týsdagur 9. februar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 27 - 9. februar 2010
Norðurkorea nærkast
Okkurt bendir á, at Norðurkorea er farið at nærkast
teimum, sum vilja hava landið til samráðingarborðið at
viðgera tess kjarnorkuverkætlan. Í síðstu viku var ein
týðandi kinesiskur embætismaður í Norðurkorea og tosaði
við leiðaran, Kim Jong-il, og nú hevur norðurkoreanska
stýrið sent sín samráðingarleiðara til Beijing. Eygleiðarar
siga við Reuters, at fundarvirksemið er helst eitt tekin um,
at tann norðurkoreanska leiðslan fyrireikar seg til at taka
samráðingarnar um kjarnorkuverkætlanina uppaftur. Tær
slitnaðu fyri einum ári síðani.
SAS skal aftur spara
Tað gongur framvegis ikki nóg væl hjá skandinaviska
flogfelagnum SAS, og tí noyðist felagið at spara tvær
milliardir svenskar krónur afturat í rakstrinum. Tað kom
fram, tá felagið legði roknskapin fyri 2009 fram í
Stockholm í morgun. Har sást, at SAS hevði næstan
tríggjar milliardir svenskar krónur í halli í fjør, og tað
úrslitið var munandi verri, enn greinarar høvdu væntað.
SAS fekk í fjør seks milliardir svbenskar krónur í nýggjum
kapitali við at selja partabrøv, og leiðslan sigur, at
felagnum tørvar fimm milliardir svenskar krónur afturat í
hesum árinum.
60.000 krónur í
gávugóðsi vórðu
í gjár latnar ungu
listakvinnuni
Herborg Silju
Strøm fyri hennara
sermerkta dirvið at
vera øðrvísi og hegnið
til áhaldandi at
útbúgva seg víðari
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað var ikki serliga torført
hjá nevndini at gera av, at
unga listakvinnan Herborg
Silja Strøm skuldi hava
Gávugóðsið úr Grunni Tor-
vald Poulsens av Steinum í
ár, staðfesti nevndarlimurin
Jóan Pauli Joensen á sam-
komu á Fróðskaparsetrinum
í gjár.
Dýrt at vera listafólk
Sjálv helt Silja Strøm tað
vera ein stóran heiður at fáa
eina so stóra gávu heimafrá,
tá man sum hon er lesandi
og búsitandi uttanlands.
Hinvegin kom peningurin
væl við, tí tað krevur ofta
nógv at virka sum altjóða
listafólk í dag, vísti hon á
- Sum listafólk í dag
kanst tú ikki bara sita fyri
teg sjálva og arbeiða. Skalt
tú gera vart við teg í altjóða
listaumhvørvinum,
hevur
tað sera stóran týdning, at
tú sjálv eisini tekur stig til
framsýningar, og ferðast og
gert kanningararbeiði sum
lið í grundgevingunum fyri
tínum arbeiði.
Hetta ger seg ikki minst
galdandi, um tú arbeiðir inn-
an post-modernað rák, har
alt fyrst verður brotið niður
og onki er so einfalt longur,
sum tað hevur verið, greiddi
Silja Strøm frá.
- Man kann ikki bara vera
listamálarin longur. Man
skal allatíðina grundgeva
fyri, hví man ger, sum man
ger og fylgja væl í listar-
ligum rákum, um tín list
skal fáa nakran týdning.
Alt hetta arbeiði runt um
sjálva listina kostar sjálv-
andi pengar, og tí kom
Gávugóðsið sera væl við,
segði Silja Strøm.
Øðrvísi listakvinna
Gávugóðsið úr Grunni Tor-
vald Poulsens av Steinum
verður sambært viðtøkum
grunsins uttan umsókn giv-
ið einum ungum listafólki,
sum hevur víst hegni og
hug at útbúgva seg.
Gávugóðsið,
sum
er
60.000 kr., varð latið Silju
við hesi grundgeving:
Silja Strøm (f. 16. januar
1987) hevur við evnaríkum
tekningum
luttikið
á
Ólavsøkuframsýning, og í
2008 hevði hon framsýning
í Smiðjuni í Lítluvík, har
umhvarvið
av
einum
komandi listafólki av álvara
hómaðist.
Í 2007 byrjaði Silja hægri
listarliga útbúgving á The
Glasgow School of Art, og
seinasta heyst var hon so
heppin at sleppa at vera
gestalesandi á Akademie
der bildenden Künste í
Wien. Hon hevur eisini lut-
tikið á fleiri framsýningum
á høgum støði. Serframsýn-
ing hennara “we will sink
and settle on the waves” var
í Mentamálaráðnum í 2009.
Í
úrvalsframsýningini
“Myndaódnin” á Steinprenti
um jólini hingu tvær sera
áhugaverdar
prentmyndir
hennara ímillum myndir
hjá Per Kirkeby og Marius
Olsen. Silja er ung og undir
útbúgving, og tað sæst
longu, at listagávur hennara
eru sjáldsama væl paraðar
við skynsemi og áræði og
einum gjøllhugsaðum, varis-
ligum og tálmaðum yvirbrá,
sum gevur ábendingar um
ein sermerktan fínleika,
samstundis
sum
lista-
kvinnan í øðrum myndum
veruliga torir at vera ljót og
øðrvísi í sínum lýsingum.
Í nevndini fyri grunnin
sita Magnus Tausen, for-
maður í Føroya Lærarafelag,
Oddfríður M. Rasmussen,
formaður í Listasambandi
Føroya og Jóan Pauli Joen-
sen, rektari á Fróðskaparsetri
Føroya
Spøkilisi úr fortíðini
Listaframsýningin hjá Silju
Strøm »We may sink and
settle on the waves«, sum
var at síggja í Mentamála-
ráðnum vakti rættiliga stór-
an ans, og fekk sera góð
ummæli.
Talan var um eina sera
øðrvísi
framsýningi,
ið
millum annað var lýst í eini
samanbering við sanskrit
orðið Palimpsest, ið merkir
at endurnýta papýrus rullur
soleiðis, at tað, ið stóð skriv-
að og teknað áðrenn, sæst
ígjøgnum tað, ið av nýggj-
um er skrivað ella teknað á
somu rullu.
Somuleiðis kann sigast,
at myndirnar hjá Silju
Strøm m.a. viðgera tíð og
bókmentir,
spøkilsi
úr
ókendari tíð ganga aftur
ella hava kanska ikki verið
enn. Komandi og farandi
likamslutir og støð, sum tey
hómast á pappíri millum
máling og linolju.
Á framsýningini vóru
fotolitografisk prent, tekn-
ingar, collage eins og smáir
málningar at síggja. Eitt
slag av nostalgiskum savni
av gomlum fotomyndum og
síðum úr gomlum bókum,
sum Silja hevði teknað og
málað á og klipt burturúr.
Unga listakvinnan greiðir
frá, at hesi verkini snúgva
seg um at varðveita minsta-
markið av sambondum, ið
staðfesta eyðkenni, ið eru
neyðug fyri, at ein kann
kenna tey aftur. Ósaman-
hangandi og sundurlimað
brot fáa ein at hugsa um
kúgaðar ella goymdar kensl-
ur og ynski, og í myndlistini
verður tað víst, eins og mod-
ernistisku
rithøvundarnir
ofta gjørdu í teirra umtalu
av havinum.
Gávugóðs til djarva listakvinnu
Tað var ein løtt avgerð at lata Silju Strøm gávugóðsið í ár, staðfesti Jóan Pauli Joensen, sum her handar ungu listakvinnuni stóra kjekkin