Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2000 JÁKUP MØRK Í næstbestu flogbóltsdeild- ini, sum nevnist 1. deild, er kappingin nú eisini liðug. Her fór leikur soleiðis, at ÍF skúgvaði alla mótstøðu til viks. Somikið stórur munur var á, at teir fóru ígjøgnum allar tíggju dyst- ÍF vann 1. deild Eingin ivi var um endaligu støðuna í næstbestu flogbóltsrøðini, har fuglfirð- ingar vóru follkomuliga suverenir Tað gekk ikki soleiðis, sum teir í oddaliðnum í super- liguni høvdu vónað, tá Her- følge mánakvøldið var á vit- jan í Lyngby. Heimaliðið vann 1–0, og við sigrinum gjørdu teir eitt orduligt skarvslop á støðutalvuni. Nú er Lyngby næstfremst. Teir hava 32 stig og eru tí- skil fimm stig aftanfyri Her- følge. Herfølge hevði ein hamp- uliga stóran málmøguleika beinanvegin. Bólturin varð ikki bara lyftur upp um mál- verjan, men eisini upp um málið hjá Lyngby, og nógv tað mesta av tíðini var tað heimaliðið, sum so at siga slerdi tónan ann. Sigursmálið fekk Lyngby miðskeiðis í 1. hálvleiki. Já- kup Mikkelsen, sum bæði undan málinum og aftaná hevði havt fleiri góðar bjargingar, var púra seldur av verjuni og kundi einki gera, tá Lyngby skoraði. Ein høgur bóltur varð spældur úr vinstru og aftur til handara stólpa. Úr tólv metra fjarstøðu varð royndi Martin Birn við skoti móti málinum, Jákup Mikkelsen royndi at verja fyri við fót- inum, men hann rakk ikki bóltin, sum tók í handara Herfølge lá eftir á Superligan: Lyngby togaði seg upp á næstfremsta plássið, tá teir vunnu á Jákupi Mikkelsen og teimum vunnin tapt mál- dystirv - j - t mál málmunur stig 1 Herfølge19 11 - 4 - 4 32 24 8 37 2 Lyngby 19 10 - 2 - 7 31 27 4 32 3 Brøndby19 9 - 4 - 6 33 22 11 31 4 Silkeborg19 8 - 6 - 5 35 18 17 30 5 AaB 19 7 - 8 - 4 30 22 8 29 6 Viborg 19 8 - 5 - 6 26 26 0 29 7 AB 19 7 - 6 - 6 29 25 4 27 8 FCK 19 7 - 4 - 8 19 17 2 25 9 OB 19 4 - 8 - 7 16 25 -9 20 10Esbjerg 18 5 - 2 - 11 20 35 -15 17 11 AGF 18 3 - 6 - 9 16 29 -13 15 12Vejle 17 2 - 7 - 8 20 37 -17 13 stólpan, áðrenn Steffen Bid- strup á heimaliðnum var fyrstur á returinum og skumpaði bóltinum inn um strikuna. Í Lyngby vóru tey sjálv- sagt ovurfegin um tey trý stigini, sum gera, at Lyngby í staðin fyri at vera eitt lítið áhugavert í miðjuni av støðutalvuni, nú er eitt av oddaliðunum. John Faxe Jensen, venjar- in hjá Herfølge, var sjálv- sagt ikki nøgdur við avrikið og úrslitið. Venjarin er av- gjørdur, tá hann metir um møguleikarnar hjá Herfølge at vinna DM: – Tað eru fjúrtan dystir eftir at spæla, og fimm stig eru einki at tosa um. Ikki minst tá havt verður í huga, at trý stig verða latin fyri at vinna. Mínir spælarar mugu arbeiða stútt og miðvíst alla tíðina. Eg havi sagt teimum, at um teir ikki gera tað, so hava teir ongan møguleika. Vit kundu eins væl havt vunnið í dag sum teir, men tað var eitt mistak, at ket- urnar á liðnum lógu so langt frá hvørjari aðrari, sum tær gjørdu, helt spælandi ven- jarin, ið skifti seg sjálvan av vøllinum, tá tað restaði eitt korter. 