvinga líkarættin fram við at banna einum klædnaplaggi. Kjarnan í kjakinum, hugsi eg, er at vit hava nøkur universal­ virði. Hesi skula, í einum full­ komnum heimi, fylgjast; um neyðugt, nóg ógvusligt, tá við eini hernaðarligari uppílegging. Men aðramáta mást tú rætta teg eftir landinum, tú býrt í. Óreformeraðir muslimar eru í luftini um burkabannið. Men um eg fleyg mær ein túr til Mekka­bý, heldur tú tá, at eg hevði sloppið at flakka frá einum marknaði til annan hálvnakin, meðan eg tók myndir av teim innføddu uttan at spyrja um loyvi fyrst? Tí kanst tú væl siga, at burka­ bannið er ein variantur av hesum sama: at støðga fólki at bróta sosialu siðvenjuna í tí landi, tey nú einaferð eru havn­ að í. Og tá ið opinleiki iva leyst er hin mest týðandi tátturin í einum fólkafrælsum landi, og andlitið eitt grundliggj andi súmbol fyri júst hesum opin­ leika, er grúuliga torført ikki at vera ímóti einum búna, sum púra dylir andlitið. U m onkur helt ein plast­ revolvara ímóti pannuni, og tvingaði meg at velja, tá hevði eg gjørt av at stuðla bann inum við tí grundgeving, at mítt instinkt sigur – ókey, skrálar – at ongin lítil didda kemur inn í verðina langtandi eftir at verða krógvað í einum svørtum telti, tá ið hon gerst vaksin. Har eru nógvar grundir til hví fólk velja at lata seg í, sum tey gera. Men burkain er ljót, av ­ markar samskifti og umboðar eina óerliga ideologi. Um konu­ fólk sleppa undan kyns ligari herjan og neyðtøku bert við at fjala alt uttan eyguni, tá hevði Saudiarábia verið eitt feminist­ iskt paradís, tóað soleiðis haldi eg ikki, eg hevði valt at lýst kongaríkið. Við hesum í huga, og nú tá ið Frakland fyri einaferð skyld tekur ábyrgd, bæði vóni og rokni eg við, at lógin verður samtykt. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Kom nú út úr hasum teltinum, góða! Tíðargreinin tíðargreinin Agga Niclasen