Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 27 - 9. februar 2010 Tey stóru arbeiðara­ feløgini eru so ónøgd, at tey umhugsa at taka seg burtur úr Fasta Gerðarrættinum ArbeiðsmArknAður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vit heita inniliga á tykkum um at leggja frá tykkum. Hetta er greiði boðskap­ urin frá fýra stórum fak­ feløgunum á fýra av teimum fimm dómarunum í Fasta Gerðarrættinum. Tey fýra fakfeløgini eru tey stóru arbeiðarafeløgini, altso Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og tey bæði arbeiðarafeløg­ ini í Klaksvík, Og teir fýra dómararnir, sum tey vilja hava frá, eru Halgir Winther Poulsen, Torleivur Hoydal, Maria á Dul og Guðrið Joensen. Fimti limurin í Fasta Gerðarrættinum er Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar arbeiðsmannafelag. Taka seg burtur úr Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, staðfestir, at tey eru so ónøgd við framferðina hjá Fasta Gerðarrættinum, at kemur ikki broyting í, um­ hugsa tey av álvara at taka seg burtur úr. Sáttmálin um Fasta Gerðarrættin kann sigast upp við seks mánaða freist til ein fyrsta januar. Tað merkir, at í seinasta lagi 30. juni kunnu tey siga sáttmálan upp og so eru tey leys av Fasta Gerðarrætt­ inum tann 1. januar í 2011. ­ Hvørja støðu, vit taka, veldst alt um, hvat hendir hesar næstu dagarnar, sigur Ingeborg Vinther. Men hon staðfestir eisini, at tað er ein veruligur møgu­ leiki, at tey fara at siga sátt­ málan um gerðarrættin upp. Burtur úr vón og viti Tað eru avgerðirnar hjá Fasta Gerðarrættinum í sambandi við sáttmálatræt­ una millum Starvsmanna­ felagið og Fíggjarmálaráðið um portørarnar, sum hava fingið fakfelagsrørsluna á gos. Tey fýra arbeiðarafeløg siga rætt og slætt, at avgerð­ irnar hjá Fasta Gerðarrætt­ inum í tí sambandinum eru burtur úr vón og viti. Tá ið sáttmálasamráðing­ arnar slitnaðu og Starvs­ mannafelagið lýsti arbeiða­ steðg, legði fíggjarmálaráð­ ið málið fyri Fasta Gerðar­ rættin. Rætturin kom til ta niður­ støðu, at arbeiðssteðgur skal ásetast við eini hósk­ andi freist eftir tí arbeiðsøki, talan er um. Hóast Gerðarætturin ásannar, at ongin freist er ásett í nøkrum sáttmála, heldur hann fast um, at ein freist skal vera nøktandi. Kortini sigur rætturin onki um, hvat ein hóskandi freist er. Gera seg inn á verkfalsrættin Tann eini av teimum fimm dómarunum í Fasta Gerðar­ rættinum er Vígdis Jo­ hannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hon tekur ikki undir við niðurstøðuni, tí hon sigur, at tað er siðvenja, at tað er ikki neyðugt við tíðarfreist­ um tá ið arbeiðssteðgur og verkfall verða lýst og hesari siðvenju kann Fasti Gerðar­ rætturin ikki seta til viks. Tey fýra arbeiðarafeløgini siga, at avgerðin hjá Fasta Gerðarrættinum er bæði at gera seg inn á týdningar­ mikla siðvenju og sátt­ málasamráðingarnar. Fasti Gerðarrætturin sig­ ur, at ætlanin er ikki at koll­ velta arbeiðsmarknaðinum, men at koma við einum íkasti til at nútímansgera viðurskiftini fyri ganga teim­ um krøvum, sum nútíðar­ samfelagið setir, á møti. Arbeiðarafeløgini siga, at tað er staðfest fleiri ferðir, at tað er ikki neyðugt við tíðarfreistum, tá ið sátt­ málaslit føra til arbeiðs­ steðgir. ­ Tað, sum Fasti Gerðar­ rætturin nú hevur gjørt, er at gera seg inn á verkfals­ rættin. Tað ørkymlar fak­ feløgini av álvara og tí vilja vit hava at teir fýra dómar­ narnir leggja frá sær fyri at endurvinna álitið aftur á Fasta Gerðarrættin, stað­ festir Ingeborg Vinther. Fakfeløg heita inniliga á dómarar um at siga upp Fasti Gerðarrætturin hongur í einum klønum tráði eftir avgerðirnar, sum hann tók herfyri um arbeiðssteðgin hjá portørunum. Fýra stór arbeiðarafeløg umhugsa at siga seg burtur úr Fasta Gerðarrættinum og tað verður eitt stórt afturstig fyri arbeiðsmarknaðinum Dettur Fasti Gerðarrættur­ in sundur, verður tað eitt stórt bakkast fyri føroyska arbeiðararørsluna. Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelagi. Sum tað sæst í hinari greinini, er stórur vandi fyri, at arbeiðarafeløgini fara at siga seg úr Fasta Gerðarrættinum og at hann sostatt dettur sundur. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag minnir á, at Fasti Gerðarrætturin er úrslitið av eini minst 30 ára gamlari trætu millum fakfeløg, arbeiðsgevarar og politiska myndugleikan. Tað byrjaðu longu í sjeytiárunum, tá ið fleiri og fleiri røddir fóru at hoyrast um at skipa ein arbeiðsrætt í Føroyum og at vit skuldu hava høvuðs­ avtalur, sum er yvirskipað avtala millum arbeiðsgev­ arar og arbeiðstakarar um, hvussu viðurskiftini skulu skipast. Ein týðandi partur av hesum er, at tá ið verkfall og arbeiðssteðgir verða lýstir, skal tað vera við ávísum freistum. Hesum settu fakfeløgini seg hart ímóti. Men røddir­ nar um arbeiðsrætt tagnaðu ikki og stríðið harðnaði alla tíðina upp ígjøgnum áttati­ og nítiárini. Í nítiárunum kom tað hartil, at tað var talan um at leggja uppskot um arbeiðsrætt fyri Løgtingið. ­ Tá gjørdu fakfeløgini bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum púra greitt, at tók Løgtingið eitt slíkt mál til viðgerðar, varð landið í stundini lagt lamið av aðalverkfalli, sigur Ingeborg Vinther. Tí datt málið niður fyri, men tað datt kortini ikki burtur. Og fyri nøkrum fáum árum síðani endaði tað við eini neyðsemju, har ein fastur Gerðarrættur varð skipaður og har fakfeløg og arbeiðsgevarar skrivaðu undir upp á at geva seg undir gerðarrættin. ­ Men avgerðirnar sum gerðarrætturin hevur tikið síðstu vikuna, er nú við at máa grundarlagið undir Fasta Gerðarrættinum aftur, staðfestir Ingeborg Vinther. Úrslit av 30 ára gamlari trætu Mist 255 hermenn Tveir bretskir hermenn doyðu í Afghanistan í gjár, og sostatt hevur bretski herurin mist 255 hermenn í Afghan­ istan síðani innrásina har í 2001, skrivar Reuters. Tað merkir, at kríggið í Afghanistan hevur kostað líka nógv­ um bretskum hermonnum lívið sum kríggið millum Bret­ land og Argentina um Falklandsoyggjarnar. Tað kríggið var í 1982. Eygleiðarar í London vísa á, at kríggið um Falklandsoyggjarnar kravdi mong mannalív eftir stuttari tíð, men at kríggið í Afghanistan fer uttan iva at kosta fleiri bretskum hermonnum afturat lívið, siga teir. Lík í hjólrúminum Tá eitt flogfar hjá amerikanska flogfelagnum Delta Airlines setti seg í Tokyo í gjár, funnu starvsfólk á flogvøllinum ein deyðan mann í einum hjólrúmi á flogfarinum. Japanska løgreglan sigur, at maðurin hevði ikki fingið nakrar løstir, men at hann var deyður í kulda ella kvaldur. Flogfør sum hetta Boeing 777­flogfarið flúgva í upp til 40.000 fóta hædd. Har frystir eini 50 stig, og harafturat er lítið súrevni har uppi. Altjóðamloftferðslumyndugleikarnir siga, at tað hendir javnan, at fólk fjala seg í hjólrúmi á ferðamannaflogførum, men enn er eingin sloppin livandi frá slíkari ferð, skrivar AP.