3.043 áskoðarar vóru í Lyngby. Tað sirmaði, og umstøðurnar vóru einki ser- ligar. Nógv fólk hevði sunnudagin og mánadagin verið á Lyngby stadion og skumpa kava av vøllinum, sum ikki var serliga góður at spæla á. Sunnudagin fer Brøndby, sum nú er á triðja plássi, til Herfølge. JH JÁKUP MØRK Um vikuskiftið skipaði svimjifelagið FLOT á Toftum fyri svimjikapp- ing. Øll svimjifeløg í land- inum høvdu upprunaliga boðað frá luttøku, men or- saka av ferðsluvanlukk- uni har suðuri fríggjadag- in, tók Tvøroyrar Svim- jifelag sína luttøku aftur, og merkti hetta eisini, at eingi endalig úrslit fyri Grand-Prix kappingina fyriliggja. Hetta merkti sjálvsagt, at kappingin mátti um- skipast nakað, men frá fyrireikarunum frætta vit, at so at siga eingir trupul- leikar vóru við at avgreið- a kappingina. Tikið samanum gjør- dist tað Havnar Svimji- felag, sum streyk avstað við flestu heiðursmerkj- unum í kappingini, við tað at tey vunnu heili 19 av teimum kappingum, sum vórðu fyriskipaðar. Býti av heiðursmerkjum var annars soleiðis: Gull SilvurBronsa HS 19 10 14 Skeggjar 10 7 1 Ægir 2 3 5 VS 0 2 2 FS 0 1 1 Innan einstøku bólkarnar vóru sjálvsagt nakrir svimjarar, sum gjørdu meira um seg enn aðrir, og m.a. vunnu Elspa Mørkøre úr Skeggjum og Helga Djurhuus úr HS ikki færri enn fimm gull- merki hvør. Harumframt vóru eisini fleiri aðrir svimjarar, sum vunnu sær fleiri heiðursmerki, og skulu vit nýta høvi til at ynskja øllum vinnarunum hjartaliga tillukku. Árið farið at halla Svimjiárið er nú farið at halla, men framvegis eru nakrar kappingar eftir at avgreiða, áðrenn fiskarnir kunnu fara í summarfrí. Tær báðar størstu eru smáunglingameistara- kappingin, ella SUM, sum verður hildin í Klaksvík um mánaðárs- skiftið mars/apríl, um- framt FM-kappingin, sum verður í Havn 19. til 21. mei. Ananrs frætta vit av Toftum, at tey ætlandi skulu hava eina svimji- kapping tvørtur um fjørð- in einaferð í vár, men meira verður helst at frætta um hetta seinni. Svimjikapping á Toftum irnar, uttan at tapa somikið sum eitt einasta sett. Í meistaradeildini gjørdist støðan annars tann, at ÍF varð liðið, sum endaði nið- ast, og kann hetta kanska tykjast heldur løgið, tá hugsað verður um, at liðið varð føroyameistari fyri einum ári síðani. Orsøkin til hesa støðu er, at liðið eftir vunna meista- raheitið misti nógv fólk, at aðrar kreftir tískil hava tikið yvir. Tvey lið komandi ár Sigurin í 1. deild hevur við sær, at ÍF nú aftur hevur rætt til at hava tvey lið í fremstu flogbóltsrøðini. Sum omanfyri nevnt, so endaði ÍF á aftasta plássi í meistaradeildini, men tá Fleyr b tók liðið úr hesi kapping førdi tað við sær, at einki av hinum liðunum í deildini kundi flyta niður. Lesið eisini um ítróttina á alnetinum: www.sosialurin.fo Vinnarar av kappingin í 1. deild hjá monnum, ÍF Nr. 10 - 15. mars 2000 18 Fró›i Løkságar› Atlantis is Calling, Geromino’s Caddilac, Jet Airliner. Jú landa- plágurnar hjá t‡sku Modern Talk- ing vóru nærum óteljandi upp gjøgnum ta› mesta av 80’unum. 80’ini vóru teirra tí›, umframt at ta› eisini var tí›in tá tey ungu, gingu í basketballstivlum, ljósarey›um T-troyggjum, og vi› gummiarmbondum, og tey vaksnu antin gingu fri›argongu eftir oyggjarvegnum, ella bygdu svartkjafta- trolarar og stula›u NATO av fullum huga. Hetta var sanniliga ein sjarmerandi tí›, men sum vi› øllum ø›rum, sum fari› er, so kemur hon ongantí› aftur. Hetta hava tey flestu eisini gó›tiki› - men ikki øll !! Ni›ri í T‡skalandi ganga tveir hálvgamlir menn, nevndir Dieter Bohlen og Thomas Anders, og saman kalla teir seg