Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 28 - 10. februar 2010 Leirvíkar bygd fær nú fyrsta bind av síni bygdarsøgu í stórum bókarverki, sum Martin Fjallstein skrivar Bygdarsøga Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Um dagarnar fingu Leirvík­ ingar fyrsta bindið av trim­ um um Leirvíkar bygdar­ søgu, sum lýsir brot úr bygdarsøguni frá víkingatíð fram til 1900. Hartil verður ættarsøgan hjá býlinginum á Toftanesi greinað út líka fra 1700 talinum fram til dagin í dag. Tað er Martin Fjallstein, sum skrivar bøkurnar um sína heimbygd, og hann hev­ ur ikki ligið á latu síðuni, síðani hann gavst sum leiðari í Føroyahúsinum í Keyp­ mannahavn fyri trimum árum síðani. Annað bind av bókarverkinum um Leirvíkar bygdarsøgu er nevniliga eis­ ini um at verða klárt til prent­ ingar, og triðja bind er komið væl ávegis. Í Føroyum »í huganum« Hóast ferð veruliga kom á skrivingina hjá Martini Fjall­ stein eftir at hann gavst sum leiðari í Føroyahúsinum, er áhugin fyri søguni hjá heim­ bygdini ikki nýggjur. ­ Mær hevur altíð dámað væl at hoyrt bygdafólk greiða frá hendingum í bygdini. Eg fann til dømis ein serviett frá eini konfirmatión í 1976, har eg havi krutlað eina frágreið­ ing um eitt staðarnavn í Leir­ vík, so helst man eg hava sitið og prátað við onkran um tað í veitsluni, sigur Mart­ in Fjallstein. Hóast hann hevur búð í Danmark í mong ár, hevur tað ikki verið torført at halda sambandið og áhugan fyri heimbygdini við líka. ­ Í huganum eri eg oftast staddur í Føroyum. Og seinnu árini hevur nútímans tøknin gørt alt samskifti so ómakaleyst. Ofta hevur tað faktiskt verið ein fyrimunur í hesum arbeiðinum at sam­ skifta við fólk í telduposti, sigur Martin Fjallstein og sipar millum annað til arbeiðið við ættartalvum. ­ Tað hevur rættiliga nógv at siga at fáa slíkar upplýs­ ingar skrivliga og ikki bara í leysum práti við fólk, har tú kanst vera bangin fyri, at okkurt navn ella árstal bleiv nevnt, sum tú ikki rættiliga fekk fatur á. Slíkt kann tó ikki setast í staðin fyri verulig prát við fólk, sigur Martin Fjallstein, og tí hevur hann eisini javn­ an vitjað í heimbygdini og í Føroyum og gjørt samrøður við fólk, sum hava verið týðandi íkast til arbeiðið við bygdarsøguni. Eina grýtu í arv Fyrsta bindið av Leirvíkar bygdarsøgu snýr seg sum nevnt um fornu bygdasøg­ una, Leirvík innan fyri haga­ mark og býlingin á Tofta­ nesi. Martin Fjallstein greiðir frá, at bygdarsøgan í farnum øldum hevur verið ókend og fjald undir moldum. Tí var tað eisini mest sum ein opinbering, tá bygdin í vík­ ingaøld kom undan kavi í fornfrøðiliga útgrevstrinum frá 1985 til 95 á Toftanesi og við Garð. Tað vísti seg, at fólk høvdu búleikast har í øldir og bygdin sostatt er ein av teimum elstu í landinum. ­ Tað var ikki júst tað, vit lærdu í skúlanum. Tá fingu vit at vita, at Gøtu Tróndur ráddi fyri borgum á okkara leiðum og hevði ein mann fyri seg í Leirvík. Hevði ong­ in útgrevstur verið á Tofta­ nesi og í Uppistovubeitinum, høvdu vit í dag vitað lítið um ta gomlu bygdina, minnir Martin Fjallstein á. Eisini skjøl í sambandi við skiftir av ognum hava verið stór hjálp í arbeiðinum hjá Martini Fjallstein. Hann greiðir frá, at eitt nú løgdu pokunar bygdina mest sum í oyði í 1725, tá sjúkan gjørdi av við tveir triðingar av bygdafólkinum. Tí fóru serliga nógv skiftir fram árið eftir, og tey skjølini geva eitt áhugavert innlit í gerandisdagin hjá fólki. ­ Ymiskt, sum gekk í arv, er jú dømi um slíkt, sum fólk brúktu av amboðum bæði í húsarhaldinum og arbeiðs­ lívinum. At onkur bara hevði eina illa farnað grýtu at lata í arv, sigur sjálvandi nógv um sosialu støðuna, ið summi vóru í, og at veruligt fátækra­ dømi hevur merkt lívið hjá mongum, greiðir hann frá. Søgan heldur fram Longu í oktober í ár er ætl­ anin at geva út annað bind í bókarverkinum. Hesin næsti parturin av Leirvíkar bygd­ arsøgu fer at snúgva seg um staðarnøvn, trúarlív, komm­ unusøguna, skúlasøguna umframt hús og ættir í býling­ inum við Garð í 300 ár. Triða bindið viðgerð mentanarsøguna í bygdini, vinnulívið og hús og ættir við Á ella á Áargarði í 300 ár, og kemur tað eftir ætlan út í mars mánað í 2011 Arbeiðið við bókaverk­ inum Leirvíkar bygdarsøga er fingið í lag og skipað við stuðli frá Leirvíkar bygda­ ráð og grunninum Leirvíkar bygdarsøgu til frama. Leirvík fær sína søgu í bók Vil hava OL-frið ST­aðalskrivarin, Ban Ki­moon, vil hava allar stríðandi partar kring heimin at leggja vápnini og at binda frið, meðan teir olympisku vetrarleikirnir verða hildnir í Vancouver í Kanada tær næstu vikurnar. Aðalskrivarin sigur, at tað politiska umhvørvið eigur at lata seg ávirka av teirri olympisku hugsjónini, og at ein olympisk vápnahvíld skal geva fólki vónir um frið. Hugskotið um olympiska vápnahvíld er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men er líka gamalt sum teir olympisku leikirnir, og síðani 1992 hevur ST mælt til frið í sambandi við Teir Olympisku Leikirnar. John Murtha deyður Ein av teimum máttmestu politikarunum hjá demokratiska flokkinum í USA tey seinastu mongu árini, John Murtha, er deyður. Hann var 77 ára gamal, nú hann doyði. John Murtha gjørdist kendur, tá hann í 1974 bleiv valdur í Umboðsmannatingið, tí hann var tann fyrsti vyrrverandi Vietnam­hermaðurin, sum gjørdist kongresslimur. John Murtha varð roknaður sum ein konservativur demokratur. Hann atkvøddi fyri amerikonsku innrásini í Irak, men í 2005 vildi hann hava teir amerikonsku hermenninar heimaftur. Er nú aftur á goymslu S T O F F A L Á G 4 4 · T L F 3 2 2 6 7 6 a h j e n s e n . c o m Swingo 150 gólv vaski- maskinan, sum er líka løtt at handfara sum ein moppa. Einaumboð oð Hóast hann býr í Danmark, gongur ferðin ofta til til Føroyar í huganum hjá Martini Fjallstein. Nú hevur hann skrivað søguna um heimbygdina Leirvík, har slektirnar í bygdini eisini verða lýstar á fyrsta sinni Mynd: Álvur Haraldsen