Modern Talking. Hesir menn hava, nú vit skriva 2000, framvegis ikki fata› at tí›in ikki ste›ga›i í 1987, tá kalda kríggji› var í hæddini, og teir, vælsóla›ir og vi› avbleiktum hári, sungu um Romantic Warriors. Hesir bá›ir menn hava nú aftur einafer› loyvt sær at koma vi› einari fløgu vi› n‡ggjum tilfari, tann næsta í rø›ini sí›ani vælum- tóktu savnsfløguna Back For Good frá 1998, sum rættuliga tryggja›i Modern Talking teirra eftirløn. Year Of The Dragon er heiti› á hesi útgávu, har kápumyndin vísir tveir aldrandi Dieter Bohlen og Thomas Anders, hvør í sínum sí›a svarta le›urfrakka i› fáa fólk at hugsa um eina ávísa loyniløgreglu. Fyrsta stakfløgan av hesi útgávuni nevnist China In Her Eyes, eitt lag sum er umbo›andi ta› heldur óskilliga asiatiska temai› sum gjøgnumsúrgar hesa fløguna bæ›i í innpakningi, heiti og ikki minst tónleiki. Trupuleikin vi› Modern Talking anno 2000, er at teir hava einki uppá hjarta yvirhøvur. Lurtarin verur í samfullar 72.min og 15 sec. á 19 skeringum útsettur fyri programera›um t‡skum frymil poppi av ringasta slag, har sjálvt tann tolnasti og mest gjøgnumførdi popparin far dundrandi vaml, eftir at fyrsta lagi› er hálvrunni›. Stutt sagt at her er bara talan um pengar. Hetta er cash in so ta› baskar. Ta› gongur út uppá, at fáa so nógv gó›trúgvin fólk sum gjørligt at stuna í plátuhandilin í blindum, fyri, í vón um at endurliva gamlar dagar, vit fara at samabera vi› gamla tilfari› hjá Modern Talking. Sig so ikki at tú ikki ert ávara›ur. Herfyri bórust tí›indi um at Søs Fenger hev›i veri› so óheppin at hon í bili sínum hev›i rent á eina eldri konu, sum doy›i av løstinum. Av tí sama var útgávan av hennara n‡ggju fløgu útsett í nakar dagar, men nú er hon so her. Søs er stutta heiti› á útgávuni sum rúmar 11. n‡ggj poppløg. Stílurin er rættuliga nor›urlendskur, ella rættari sagt svenskur, sjálvt um fløgan fyri ta› mesta er upptikin í Norra. Men einki ringt um ta›. Ta› er solei›is at donsku sangarinnurnar sum vóru nógv at hoyra í 80’unum, her ver›ur hugsa› um eitt nú Søs Fenger, Lis Sørensen, Anne Linned og Sanne Salomonsen, ikki høvdu ta› serliga lætt í 90’unum tá alt skuldi vera so alternativt. Av tí seinasta má henda útgávan hjá Søs Fenger eisini takast sum ein seinasta roynd uppá at endurvinna sær stø›una sum ein av fremstu donsku poppsangarinnunum, sum hon vann sær vi› síni fyrstu útgávu sum einstaklingur nevnd Vinterdage sum var send á markna›in í 1989, og var einki minni enn ein sonn donsk popp perla. Søs, er ein rættuliga forvitnislig fløga. Sjálvt um talan er um popptónleik í bleytara endanum, so er er okkurt at koma eftir hjá teimum flestu. Søs Fenger hevur hegnisliga roynt at gjørt ein vavstur, har líka nógv av forrita›um, sum spældum tónleiki, er farin í blendarin. Hesin vavstur skal so tryggja at bæ›i eldru lurtararnir (eitt nú undirrita›i) og tey yngru skulu kenna seg heima. Ein hópur av sangskrivarum hava rætt eina hjálpandi hond her, millum teir kendastu kunnu nevnast C.V Jørgensen, Billy Cross og Jascha Richter úr Michael Learns To Rock, sum saman vi› danska rappara- num Remee hava skriva› lagi› Hvem er din drøm, sum leggur seg lógliga tætt uppat Vem hjá svensku Lisu Nilsson bæ›i í or›um og tóna. Fyrsta stakfløga av útgávuni er Koldt Udenfor sum á donsku hitlistunum í løtuni berjist vi› Cartoon Heroes hjá landsmonnunum í Aqua. Onnur løg sum standa fram á hesi útgávuni eru Alle Leder Efter Kærlighed, Sæsonen Er Slut og Godt Igen. Ert tú til fittan danskan popp sum kann brúkast til flest øll høvi, so er hetta júst fløgan fyri teg — her koyrir hon í øllum førum í heavy rotation. 20 áru skuldu ganga til Steely Dan lótu frætta frá sær aftur. Í 1980 kom plátan Gaucho sum var tann seinasta á›renn limirnir í Steely Dan fór hvør til sín. Høvu›smenninir í Steely Dan eru teir bá›ir Donald Fagen og Walter Becker. Eftir at Steely Dan var lagt á ís, fóru teir undir hvør sær, at geva plátur út. Har má sigast at Donald Fagen hevur veri › tann hepnari, sjálvt um ta› ikki er blivi› til meira enn tvær til dags dato. Tann fyrra av hesum, nevnd The Nightfly, sum somulei›is er søgan um ein fordruknan plátuvendara, er eitt sætt meistaraverk. Upptøkurnar til hesa vóru so krevjandi at hann slett ikki hev›i hug til at hava naka› vi› tónleik at gera fyrr enn nógv ár seinni. Ikki fyrr enn í 1992 kom seinna útgávan hjá honum, henda fekk heiti› Kamakiriad, og hepna›ist ikki serliga væl. Yrkislei›in hjá Walter Becker sum einstaklingi hevur heldur ikki kasta serliga nógv av sær. Bara eina útgávu er ta› blivi› til, hon kom í 1994 og ber heiti› 11. Tracks Of Whack, og fekk eina vána móttøku. Nú situr so tolni lurtarin vi› einari n‡ggjari útgávu frá Steely Dan í hondunum. Fyrsti tankin í kemur til ein, er at teir bá›ir musikalsku nørdarnir úr New York, vi› trongd til tónleik úr Los Angeles, ikki eru serliga nógv broyttir sí›ani Gaucho í 1980. Hetta er eisini frálíkt, tí Gaucho var nevniliga ein rættuliga gó› útgáva, sum í dag, 20 ár seinni framvegis heldur. Stílurin á hesi n‡ggju útgávuni er tann ey›kendi Steely Dan stílurin har rokkur, poppur og bleytari jazz elementir eru vavd saman, til ein íoyrafallandi eind, borin av gó›u løgunum, einari framúrskarandi framlei›slu, og tí faktum at bæ›i Donald Fagen og Walter Becker eru fínir sangarar. Steely Dan hevur altí› veri› ein undarligur bólkur, har lurtarin ongantí› hevur vita›, har tú kundi renna teg í alt frá psykopatum og drápsmonnum til kioskgentur. Teir hava á sangunum altí› lagt dent á at siga søgur um lívi› í stórb‡num, vi› sínum brei›a útbo›i av menskum. Henda útgávan er heldur einki undantak, vit møta teirri løgnu Gaslighting Abbie, Janie Runaway, sum eins og navni› sigur, er rímd heimanífrá, teirri illa nøgdu negative girl, og til seinast og ikki minst er cousin dupree, sum avgjørt er eitt av hæddarpunktunum á eini frálíkari fløgu, har allstórur dentur er lagdur á at framganda eitt ótrúligt ljó›. Tónleikar- arnir eru sum vánligt hjá Steely Dan heilt í topp, sjálvt um ta› ikki eru tey kendastu nøvnini úr Los Angeles sum vit hoyra á hesi útgávuni. Hesafer› er eingin Larry Carlton, eingin Steve Gadd og heldur eingin Chuck Rainy at hoyra, men fyri ta› er Two Against Nature hvørja krónu verd. Steely Dan liva til fulnar upp til ta› sum vænta› ver›ur av teimum. Men minst bara til, at um ta› er har›ur alternativ- ur rokkur ella plastikk poppur tú vilt hoyra, so halt teg langt frá hesi fløguni, her er bara kvalitetur. Steely Dan Søs Fenger Two Against Nature Søs Modern Talking Year of The Dragom